Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-09, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. oktober 2004síða 7

‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 193 - 9. oktober 2004 Nr. 193 - 9. oktober 2004 13 Gágguprát á Føroya løgtingi Kári P. Højgaard, løg- tingsmaður, setti her- fyri Bjørn Kalsø, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, nakrar skrivligar fyrispurningar um vinnuliga gágguveiði, sum nú fer fram undir Føroyum. Landsstýr- ismaðurin hevur svar- að, og løgtingsmað- urin hevur gjørt sínar viðmerkingar til svarið GÁGGUVEIÐA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Løgtingsmaðurin hjá Sjálv- stýrisflokkinum vildi hava at vita, hvussu nógv loyvir eru givin til veiði eftir gággu við glúpi ella rúsum – um hetta eru tíðarav- markaði royndarloyvir, og um nakrar avmarkingar eru í talinum av rúsum. Hann vildi eisini hava at vita, um nakrar avmarkingar eru sum siga, hvar reiðskapurin kann setast, og at enda spurdi hann, um landsstýrið hevur nakran framtíðarpol- itikk á hesum øki. – Sjálvandi eiga vit at fáa mest møguligt burtur úr tí tilfeingi, sum livir í havin- um kring Føroyar – á burð- ardyggan hátt. Tó vita øll, sum kenna nakað til fiski- vinnu, at tað kann vera trup- ult at royna við ymiskum fiskireiðskapi á sama øki. Í viðmerkingum sínum til fyrispurningin, segði Kári, at útróðrarmenn eru mis- nøgdir við, at skip, sum eru ræðisavmarkaði, hava lagt um til at veiða gággur við rúsum á landleiðini. – Útróðrarmenn siga, at vandin fyri at missa reið- skap er stórur, um línan kemur niður, har stórt tal av rúsum standa. Løgtingsmaðurin helt tað ikki vera rætt, at útróðrar- menn skulu troðkast burtur av vanligari fiskileið til frama fyri nýggjar veiði- hættir. Tríggjar tilsøgnir Í svarinum til fyrispurning- in, sigur Bjørn Kalsø, lands- stýrismaður í fiskivinnu- málum, at Fiskimálaráðið seinastu árini hevur fingið einstakar umsóknir um loyvi til vinnuligan fiski- skap eftir gággum. Tríggjar tilsøgnir eru givnar um royndarloyvi, men av hesum er bert tann eina verkætlanin endað við royndarfiski- skapi, sum verður skipaður í samráð við Fiskirannsókn- arstovuna. – Royndarfiskiskapurin er avmarkaður til at verða í 2004, og framhaldandi royndir verða treytaðar av, hvørji fyribilsúrslit kann- ingarnar í 2004 geva, sigur landsstýrismaðurin. Hann vísir á, at í roynd- arfiskiskapinum eru ikki ásettar avmarkingar fyri veiðiorku ella tali av rúsum, sum skipið kann hava. Upplýsingar frá royndunum verða skrásett- ar í serstakari dagbók eftir vegleiðing frá Fiskirann- sóknarstovuni. – Skipið hevur umleið 1500 rúsur; 800 rúsur verða drignar um dagin, og 15 favnar eru millum rúsurnar. Landsstýrismaðurin sig- ur, at ongar beinleiðis áset- ingar eru um, hvar royndar- fiskiskapurin kann fara fram, men hann er treytað- ur av, at hann ikki er øðrum fiskiskapi til ampa. Í svari sínum leggur Bjørn Kalsø aftrat, at alt livandi tilfeingi í føroysk- um sjógvi eigur at verða gagnnýtt burðardygt. – Royndarfiskiskapurin eftir gággum er loyvdur fyri at kanna, um hann kann rekast lønandi og burðardygt. Enn eru royndirnar á byrjunarstøði, og úrslitini eru ikki gjørd upp. Tað ber tí ikki til at gera ítøkiligar metingar av úrslitunum og framtíðar- vánum fyri eini slíkari vinnu, sigur Bjørn Kalsø. Lítið kjøt á Kári P. Højgaard er ikki nøgdur við svarið hjá landsstýrismanninum, sum hann heldur ov lítið kjøt vera á. – Tá ið tríggjar tilsøgnir eru givnar um royndar- loyvi, men bert tann eina er endað við royndarfiski- skapi, kundi eg hugsað mær at vitað, um hinar til- søgnirnar framvegis standa við - ella eru falnar burtur. Løgtingsmaðurin kundi eisini hugsað sær at vitað, hvussu stóra roynd við rúsum landsstýrismaðurin heldur, at innara landleiðin tolir, áðrenn hetta verður til ampa fyri línuveiðina. – Hevur landsstýrismað- urin ikki hoyrt um, at nevnda veiða hjá gomlum trolskipi hevur verið til bága fyri línuveiðina eyst- anfyri? Kári vísir á, at økið, sum roynt verður á suður úr Borðuni og eystur á Svín- oynna, er ein av mest