Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-09, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. oktober 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 193 • leygardagur • 9. oktober 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Talan verður allar- helst bert um takt- iskar justeringar - og ikki umfatandi broyt- ingar - á landsliðnum hesaferð CYPROS-FØROYAR Jákup Mørk Nicosia, Cypros: Ein av føstu spurningunum, sum eru frammi, tá fótbólts- landsliðið skal spæla, plagar at vera, hvørjir teir ellivu verða, sum landsliðs- venjarin velur til at byrja inni á á vøllinum. Tann spurningurin tykist tó vera minni hesaferð, enn hann so ofta hevur verið. Bæði tí leikarahópurin sum heild er sloppin sera væl frá skaðum hesaferð, men eis- ini tí liðið í seinasta dystin- um - tað var móti Fraklandi - sýndi nakað av tí besta, sum føroyska liðið hevur spælt seinastu árini. Tí liggja ikki tær heilt stóru broytingarnar í kort- inum, tó at talan helst verð- ur um onkrar justeringar, sum kunnu flyta liðið long- ur niðan á vøllin. Her vóru okkara í útgangsstøðu í eini verjukendari 4-5-1 í dystin- um móti Fraklandi, men tann parturin verður helst broyttur til 4-4-2 hesaferð, tó at fólkið helst verður tað sama. Skaðar hevur talan als ikki verið um á ferðini, og sum heild hava fysiotera- peutarnir havt eina toluliga lætta ferð higartil. Hós- morgunin fekk Rógvi Jac- obsen eitt lítið trælar, og sama kvøldið steðgaði Claus Bech Jørgensen tíð- liga við venjingini, tí hann var nakað stívur um ryggin, men talan skuldi tó ikki verið um nakrar álvarsligar skaðar hjá nøkurm teirra. Og í øllum førum verður roknað við, at teir eru tøkir leygardagin. Tað merkir, at Jákup Mikkelsen heldur fast um sítt pláss í málinum. Pól Thorsteinsson og Súni Olsen verða í hvør sínum borði í verjuni. Í miðverjuni verða tað so Óli Johanne- sen og Jón Rói Jacobsen, sum skulu ansa eftir cypr- iotisku álopsleikarunum. Í hjartanum á sentrala mið- vøllinum verða sum vant Fróði Benjaminsen og Juli- an Johnsson, meðan kantar- nir so verða mannaði av Jákup á Borg og Claus Bech Jørgensen. Og at enda verða tað so helst Jónhard Frederiksberg og Rógvi Jacobsen, sum fara at manna føroyska álopið. Hava veikleikar Sum nevnt í blaðnum í gjár, so er fótbólturin, sum cypriotar spæla, tann vanligi suðurlendski fót- bóltsstílurin, har denturin verður lagdur á skjótt tekniskt spæl. Júst tann fótbólturin plagar ikki at vera tað, sum okkara monnum dámar best, men hinvegin tykist tað vera so- leiðis, at føroysku venjarar- nir hava hugsa um onkrar hættir, sum kunnu vera við til at betra um føroysku møguleikarnar. – Vit hava hugt eftir sjónbandi av teirra dystum, og sum heild er talan um eitt gott lið. Skal nakar veikleiki nevnast so er tað, at teir tykjast fleiri ferðir at missa skipanina í verju- spælinum, tá liðið flytir seg niðan eftir vøllinum. Og tað kunnu vit vónandi gera okkum dælt av, segði Jógv- an Martin Olsen, tá vit eftir seinnu venjingina hósdagin fingu orðið á hann. Tað merkir helst, at ein av týdningarmestu før- oysku leikarunum verður Súni Olsen, sum hevur út- gangsstøði á vinstra bakki. Við evnunum hjá sær at leggja millimetra-neyvar sendingar yvir allan vøllin, er als ikki óhugsandi, at long skift móti eini - vón- andi - illa skipaðari mót- støðuverju kunnu vera tað, sum skræðir verjupartin hjá móstøðuliðnum upp. Hvørt hetta so fer at eydnast, er ein annar spurningur, og hesin veruður so ikki svar- aður fyrr enn leygarkvøld- ið. Teir somu ellivu Claus Bech Jørgensen er einasti leikarin, sum ikki hevur vant við fullari ferð, men roknað verður ikki við, at hetta fer at bila leygardagin Talan verður helst ikki um tær kollveltandi broytingarnar á landsliðnum hesaferð 15 14 Nr. 193 - 9. oktober 2004 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Dagurin 9. Dionysius, deyður umleið ár 258. Hann varð vígdur til biskup av pávanum Fabiani og fór til Fraklands sum trúboðari. Varð saman við tveimum øðrum hálshøgdur á tí staðnum, sum nú eitur Montmatre, ið merkir martýrfjallið. Best kenda halgisøgan um Dionysius er, at hann eftir at vera hálshøgdur sjálvur bar høvd sítt til tann staðin, hann vildi verða grivin. Har var kirkjan St. Denis bygd. Símun av skarði doyði hendan dagin í 1942. 10. oktober. Gereon, deyður umleið ár 300. Eftir halgisøguni kristin herhøvdingi, sum varð tikin av døgum. 