leygardagur 9. oktober 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
eyga, tó at hann fekk brillur
sum umleið 40 ára gamalur.
– Eg havi soleiðis altíð tik-
ið sýnsroyndina við brillum,
og tað hevur higartil ikki ver-
ið nakar trupulleiki, sigur
hann.
Eingin avmarking
Tað er skjótt eitt ár síðan, at
Søren endurnýggjaði sítt
koyrikort seinast.
– Nú er aldurin vorðin so
høgur, at torført er at siga,
hvussu verður við sýnsroynd-
ini næstuferð, men eg kenni
meg væl, og mær dámar
framvegis væl at koyra bil.
Søren og konan eru altíð
saman, bæði heima og úti.
– Vit fara til handils saman,
og tá koyri eg inn í Brotið ella
til onkran annan handil í øki-
num.
Eingin avmarking er í
koyrikortinum hjá honum, og
tí kunnu Søren og konan
koyra, hvar tey vilja.
– Men eg koyri næstan bara
her í økinum. Eg kundi sakt-
ans koyrt til Havnar, men tá
hevði eg helst verið noyddur
at hvílt meg eitt sindur á
vegnum, tí orkan er jú ikki,
sum hon var fyrr. Eg møðist
eitt sindur skjótari. Fara vit til
Havnar, kemur altíð onkur
við okkum. Hinvegin hugsi
eg slett ikki um troyttleika, tá
ið eg koyri ímillum her í øki-
num, sigur hann.
Bara Mazda-bilar
Søren tók koyrikort til bil, tá
ið hann var 57 ára gamal,
men fyri ta tíð hevði hann
motorsúklu.
– Eg havi havt Mazda-bil
øll árini, eg havi koyrt, og tað
havi eg framvegis. Mær dám-
ar hesar bilarnar ógvuliga
væl, og satt at siga kenni eg
einki til aðrar bilar. So, eg
dugi ikki at meta um, hvussu
teir eru í mun til hesar.
Søren sigur, at hann hevur
bara havt ein Mazda-bil, sum
honum ikki dámdi.
– Eg haldi, at hesin bilurin,
sum annars var nýggjur, virk-
aði so óstúttur. Eg skifti hann
um og fekk eitt annað modell,
sum mær aftur dámdi ógvu-
liga væl. Hetta var sum aftur
at seta seg í eina dýnu, sum
hann tekur til.
Sum vit nevndu í byrjanini,
hevur Søren seinastu árini
koyrt við automatiskum gear-
um.
– Tað var av tilvild, at eg
keypti bil við automatiskum
gearum, tí teir høvdu ongan
annan av slagnum, sum eg
skuldi keypa. Eg vandi meg
skjótt við hetta, og mær dám-
ar hendan bilin og sjálvvirk-
andi gearini ógvuliga væl,
sigur hann.
Trygg í bilinum
Søren sigur, at konan, Signa,
hevur ongantíð havt koyri-
kort, men tað hevur ongantíð
verið nakar trupulleiki.
– Eg og konan eru altíð
saman, bæði heima og úti, og
tá ið vit fara til handils ella at
vitja fólk, eru vit eisini altíð
saman. Í bilinum kenni eg
meg fullkomiliga tryggan, og
eg haldi, at konan framvegis
hevur stórt álit á mær sum
bilførara, sigur Søren.
Hann minnist aftur á ein
dagin, hann fyri mongum ár-
um síðan stóð á Vaglinum í
Havn og eygleiddi ferðsluna.
– Hetta var áðrenn, eg
hevði tikið koyrikortið. Eg
hugsaði við mær, at her er so
nógv ferðsla, at hetta fer
ongantíð at ganga. Men so
hugsaði eg við mær sjálvum,
at eg siti bara í tí eina bil-
inum.
Søren er sannførdur um, at
skulu vit fáa eina trygga
ferðslu í Føroyum, noyðist
hvør einstakur bilførari at
ansa væl eftir, bæði sær sjálv-
um og øðrum.
– Hetta er ógvuliga umráð-
andi, bæði hjá teimum ungu í
ferðsluni og hjá okkum
gomlu, tí tú reagerar ikki líka
skjótt, tá ið tú gerst gamalur.