troyttu línuleiðum og er eisini troløki hjá bátunum, sum royna á landleiðini um sumrarnar. – Eg bar eyga við eina rúsu á dekkinum á einum trolbáti í summar, og tað merkir, at hesir eru eisini í krambolagu við nevndu gágguveiði. Hann sigur, at 1500 rúsur við 15 favnum ímillum hvørja rúsu, gevur eina longd, sum er einar 37 kilo- metrar! – Hetta er eitt langt strekkið, og ógjørligt er at síggja, hvussu reiðskapurin stendur, tá ið myrkt, toka, regn og sjaskveður er. Eis- ini er ómøguligt hjá einum útróðrarbáti at fáa henda reiðskapin at borði, um tú kemur fastur, tí reiðskap- urin er so tungur. Trongdir burtur Løgtingsmaðurin sigur, at Bjørn Kalsø í svarinum vísir á, at royndarfiskiskap- urin er treytaður av, at hann ikki er øðrum fiskiskapi til ampa. – Men hvussu í Guðs garði kann henda gággu- veiða lata seg gera uttan at nerva verandi línuveiði, tá ið rúsurnar standa á bestu línuleið? spyr hann. Kári sigur, at útróðrar- bátar, sum royna við línu og veiða gággu við rúsum til egna nýtslu, nú eisini verða trongdir burtur á sínum leiðum. – Vit mugu síggja í eyg- uni, at húkaveiðan á land- leiðini hevur verið og er lívsgrundarlagið hjá mong- um heimi í Føroyum – einamest í økinum norðan- fyri, haðani landsstýrismað- urin kemur. Við hesum fyri- spurningi er ljóskastarin settur á ein trupulleika, har tveir veiðihættir á sama øki skapa trupulleikar. Hvussu hetta skal loysast, hvílir í l a n d s s t ý r i s m a n s i n s hondum. Hann hevur mynd- ugleikan og avgerðarrættin. At enda vónar løgtings- maðurin, Kári P. Højgaard, at landsstýrismaðurin, Bjørn Kalsø, fær royndar- veiðina eftir gággu á eitt annað øki, har hon ger minni skaða enn í dag. Skipið, sum roynir eftir gággu við rúsum undir Føroyum, er Bergunn, fyrrverandi Skansatangi Mynd: Vilmund Jacobsen – Vit mugu síggja í eyguni, at húkaveiðan á landleiðini hevur verið og er lívsgrundarlagið hjá mongum heimi í Føroyum – einamest í økinum norðanfyri, haðani landsstýrismaðurin, Bjørn Kalsø, kemur, sigur løgtingsmaðurin, Kári P. Højgaard Mynd: Vilmund Jacobsen Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, sigur, at ongar beinleiðis ásetingar eru um, hvar royndarfiskiskapurin eftir gággu við rúsum kann fara fram, men hesin er treytaður av, at hann ikki er øðrum fiskiskapi til ampa. - Royndarfiskiskapurin er loyvdur fyri at kanna, um henda veiða kann rekast lønandi og burðardygt NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar. Tá Meiken Krabenhøft, fríggjadagin 24. septembur 2004, tók sæti á tingi fyri Páll á Reynatúgvu, var tað fyrstu ferð, at Sandoyggin fekk kvinnuligt umboð inn á Føroya Løgting. Eisini er hetta fyrstu ferð, at Tjóðveldisflokkurin hev- ur tríggjar kvinnur á tingi samstundis. Einasti flokkur, sum frammanundan hevur havt trý kvinnulig umboð inni samstundis, er Fólka- flokkurin. Á løgtingsvalinum 20. januar, fekk Meiken Krabenhøft 58 persónligar atkvøður, og er hetta fyrstu ferð, hon tekur sæti á tingi. Meiken er 39 ára gomul og hevur HH prógv. Hon undirvísir í Skálavíkar skúla og hevur stuðulsstarv á Sandi. Hon og Niklas eru búsitandi í Skopun og eiga 3 børn. Foreldur hennara eru Billa og Ingemann Krabenhøft. Tøkk Vit vilja takka øllum fyri sýnda samkenslu í stóru sorg okkara, tá elskaði maður, pápi, verfaðir og abbi Thomas Arge Tórshavn andaðist og varð jarðaður. Tøkk fyri blómur og kransar. Tøkk fyri mangar hjálpandi hendur. Tøkk til tykkum øll, sum sýndu Thomas seinasta heiðurin, og fylgdu honum til gravar. Familjunnar vegna Sólrun Hildur, Fía og Regin Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum sýndu samkenslu við okkum, tá okkara góða mamma, vermamma, omma og langomma Bjørghild Jørgensen andaðist og varð jarðað. Takk til sangarar, organist og talarar fyri troystarrík orð. Takk til starvsfólkið á Onkologisku deild og á B7 á Landssjúkrahúsinum. Takk fyri blómur og kransar, og gávur til Føroya Felag móti Krabbameini. Hjartaliga takk øll somul. Erling, Randi og Edna við familjum Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt vístu okkum umsorgan og samkenslu, tá