Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-11, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. mai 2017síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. MAI 2017 SOSIALURIN 55 16 VELJARAKANNING Nýggja veljarakanningin, ið Gallup hevur gjørt vísir, at tað eru ikki stórar flytingar í atkvøðunum. Allar flytingir í sessum fara fram millum andstøðuflokkarnar SÓLVIT E. NOLSØ S jálvstýri missir sínar báðar tingsessir. Ein til Fólkaflokkin og ein til Sambandsflokkin. Tað vísir nýggj veljarakanning, ið Gallup hevur gjørt og Zakarias Wang hevur umbiðið. Kanningin er gjørd í døgunum 10. apríl – 2. mai. Tríggir andstøðuflokkar ganga fram í prosentum, Fólkaflokkurin við 2,2%, Sambandsflokkurin við 1,7% og Miðflokkurin við 0,6%. Allir hinir flokkarnir ganga aftur í prosentum og serliga eru tað Sjálvstýri og Framsókn, ið ganga aftur við ávikavist 1,8 og 1,5%. Hóast afturgongd í prosentum, so eru broytingarnar í tingsessum allar í andstøðu. Tað vil siga, at ein andstøðuflokkur missir til tveir aðrar andstøðuflokkar. Tískil varðveitir samgongan við hesum sín smala meirlut á ein tingsess. Andstøðan fær 16 og samgongan 17. Eftir hesari kanning dettur Sjálvstýri heilt burtur úr Løgtinginum. Flokkurin fellir fyri markinum á 3,03%, ið krevst fyri at fáa ein tingsess. Eftir veljarakanningini fær Sjálvstýri 2,3%. Hetta er fyrsta veljarakanning síðan valið, har Sjálvstýri fellir undir markið. Øll tølini skulu takast við tí fyrivarni, at tað er ein óvissa í veljarakanningum, sum talvan við óvissum eisini vísir. Tí er tað ikki neyðturviliga rætt, at Sjálvstýri fellir undir markið. Um 2% av svarpersónunum svara, at tey velja Sjálvstýri, so er óvissan +/- 1,2%. Tað merkir, at í veruleikanum liggur talið hjá Sjálvstýri millum 1,1-3,5%. Eitt annað dømi er Sambandsflokkurin, ið sambært hesari kanning fær 20,4%. Óvissan við 20% er sambært talvuni 3,4%, ið merkir, at Sambandsflokkurin liggur í veruleikanum onkrastaðni millum 17-23,8%. SAMGONGAN VARÐV OG SJÁLVSTÝRI MISS Niðanfyri sæst óvissan við 525 svarpersónum: Svarpartur í % 5 ella 95 10 ella 90 15 ella 85 20 ella 80 25 ella 75 30 ella 70 35 ella 65 40 ella 60 45 ella 55 50 Óvissa í +/-% 1,9 2,6 3,0 3,4 3,7 3,9 4,1 4,2 4,3 4,3 Vandringsmatrisa Fólka- flokkurin Sambands- flokkurin Javnaðar- flokkurin Nýtt Sjálvstýri Tjóðveldi Mið- flokkurin Framsókn Minnist ikki Stemmaði ikki/blankt Var ikki á vali Ikki valrætt Fólka- flokkurin 73 4 2 3 1 1 2 1 2 Sambands- flokkurin 1 85 8 1 3 2 4 Javnaðar- flokkurin 1 3 101 2 1 1 2 1 2 6 Nýtt Sjálvstýri 1 4 Tjóðveldi 1 2 1 97 2 1 Miðflokkurin 1 1 17 2 1 Framsókn 2 15 Veit ikki 3 2 10 1 9 1 5 3 3 2 Vil ikki svara 2 4 Fer ikki a val 3 2 1 1 4 Blankt 2 2 1 1 1 Ikki valrætt 17 Um val nú Løgtingsval sep 2015 Gongdin síðan seinasta løgtingsval, sep. 2015 Úrslit Býtið í % Munur Fólkaflokkurin 21,1 + 2,2 Sambandsflokkurin 20,4 + 1,7 Javnaðarflokkurin 24,7 ÷ 0,4 Nýtt Sjálvstýri 2,3 ÷ 1,8 Tjóðveldi 19,9 ÷ 0,9 Miðflokkurin 6,1 + 0,6 Framsókn 5,5 ÷ 1,5 Tingsessir Býtið av 33 sessum Munur Fólkaflokkurin 7 + 1 Sambandsflokkurin 7 + 1 Javnaðarflokkurin 8 – Nýtt Sjálvstýri 0 ÷ 2 Tjóðveldi 7 – Miðflokkurin 2 – Framsókn 2 – Um fólkatingið avtekur fíggjarliga stuðulin til Fø undir við …? (Einans teir respondentar, sum hava valrætt.) 1% 7% 1% 6% 2% 38% 3% 11% 50% 71% 42% 29% 30% 5 87% 87% 25% 50 48% 61% 0% 10% 20% 30% 40% 50% 60% Fólkaflokkurin (A) Sambandsflokkurin (B) Javnaðarflokkurin (C) Nýtt Sjálvstýri (D) Tjóðveldi (E) Framsókn (F) Miðflokkurin (H) Tilsamans at innlima Føroyar í Danmørk (tað vil siga, at Føroya lóggávuvald)? at fáa fullveldi (tað er loysing)? at hava sama tilknýti til Danmørk sum nú?