Ti er eisini neyðugt at ansa so
mikið betur eftir øllum sum
fyriferst á vegnum, sigur
hann.
Álopin í Íslandi
Søren hevur livað eitt langt
lív, og enn eru bæði hann og
konan rættiliga byrg.
Sum blaðungur fór hann til
skips og var sjómaður, til
hann legðist uppi og fór at
smíða. Hann fekst við timb-
urarbeiði, til hann legði frá
sær fyri aldur.
Ein maður, sum hevur siglt
øll síni bestu ár – og sum sigl-
di øll stríðsárini, hevur upp-
livað eitt sindur at hvørjum.
Tað hevur Søren so sanni-
liga eisini.
Hann var eitt nú við slupp-
ini, William Martin, tá ið hon
varð álopin av týskum flog-
fari undir Íslandi.
– Vit lógu uttarliga á Nes-
grunninum, tá ið eitt týskt
flogfar kom innan av land-
inum og byrjaði at skjóta eftir
okkum. Tað fleyg yvir okkum
nakrar ferðir og skjeyt við
kúlum sum eksploderaðu.
Søren sigur, at umborð á
Williami Martin høvdu teir
riflu og eina maskinbyrsu til
verju, sum teir royndu at verja
seg við.
– Eg var ein av teimum, ið
skjeyt eftir týska flogfarinum,
sum at enda rýmdi. Sama dag
hoyrdu vit um eitt flogfar,
sum datt niður í Grimsoyar-
sundinum, og vit halda, at
hetta var flogfarið, sum var
yvir okkum.
Hann sigur, at nógv hol
komu á skipið, sum var
gjøgnum skotið í vatngang-
inum og aðrastaðni.
– Ein oyndfirðingur, sum
var við okkum, fekk skaða av
týska álopinum. Hann var
staddur niðri í lugarinum,
afturi við kabússuna, og fekk
nógvar splintur í kroppin, tá
ið kúlurnar hjá flogfarinum
raktu skeilettið og eksploder-
aðu.
Søren sigur, at amerikansk
herskip, sum vóru har á leið-
ini, komu teimum til hjálpar
og fluttu særda oyndfirðingin
til Reykjavíkar.
– Skipið lak nokso illa, og
vit noyddust inn á Seyðis-
fjørðin at bøta. Tá ið bøtt varð
um skaðarnar, fóru vit beina
leið heim til Føroya, sigur
hann.
Høgur aldur
Søren ber seg ógvuliga væl,
og meðan vit sita við væl
dekkaða borðið í Rituvík,
spyrja vit hann, hvør upp-
skriftin er uppá at blíva so
gamal og kortini vera so væl
fyri, sum hann er.
– Tað er sjálvandi ilt at siga,
men eitt er vist; eingin doyr
av at arbeiða fysiskt arbeiði.
Søren roykti sum yngri,
men nú eru mong, mong ár
síðan, at hann slapp av við
sigarettina.
– Eg haldi ikki, tað er gott
fyri nakað at roykja. Men ert
tú fyrst byrjaður, kann vera
ringt at sleppa av aftur við
sigarettina, um viljin ikki er
nóg sterkur. Eg royndi tvær
ferðir. Fyrru ferðina gekk
ikki, men seinnu ferðina var
tað eingin trupulleiki.
Spurdur, um hann hevur
ansað eftir, hvat hann hevur
etið, sigur Søren J. Lam-
hauge, at tað hevur hann slett
ikki.
– Eg havi etið alt, sum er
komið á borðið, eisini feitt,
sigur hesin ógvuliga fryntligi
maðurin.
Hinumegin borðið situr
konan, Signa við einum blíð-
um og vinarligum smíli, með-
an maðurin fortelur – og við
endan av borðinum situr ein
av døtrum teirra, sum syrgir
fyri, at te-koppurin er fullur
alla tíðina.
Á trappuni taka vit mynd av
teimum báðum gomlu, og
síðan fara Søren og eg yvir til
Mazda-bilin, sum stendur í
túninum.
– Jú, hetta er ein deiligur
bilur, sigur hann í øllum regn-
inum, sum er hesa løtuna.