okkara kæri maður, pápi, verpápi og abbi Sigfred Hansen Sørvágur andaðist og varð jarðaður. Tøkk fyri hjálpsemi til jarðarferðina, gávur, blómur og kransar. Tøkk til prest fyri troystarrík orð, til kirkjutænarar, sangarar og øll tey mongu, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Jastrid og børnini við familjum Føðingar 17. september fingu Marjun í Puntabyrgi og Dennis Hald Nielsen í Kjellerup eina dóttur. Hon var 56 cm. long og vig- aði 4830 gr. 25. september fingu Rúna Antoniussen og Kári Dal Christi- ansen, Hoyvík eina dóttur. Hon var 54 cm. long og vigaði 3800 gr. 25. september fingu Birita Viderø, Argir og Ólavur Johann- esen, Vestmanna, ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 3750 gr. 29. september fingu Heidi Nónklett Jacobsen og Páll Sjúrð- ur Jacobsen, Glyvrar, ein son ið eitur Aron Nónklett Jacob- sen. Hann var 52 cm. langur og vigaði 3400 gr. 30. september fingu Anja Kass Olsen og Bogi Olsen, Nes, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3565 cm. 30. september fingu Sunrid Olsen og Gunnleif Rasmussen, Skála, ein son. Hann var 52 cm. langur og vigaði 2985 gr. 30. september fingu Eyðvør Egholm og Ingdor Klein Olsen, Vestmanna, eina dóttur. Hon var 55 cm. long og vigaði 4440 gr. 2. oktober fingu Karin Elisa og Odd Svøðstein, Glyvrar, eina dóttur. Hon var 49 cm. long og vigaði 3050 gr. 2. oktober fingu Siv Joensen og Eyfinn Joensen, Kolla- fjørður, ein son. Hann var 57 cm. langur og vigaði 4200 gr. Týsdagin fingu Mary Ann Mathisen og Bárur Andreasen, Klaksvík, ein son. Hann var 51 cm. langur og vigaði 3500 gr. 4. oktober fingu Mariann og Jóhan Stenberg, Argir, ein son. Hann var 51 cm. langur og vigaði 3700 gr. 4. oktober fingu Berlys og Tórhallur Niclasen, Saltangará, eina dóttur. Hon var 51 cm. long og vigaði 3300 gr. 4. oktober fingu Ennika Højgaard og Eyðun Matras, Fugla- fjørður, ein son. Hann var 50 cm. langur og vigaði 3750 gr. 4. oktober fingu Maren Johansen og Uni Svabo Joensen, Miðvágur, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3350 gr. 4. oktober fingu Siri Reinert Hansen og Rógvi Hansen, Toftir, ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 4000 gr. 5. oktober fingu Sóley Saxov og Bogi Nystrøm, Tórshavn, ein son. Hann var 58 cm. langur og vigaði 4300 gr. 5. oktober fingu Sonja og Hans Olsen, Rituvík, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3300 gr. 5. oktober fingu Simona og Jóannes Poulsen, Fuglafjørður, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 3900 gr. 6. oktober fingu Ninna og Tórhallur Justinussen, Leirvík, eina dóttur. Hon var 55 cm. long og vigaði 4150 gr. 6. oktober fingu Birgit og Gunnar Breckmann eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 4000 gr. Andlát 29.09 Dany Bláberg úr Funningi, 74 ár. 29.09 Gunvor Sawouri, fødd Thomsen, ættað av Tvøroyri, búsitandi í Onglandi, 82 ár. 30.09 Jógvan S. Højgaard, Klaksvík, ættaður av Húsum, 76 ár. 01.10 Maja Larsen fødd Tausen úr Runavík, búsitandi í Hundested, 59 ár. 02.10 Victor Frimodt Joensen úr Miðvági, 76 ár. 03.10 Erhard Dam á Lygnnesi í Kollafirði, 68 ár. 03.10 Kaj Rørvig, Hvidovre, 87 ár. 04.10 Jógvan Poulsen, Oyrabakki, 78 ár. 04.10 Bergit Mikkelsen á Velbastað, 90 ár. 05.10 Mary Persson, Tórshavn, fødd Thorsteinsson, úr Trongisvági, 82 ár. 06.10 Andrea Weihe á Selatrað, 86 ár. Søguligar hendingar á Føroya Løgtingi Ein onnur søgulig hending var, tá Rúna Sivertsen henda sama dag, fríggjadagin 24. septembur, tók sæti á løgtingi fyri Jákup Mikkelsen: Hetta er fyrstu ferð, at norðoyggjar verða umboðaðar av einum borgara, sum býr í Streymnesi. At Fólkaflokkin nú hevur tvey umboð á tingi, sum bæði búgva í Streymnesi, ger ikki søguna minni sjáldsama. Eisini er hetta fyrstu ferð, at tvey umboð á Føroya Løgtingi búgva í Streymnesi. Hin tingmaðurin, sum býr í har er Heðin Zacharisen. Tá Heðin varð valdur á ting í 2002, var tað aðru ferð, at umboð búsitandi í Hvalvíkar kommunu varð valt á ting. Fyrru ferð var, tá Tummas Egholm í 1914 var valdur á ting fyri Sjálvstýrisflokkin. C M Y K 13 12