Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-11, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. mai 2017síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. MAI 2017 SOSIALURIN 55 13 tí keðiligu ringrásini. Men so skjótt tey eru leyslatin enda tey í teirra vanliga vinarskara og tá er trupult at standa í móti rákinum. Eisini tí, at hesin vinarskari kann jú vera einasti felagsskapurin hesi ungu hoyra til, sigur Elkin Klettheyggj. Samansettir trupulleikar Tað finst eingin einføld loysn uppá teir trupulleikar, sum ungir lógarbrótarar av slíkum slag stríðast við. Tí á Kriminalforsorgini síggja tey, at tað er mangan sera samansettir trupulleikar, sum tey ungu hava. – Summi koma frá góðum familj­um, men stríðast við sálar­ ligar sjúkur, rúsevnismis­nýtslu, kynsligan ágang og so framvegis. Onnur koma frá ringum familju­ viður­skiftum, og stríðast við heilt onnur ting, sigur Elkin Klett­heyggj. Hon vísir á, at Kriminalforsorgin hevur til uppgávu at minka um kriminalitet í Føroyum, men at halda, at kriminalitetur av slíkum slag kann basast fullkomiliga, er púra vónleyst. Spurd um, hvar hon metir, at setast skal inn fyri at hjálpa hesum ungu burtur einum lívi við kriminaliteti, er hon í iva. – Tað er eingin einstakur synda­ bukkur í hesum. Fyrst og fremst eigur man sjálvur ábyrgdina av eins egnu gerðum. Men tá ið skipnir í landinum ikki klárar at lofta einum, so er spurningurin, hvat man so skal gera. Í síðsta enda er tað ein politiskur spurningur, tí alt hetta hjálparsystemið, sum vit hava í Føroyum, er jú avmarkað av fíggjarligum raðfestingum. Og ynskir man, at skipanin skal gera meira, so er at seta meira pengar til og raðfesta tað politiskt, sigur Elkin Klettheyggj og nevnir alt frá barnaverndum, psykiatriska deplinum, kriminalforsorgini og aðrir líknandi stovnar. Umráðandi at hava netverk Tá ið umræður rehabilitering fyri tey, sum enda í lógarbrotum og harvið í fongsli, eru tvey viður­skifti, sum Elkin Klett­heyggj nevnir sum tað mest um­ráð­andi. Tað er tilknýti til ar­beiðsmarknaðin og familjuna. – Uttan tað er sera trupult at fáa fólk út aftur í samfelagið upp á ein góðan máta, sigur Elkin Klettheyggj. Og hetta er eisini ein av orsøkunum til, at man roynir at fáa føroyingar, sum sita longri dómar í Danmark, at sita ein part í Føroyum, so tey kunnu halda sam­ bandið við familjuna viðlíka. – Í Danmark hava tey fleiri góð­ ar felagsskapir, sum eru stovnaðir júst við tí endamáli, at hjálpa fyrr­verandi fangum út aftur í samfelagið. Tað vísir seg at geva góð úrslit, tí tað er sera trupult at fáa eitt vælfungerandi lív, eftir fleiri ár í fongsli, sigur Elkin Klettheyggj. Í Føroyum er eingin slíkir felagsskapir og skulu vit venda aftur til trupulleikan hjá teimum ungu heimleysu fólkunum, so er støðan enn verri enn hjá teimum, sum hava okkurt at fara aftur til. – Ert tú heimleysur, so sigur tað seg sjálvt, at tað er trupult at fáa eitt starv og harvið tilknýti til arbeiðsmarknaðin. Tí tá snýr tað seg bara um at finna útav, hvar næsta náttin hevur at bjóða, sigur Elkin Klettheyggj. BARBARA@SOSIALURIN.FO Treytaðir dómar Vit hava eisini treytaðar dómar. Tað eru fongsulsdómar, sum ikki skulu avsonast, um man yvirheldur ávísar treytir. Treytirnar kunnu vera samfelagstænasta, tað kann verða alkohol viðgerð, psykiatrisk viðgerð ella sexologisk viðgerð. Eisini her er man undir eftirliti av Kriminalforsorgini, og man møtir til samrøður av og á. Hesar viðgerðirnar fara fram á viðgerðarstovnum. Eitt nú Bláa krossi, Heilbrigdinum, hjá egnum lækna, í Psykiatriini og so framvegis. Um Kriminalforsorgin staðfestir, at man ikki yvirheldur treytirnar, so kann man blíva “innberættaður”, tað vil siga, at Kriminalforsorgin skrivar til ákæruvaldið um hetta, sum so leggur málið fyri dómstólin av nýggjum. So tekur dómstólurin støðu til, um tú so skalt í fongsul ístaðin. Viðgerðardómar Viðgerðardómar í Føroyum eru dómar sambært grein 68/69, har tann ákærdi er mettur at vera so sálarliga sjúkur, at hann ikki er egnaður til vanliga revsing. Ein viðgerðardómur inniber, at dømdi er undir eftirliti av Kriminalforsorgini. Tá tú ert undir eftirliti av Kriminalforsorgini merkir tað, at tú skalt til eina samrøða hjá Kriminalforsorgini antin fleiri ferðir um vikuna, aðru hvørja viku ella einferð um mánaðin í eina ásetta tíð og at túert í viðgerð á Psykiatriska Deplinum. Tað kann vera medisinsk viðgerð, samrøður og annað. Hetta er ein læknalig meting. Um tú ikki fylgir treytunum, kunnu Kriminalforsorgin og yvirlæknin í samráð krevja teg innlagdan, eisini móti tínum vilja. Ofta eru dómarnir av 3-4 ára longd, onkuntíð meira. Málið ferð fyri rættin áðrenn dómurin verður ”upphevaður”.