Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-11, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. mai 2017síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. MAI 2017 SOSIALURIN 55 15 Leiðari til hvítvøruverkstaðið Elding í Tórshavn søkir eftir einum hvítvørutøkningi Elding er størsti hvítvøru- og elektronik- handil í Føroyum við handlum í Tórshavn, Klaksvík og online. Vit bjóða eitt spennandi starv við góðum menningarmøguleikum. Starvið umfatar leiðslu, samskipan og umvælingar. Tín profilur: El-tekniska bakgrund, so sum elektrikari/el-innstalatør/ maskinútbúgving ella líknandi Royndir innan líknandi øki Góð samstarvs- og samskiftisevnir Tekur tekniskar trupulleikar sum eina avbjóðing, sum kann loysast Rímuliga góðan telduførleika Er ábyrgarfull/ur, málrættað/ur og dugir væl at gera uppfylgjandi arbeiði Skal kunna arbeiða sjálvstøðugt Vit bjóða: Góða upplæring frá okkara veitarum, sum td. Miele, har góður møguleiki er fyri áhaldandi tøkniligari menning. Umsóknarfreist: Umsóknarfreistin at søkja starvið er 31. mai. Meira kunning: Starvið verður sett skjótast gjørligt. Ert tú áhugað/-ur at søkja starvið og ynskir at hoyra meira, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Mads A. Winther á fartlf. 529000 ella á teldupost maw@elding.fo Umsóknin skal sendast til: Elding Elrisin maw@elding.fo E l d i n g | H o y v í k s v E g u r 6 5 | T E l 3 5 9 0 0 0 | E l d i n g @ E l d i n g . f o | w w w . E l d i n g . f o Loyvir at gagnnýta vatn úr Sumbiarbergholinum lýst leys Sambært § 1 í løgtingslóg nr. 53 frá 28. apríl 2000 um vatnið í Sumbiar­ bergholinum, sum broytt við løgtingslóg nr. 55 frá 16. mai 2006, verða við hes um lýst leys loyvir at gagnnýta vatn, sum til eina og hvørja tíð rennur úr riv um og øðrum lekum í fjallinum inni í Sumbi ar­ berg holinum. Umsóknarblað og nærri upplýsingar Áhugaðir umsøkjarar kunnu venda sær til Skráseting Føroya fyri at fáa um sókn­ ar blað og nærri kunning um treytir o.a. fyri at kunna søkja. Umsóknarblaðið er at finna á heimasíðuni hjá Skráseting Føroya, www.skraseting.fo. Freist at søkja Seinasta freist at søkja er 1. juni 2017. Umsóknir skulu sendast til: Skráseting Føroya, Sigmundargøta 13, Postrúm 264, 110 Tórshavn Treytir fyri at kunna søkja Umsøkjarar skulu hava bústað í Føroyum, ella innan umveldisvídd Hoyvíkssáttmálans. Er talan um felag, sum søkir, skal felagið vera partafelag, smápartafelag ella lutafelag. Felagið skal vera skrásett í Føroyum ella aðrastaðni innan umveldisvídd Hoyvíkssáttmálans. Tá loyvi verður latið, verður dentur lagdur á førleikar hjá umsøkjarunum at fremja ætlanina, og hvussu vatnið kann gagnnýtast á skilabestan hátt. Skráseting Føroya kann lata vera við at geva teimum loyvi, ið søkja. Skráseting Føroya er sostatt ikki bundin at veita loyvi, hóast lýst er alment eftir umsóknum. Í loyvinum verða settar treytir um virksemið undir loyvinum, og harímillum nær loyvishavin skal fara undir virksemið, og um seinni burturbeining av útbúnaði. Skráseting Føroya · Sigmundargøta 13 · Boks 264 110 Tórshavn Tlf.: +298356010 · Fax: +298356015 · E-mail: skr@skraseting.fo varandi orkukeldur. Vit hava alment gjørt vart við, at vit ikki taka undir við nýggju útbjóð­ingar­umfarinum til oljuleitingar, sigur Unga Tjóðveldi. – Føroyar eru longu millum heim­sins mest dálkandi lond, og tað er staðfest, at Føroyar kunnu verða sera meint raktar av veður­lagsbroytingunum, um miðalhitin hækkar meiri enn eitt ávíst. Um vit vilja bjarga framtíðina hjá okk­ara landi, so eiga vit eisini at gera okkara íkast til at minka um vandan fyri at heimurin fer at hitna. Hetta er eisini endamálið við Paríssáttmálanum, skriva Sosial­ist­isk Ung. Eru ímóti av pragmatiskum ávum Unga Tjóðveldi er ímóti øllum olju­ídnaði í Føroyum og gera vart við, at tey meta tað ikki verða burðar­dygt, hvørki tá tað snýr seg um umhvørvi, tað sosiala ella búskaparliga. Her er munur á teimum báðum sosialistisku ung­mannafeløgunum, tí Sosialistisk Ung siga, at hóast tey eru ímóti nú, so høvdu tey verið fyri, um umstøðurnar vóru annarleiðis. – Um so var, at vit høvdu stórt arbeiðsloysi ella búskaparkreppu í løtuni, høvdu vit møguliga tikið undir við at bora eftir olju - av pragmatiskum orsøkum. Tøkniliga menningin innan grønar orkuloysnir gongur við rúkandi ferð, og eftirspurningurin eftir olju minkar. Tað gevur ikki meining at menna arbeiðspláss innan oljuvinnuna, tá orkan heldur kundi farið til at ment arbeiðspláss í eini vinnu, sum vit vita, fer at bera seg í framtíðini, siga tey. – Vit halda heilt klárt at vit eiga at halda okkum til Paríssáttmálan. Størsta avbjóðingin komandi árini vil sostatt verða at flyta okkum frá olju til varandi orkukeldur og harvið gagnnýta okkara orkuríkidømið, sigur Ungmannafelagið Samband. Framsøkin Ung halda, at ein oljuídnaður júst kundi ment grønu orkuna í Føroyum. – Føroyar skulu absolutt liva upp til altjóða veðurlagsavtalur. Vit hava longu gjørt týðandi fet ímóti einum grønari Føroyum og onnur átøk eru ávegis. Her kann tó meira gerast, m.a. í fiskiflotanum. Inntøkur frá oljuvinnuni skuldu partvís verið beintar ímóti einum grønari Føroyum. Nakað annað er tað, at París Sáttmálin kemur ikki í gildi fyrr enn í 2020; altso liva vit í løtuni upp til sáttmálan, siga Framsøkin Ung. UfM metir hinvegin ikki, at Føroyar eiga at kenna seg bundnar av COP21- avtaluni, tí vit hava ikki skrivað undir hana. Harumframt sæst, at onnur lond, sum hava skrivað undir, kortini ikki halda hana, so sum Noreg, vísir UfM á. – Fyri at steðga alheimsupphitingini skal stórur partur av heimsins oljugoymsl­ um verða verandi niðri í jørðini. Tí er tað høpisleyst at bora eftir nýggjum olju­ goymslum, og burtur úr vón og viti, at áhaldandi royna at selja Føroyar sum áhugavert oljuland, sigur Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag. Tað eydnaðist ikki at fáa nakra við­ merking frá Huxa ella Ungum Sjálvstýrið til blaðið.