Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-11, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. mai 2017síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. MAI 2017 SOSIALURIN 55 4 Óbíbilski halgidagurin DANJAL AV RANA F ríggjadagin er dýri biði­ dagur. Á álmanakkan­um er dagurin merktur við reyðum, men hvaðani stavar dagurin? Tað sermerkta við hesum degnum er, at í mun til aðrar halgidagar, so er hann ikki knýttur at nakrari bíbliusøgu. Harumframt er tað bara í Før­oy­ um, Danmark og Noregi, at dag­ urin verður hildin. – Nei, tað er satt. Dýri biðidagur hevur ongan uppruna í bíbilsku søguni, sigur Jákup Reinert Han­ sen, prestur og lektari í kirkjusøgu. Dagurin bleiv ásettur við fyri­ skipan 16. mars 1686 av Hans Bagg­er, sum var biskupur og em­ bætismaður í Keypmannahavn. – Tað var sera vanligt at kongur gav boð um at halda biðidag, um okkurt hótti landið. Tað kundi vera krígshóttanir, misvøkstur í landbúnaðinum, umfarssótt, náttúru­vanlukkur og líknandi. Tá komu boð frá kongi, um at alt fólkið skuldi fara í kirkju, umvenda seg og biðja Guð um at venda vreiði sína frá teimum, greiðir Jákup Reinert Hansen frá. Við tíðini høvdu hesir biði­dag­ arnir lyndi til at gerast til siðvenju og gjørdust teir kanska nakað nógvir. Tí varð avgerð tikin um at savna teir í ein dag, sum bleiv lagdur til fjórða fríggjadag eftir páskir. Onkur hevur hildið, at dýri biðidagur hevur samband við katólsku halgimennini, men so er ikki, sigur Jákup Reinert Hansen. Hann greiðir frá, at í katólskari tíð var í Føroyum vanligt at hava tríggjar samanhangandi biðidagar um várið at biðja um ein góðan gróður og tríggjar um heystið til at takka fyri ein góðan skurð. Vit hava tó tekin um, at før­oy­ ingar vóru heldir trekir at sleppa gomlu biðidøgunum til frama fyri nýggja dýra biðidegnum. – Í Føroyum høvdu vit eisini ein fastan biðidag um mánaðin, fyrsta mikudag eftir nýmána. Í 1733, altso 50 ár eftir at dýri biðidagur kom, kemur ein bók út í Føroyum, við prædikum og bønum til teir ymisku biðidagarnar. So vit hava ikki heilt slept gomlu biðidøgunum beinanvegin, sigur Jákup Reinert Hansen. Hann vísir á, at kongurin fram­ vegis hevði rættindi til at geva boð um biðidagar, um onkur hóttan brast á, hóast dýri biði­dagur nú var komin. Í gamlari tíð var vanligt at hava tvær gudstænastur, á miðdegi og síðani um kvøldið. Nú er bara eina gudstænastan. – Tekstirnir og bønin hend­ an dagin bera enn brá av álvar­ seminum, sum merkti dagin frá gamlari tíð. Teir snúgva seg tí nógv um umvending og bøn. Í Dan­ mark er tó tann broyting hend, at dagurin er vorðin tann stóri konfirmasjónsdagurin, greiðir Jákup Reinert Hansen frá. Ein siðvenja hevur stungið seg upp í Danmark í samband við dýra biðidag. – Sagt var, at skal man læra danir um átrúnað, so skalt tú tosa til búkin. Í samband við dýra biðidag er nú vorðið vanligt at eta heitar hveitur. Søgan aftan fyri er hon, at bakararnir nú brád­liga vóru noyddir at halda frí hendan fríggjadagin. Fyri at baka breyð, sum skuldi halda sær til leygardagin, fóru teir at baka fínar hveitibollar. Fólk í Keyp­ mannahavn plagdu tí dýra biði­ dagsaftan at fara ein gongutúr á vøllgarðinum, og um kvøldið ótu tey so ristaðar hveitibollar ella heitar hveitur, sum tey nevna tað, sigur Jákup Reinert Hansen. Sum einasti halgidagurin hevur dýri biðidagur ikki ein bíbilskan uppruna, men er heldur ein praktisk loysn frá 17. øld 50 g margarin ella smør 3 dl mjólk 35 g ger 1 tsk salt 1 spsk sukur ½ ts kardamumma 1 eggjahvíti 50 g eplamjøl 450 g hveitimjøl 1 pískaður eggjareyði • Smelta margarinið og oys mjólk, salt og sukur í. Rør so gerið í, tá smørið er lunkað. • Kardamumman, eggjahvítin, eplamjølið og helvtin av hveitimjølinum verður rørt út í. Restin av mjølinum verður so oyst í so við og við, inntil deiggið er mjúkt og bleytt. • Set deiggið flótt at ganga undir einum viskustykki eina tíð. • Elt deiggið væl og být tað upp í 16 bollar. Set teir á bakipappír á bakiplátu og lat teir standa í ein hálvan tíma. • Pensla bollarnar við pískaða eggjareyðanum og set bollarnar í ein heitan ovn, 200 stig. Lat bollarnar baka í 20 minuttir. • Lat bollarnar kólna. Áðrenn teir verða etnir, skulu teir skerast um tvøran og ristast antin í breyðristara ella í ovninum á 250 stigum. Uppskrift upp á heitar hveitur Bønin biðin á gudstænastuni dýra biðidag Náðigi Guð, miskunnsami faðir, vit hava í neyð okkara einki annað at líta á enn guddómligu miskunn tína. Tí biðja vit teg, varðveit okkum frá øllum tí, sum ræðir og hóttir okkum, og ver okkara fasta vernd fyri son tín, Jesus Krist, váran harra, sum við tær livir og ræður í einleika heilaga andans, ein sannur Guð um aldur og ævir allar! Amen. Seinna Krýnikubók 7:14. Dahl’s týðing. um fólk mítt, sum navn mítt er nevnt yvir, tá bønandi fellur á knæ og søkir ásjón mína og víkur frá vándu vegum sínum, tá vil eg bønhoyra tey á himni og fyrigeva syndir teirra og grøða land teirra. Jákup Reinert Hansen DÝRI BIÐIDAGUR