Løtu seinni situr hann aftur
við borðið, saman við konu
síni.
Og tá ið keypast skal inn,
fara tey bæði enn ein biltúr.
15
Søren er sannførdur um, at
skulu vit fáa eina trygga
ferðslu í Føroyum, noyðist
hvør einstakur bilførari at
ansa væl eftir, bæði sær
sjálvum og øðrum
Mynd: Vilmund Jacobsen
14
Tey eru bæði serstak-
liga blíð og fyrikom-
andi, hjúnini Signa og
Søren J. Lamhauge, tá
ið vit støkka inn á gólv-
ið í hugnaliga heimi
teirra í Rituvík seinna-
partin mánadagin.
Signa hevur ongantíð
havt koyrikort, men tað
hevur heldur ikki verið
neyðugt hjá henni. Hó-
ast maður hennara nú
er farin um tey níti,
stendur ikki á hjá hon-
um at koyra konuna, tá
ið tey bæði fara til
handils ella at vitja fólk
PRÁT
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Hann er føddur 13. november
í 1913 og er sostatt farin um
tey níti. Aldur sæst næstan
ikki á, og tá ið tú nærkast
hugnaligu húsunum, sært tú
heldur ikki nakað tekin um
aldurdóm. Í túninum stendur
ein myrkur Mazda 626 við
automatiskum gearum og
powerstýring. Ein bilur, sum
mangur unglingi kundi hugs-
að sær.
Sosialurin er stokkin inn á
gólvið hjá Søreni og Signu í
Rituvík til prát.
Hann er 90 ár, og hon verð-
ur 86, tá ið hon fyllir næstu
ferð. Í mun til høga aldurin,
bera tey bæði seg ógvuliga
væl, og tað er hugnaligt at
sessast við teimum hinumeg-
in borðið til ein góðan og
sterkan te-munn í hugnaligu
stovuni.
Eitt gott eyga
Hóast høga aldurin, hevur
Søren ikki sett bilin enn.
– Nú eg eri komin so langt
upp í árini, noyðist eg at
endurnýggja mítt koyrikort á
hvørjum ári. Tað havi eg verið
noyddur til seinastu árini.
Sýnsroyndin, sum læknin tek-
ur, er avgerandi fyri, um eg
sleppi at endurnýggja kortið,
og higartil hevur hetta bara
gingið væl.
Søren sigur, at heilt síðan
hann var óviti, hevur hann so
at siga bara sæð við øðrum
eyganum.
– Eg síggi ljós við vinstra
eyga – og ríkiliga tað, og eg
síggi fólk, sum ganga eftir
gólvinum. Soleiðis hevur
vinstra eygað altíð verið.
Mamma mín segði, at tað ein-
asta, henni kundi koma til
hugs, sum kundi hava ávirkað
eygað, var, at eg var ógvuliga
ringur av kykhosta. Hon helt,
at tað kanska kundi hava
gingið út yvir eyguni.
Hann sigur seg ofta hava
hoyrt, at fólk, sum lítið og
einki síggja við øðrum eyga-
num, síggja skeivt og tískil
kunnu hava ilt við at koyra
bil.
– Men hetta hevur ongantíð
bilað hjá mær, og kanska er
tað tí, at soleiðis hevur tað
altíð verið.
Søren sigur, at hann hevur
sæð rættiliga væl við høgra
90 ára gamal bilførari í Rituvík
– Eg og konan eru altíð
saman, bæði heima og úti, og
tá ið vit fara til handils ella at
vitja fólk, eru vit eisini altíð
saman. Í bilinum kenni eg
meg fullkomiliga tryggan, og
eg haldi, at konan framvegis
hevur stórt álit á mær sum
bilførara, sigur Søren, sum
fyllir 91 í november
Mynd: Vilmund Jacobsen
Ein maður, sum hevur siglt øll síni bestu ár – og sum sigldi øll stríðsárini, hevur upplivað eitt sindur at hvørjum. Tað hevur Søren so
sanniliga eisini. Hann var við sluppini, William Martin, tá ið hon varð álopin av týskum flogfari undir Íslandi
Mynd: Vilmund Jacobsen