hósdagur 11. mai 2017síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. MAI 2017
SOSIALURIN 55
14
Unga Tjóðveldi og Sosialist
isk Ung heita bæði á møður
flokkar sínar um at steðga
ætlanunum um at leita eftir
olju á føroyskum øki
DANJAL AV RANA
– Oljuleiting við Føroyar er ikki
í samsvari við París-sáttmálan
ella politisku ætlanirnar um
einar grønar Føroyar og eigur
ikki pláss í einum burðardyggum
samfelag. Tað er óumhugsi og
ber boð um politiska fávitsku, at
leitiloyvi verða útbjóðað, sam
stundis sum tað er bráneyðugt
at avmarka alheimsútlátið av
vakstrarhúsgassum, sigur Føroya
Náttúru- og Umhvørvisfelag við
Sosialin og fær stuðul frá fleiri av
politisku ungmannafeløgunum.
17. mai byrjar fjórða leitiumfarið
eftir olju á føroyskum øki. Síðani
fyrsta umfarið, sum var hildið í
2000, eru níggju brunnar boraðir á
føroyskum øki. Fleiri fund eru gjørd
hesi árini, men tó einki somikið
stórt, at vert er at útvinna olju.
Áhugin fyri føroyska økinum
hevur verið minkandi seinastu
árini. Serliga eru tað lágu olju
prísirnir og kappingin frá bíligari
amerikanskari skifterolju, sum
hava gjørt, at tað hevði verið lut
falsliga nógv dýrari at útvinna olju
á føroyskum økjum, og tí hevði tað
ikki verið raktrarvert.
Men hevði tað staðið til ung
mannafeløgini hjá teimum báðu
stóru samgonguflokkunum, Unga
Tjóðveldi og Sosialistisk Ung, so
hevði punktum verið sett fyri
føroyska oljuævintýrinum beinan
vegin. Tey eru bæði ímóti at leita
verður eftir olju á føroyskum øki.
– Unga Tjóðveldið er ímóti olju
ídnaði í Føroyum. Vit meta ikki at
hetta er burðardygt hvørki tá tað
snýr seg um umhvørvi, tað sosiala
ella búskaparliga. Vit hava alment
gjørt vart við, at vit ikki taka undir
við nýggju útbjóðingarumfarinum
til oljuleitingar, sigur Unga Tjóð
veldið.
Sosialistisk Ung siga, at tað
eftir teirra tykki ikki er hóskandi
at fara undir at bora eftir olju undir
Føroyum nú.
– Henda fatan byggir á ta grund
hugsan, at vit, sum liva í dag, ikki
bert hava ábyrgd fyri okkum
sjálvum, men eisini fyri komandi
ættarliðum. Vit hava skyldu til at
geva ein heim víðari, sum er livi
ligur. Hetta er solidaritetur, siga
tey.
Oljuævintýrið er
ov stuttskygt
Ungmannafelagið hjá lítla sam
gonguflokkinum, Framsókn, stuðl
ar tó ætlanunum hjá landsstýris
manninum.
– Fiskur er beint nú hitt størsta
tilfeingið, men olja kundi verið ein
viti fyri føroyska búskapin innan
fá ár, siga Framsøkin Ung, og halda,
at hetta er ein ov stórur møguleiki
at lata fara.
– Hetta er at melda pass til
ómetaliga mongdir av peningi
og arbeiðsplássum, sum kundu
verið føroyska samfelagnum sera
kær, sigur ungmannafelagið hjá
Framsókn.
Eisini ungmannafeløgini hjá
andstøðuflokkunum eru ymisk á
máli um ætlaðu oljuleitingarnar.
Ungmannafelagið
Samband
heldur, at hóast tað kann geva eitt
búskaparligt yvirskot, so er tað ov
stuttskygt.
– Tað hevði verið meira ábyrgdar
fult fyri okkara eftirkomarir at
hyggja langskygd og harvið held
ur gera íløgur í grøna orku. Før
oyingar kunnu gerast munandi
ríkari við at framleiða nógv meira
grøna orku úr egnum orkuríkidømi
og soleiðis varðveita pengarnar í
landinum, heldur enn, at teira fara
til útlendskar oljuframleiðarar,
sigur Ungmannafelagið Samband.
Eins og Framsøkin Ung, so
leggur UfM dent á búskaparliga
týdningin, ein oljuvinna kann fáa
fyri Føroyar.
– Oljuídnaðurin skapar nógv
arbeiðspláss, og er hetta sjálvandi
gott. Um tað eydnast okkum at
finna olju, so hevði hetta kunna
givið kempistóra fíggjarliga fram
gongd. Hetta er peningur, ið m.a.
kann brúkast uppá heilsuverk,
vælferð, útbúgving og styrkja
okkara støðu í altjóða felagsskap
inum, siga tey og vísa til stóru
framgongdina, sum oljuvinnan
hevur skapt í Noregi.
Ósemja um COP21-
sáttmálan
Landsstýrið boðaði í oktobur frá, at
tað ætlar sær at halda ásetingarnar
í COP21, ella Paríssáttmálanum.
Í COP21-sáttmálanum, sum er
ein veðurlagsavtala, sum lima
londini í ST undirskrivaðu í París
í fjør, verður mælt til at gevast at
nýta olju sum orkukeldu. Hetta
inniber millum annað, at lima
londini ikki skulu byrja nýggj leiti
umfør eftir oljufundum og í størst
møguligan mun royna at avmarka
troytingina av verandi fundum. Tí
eru tað fleiri sum halda, at eitt nýtt
leitiumfar undir Føroyum er brot á
COP21-sáttmálan.
– Vit meta, at tað er beinleiðis
brot á sáttmálan, at vit bjóða út
nýggj oljuloyvir. Føroyar eiga
heldur at ganga á odda at menna
BER BOÐ UM
POLITISKA
FÁVITSKU