11. oktober. Nikatius. Grikki, sum í 2. øld boðaði evangeliið í Suðurfraklandi og stovnaði kirkjulið og saman við øðrum og bygdi kirkjur m.a. í Lyon. Hann og ein av monnum hansara, Probus, sum eisini hevur staðið í álmanakkanum, vóru tiknir av døgum av uppøstum heidningum. Nólsoyar Páll varð doyptur hendan dagin í 1766. Týsdagin 5. oktober fylti kendi danski filmsleiktjór- in og læknin Nils Malmros 60 ár. Í Føroyum er hann best kendur fyri filmin »Bar- bara«, sum hann leikstjórn- aði og bleiv tikin upp í Før- oyum í 1997. Nils Malmros er føddur í Århus í 1944, har hann tók studentsprógv í 1964. Hann er sjálvlærdur filmsleikstjóri og bleiv lið- ugur sum lækni í 1987. Læknaútbúgvingin tók honum meira enn 22 ár, tí lærutíðin varð í heilum avbrotin, tá hann leikstjórn- aði teimum ymisku filmun- um, hann gjørdi hesi árini. Hann er helst einasti danski læknin, sum tá hann varð liðugur við útbúgving- ina, arbeiddi sum vikarur fyri ein eykalækna. Hansara lív hevur verið ein samanseting av at ar- beiða sum lækni og sum filmsleikstjóri. Hann hevur altíð gjørt sær stóran ómak fyri at innliva seg í teir filmar, hann hevur leik- stjórnað. Áðrenn hann gjørdi filmin um skaldsøguna »Barbara«, eftir Jørgen Frantz Jacobsen, arbeiddi hann sum lækni í Føroyum, meðan hann í síni frítíð fyrireikaði seg til upptøk- urnar til filmin. »Barbara« bleiv dýrasti filmur við danskari talu í søguni. Eisini seinni, tá hann fyrireikaði filmin »At kende sandheden«, sum var eitt portrett av pápanum, Richard Malmros, sum eis- ini var lækni og doyði í 2000, arbeiddi hann á somu deild, sum pápin hevði ar- beitt á, fyri at fáa betri inn- lit í umstøðurnar hjá hon- um. Niles Malmros hevur fingið hópin av virðisløn- um fyri sínar filmar. Hann fekk t.d. virðirløn fyri filmin »Lars Ole, 5c« í 1973, »Drenge« í 1977, »Skønheden og udyret« í 1983, og »Kærlighedend smærte« í 1992. Filmirnir »Kundskabens træ« sum hann gjørdi í 1981, og »At kende sand- heden« í 2002, verða mettir sum sonn meistaraverk. Nils Malmros giftist í 1982 við Marianne Trom- holt, sum er lærari. Tey eiga eingi børn, men eru sera virkin í mentanarlívinum í Århus. Nils Malmros er ein av høvuðsmonnunum aftan fyri hugskotið um at gera ein stóran filmsídnað í Århus undir navninum »Filmby Århus«. Í løtuni fyrireikar hann ein komandi film, »Kæres- tesorger«, sum er um tíð- ina, tá hann gekk á studentaskúla. Síðan 14. september 2004 hevur Sp/f Bil Mini-Taxi skipað fyri eini kapping, har kundi nr. 2500 vinnur ein Apex-ferðaseðil við Atlantic Airways. Hósdagin 7. oktober var Suni Bjartalíð úr Klaksvík ein av hepnu vinnarunum Tá klaksvíkingurin Suni Bjartaliíð kom á Farstøðina í Havn hósdagin 7. oktober og leigaði sær ein hýru- vogn út á Landssjúkrahúsið frá bilstøðini Bil Mini- Taxi, visti hann ikki, at hann hevði vunnið ein ferðaseðil frá Atlantic Air- ways. Tá Suni skuldi gjalda fyri túrin, fekk hann at vita frá bilføraranum, at túrurin var ókeypis, og hann hevði vunnið ein Apex-ferðaseðil frá Atlantic Airways. Orsøkin var, at hann var kundi nr. 2500 hjá Sp/f Bil Mini-Taxi, síðan kappingin byrjaði tann 14 september. Talan er bert um inn- ringdar túrar, ella har fólk koma á støðina og biðja um hýruvogn. Við í vinninginum er koyring til og frá Flogvøll- inum, um vinnarin býr har sum koyrandi er til. Í hes- um føri verður Suni heint- aður í Leirvík og koyrdur vestur á Flogvøllin. Kappingin byrjaði 14. september og verður fram til 14. november, so nakrir vinnarar verða afturat, áðrenn kappingin endar. Fríggjadagin 1. oktober legði Osvald Hansen, verk- meistari á Sundsverkinum, frá sær, og samstundis tók 1. meistari á verkinum, Jákup Sørensen, við sum verkmeistari. Osvald Han- sen er 67 ár og hevur starv- ast hjá SEV síðani 1965, tá hann byrjaði sum verk- meistari á Havnarverkin- um. Hann heldur fram við ymsum fyrifallandi arbeiði á Sundsverkinum til hann hevur verið í starvi hjá SEV í 40 ár 31. mai næsta ár. Jákup Sørensen í Havn er maðurin, sum fríggjadagin fekk lyklarnar til Sundverk- ið frá Osvaldi Hansen, og sum harvið tók við sum verkmeistari á Sundi. Jákup Sørensen hevur verið 1. meistari á verkinum síðani 1984, og hann hevur starv- ast sum maskinmeistari á Sundi síðani 1978. Tá Jákup Sørensen setti seg í verkmeistarasessin, tók Gudmar Joensen av Signabø, sum framman- undan starvaðist sum maskinmeistari á Sundi, við sum 1. meistari á verk- inum. Jákup avloysir Osvald á Sundsverkinum Nils Malmros 60 ár Sp/f Bil Mini-Taxi: Suni vann ferðaseðilin Suni Bjartalíð fekk at vita frá bilføraranum, Árna Vang, at hann skuldi ikki gjalda fyri túrin, og at hann hevði vunnið ein Apex-ferðaseðil frá Atlantic Airways Mynd: Karlon Winther C M Y K 14