Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-11, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. mai 2017síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 BARBARA HOLM F arna vikuskiftið var ein ógvuslig hending á Landa­vegnum í Havn, har ein maðurin varð álopin og stungin niður við knívum, gággara og øks. Maðurin var í lívs­ vanda, men læknarnir megnaðu at stabilisera mannin rímiliga skjótt eftir, at hann var komin á Lands­ sjúkrahúsið. Slíkur harðskapur er ikki ofta at síggja í Føroyum. Men ein veru­ leiki við álopinum um vikuskiftið er, at fleiri av teimum ungu fólk­un­ um, sum vóru blandað upp í hetta álopið so ella so, hava gingið aftur í rættarskipanini fyri fleiri ymisk brot á lógina. Teir fýra, sum eru skuldsettir fyri drápsroynd eru ávikavist 17 ár, 19 ár, 21 ár og 24 ár. Elkin Klettheyggj er leiðari á Krimi­nalforsorgini, og kennir til trupul­leikarnar av ungdóms­ kriminali­teti. – Yvirskipað er kriminalitetur millum tey ungu minkandi. Men tað eru marginaliseraðir bólkar av ungum, sum gera ógvusligari lógarbrot nú enn áður, sigur Elkin Klettheyggj. Tey, sum enda í varðhaldinum í Mjørkadali, eru sjálvandi ógvuliga ymisk, bæði tá ið umræður aldur, bakgrund og lógarbrot. – Men vit síggja, at summi ung koma aftur og aftur í skipanina, og teirra trupulleikar eru ógvuliga fjøltáttaðir og samansettir, sigur Elkin Klettheyggj. Fleiri uttan heim Ein broyting, sum Elkin og starvsfelagar hennara merkja og tosa um er, at tað eru fleiri og fleiri ung, sum eru heimleys, sum enda uppi í Mjørkadali. – Tað undrar, at hetta er ein vaksandi trupulleiki. Og tá tey eru heimleys, so búgva tey kanska hjá skiftandi vinfólkum, fara í morgunball og vera hangandi í nakrar dagar og sum heild leggjast har, sum tey sleppa so leingi tey sleppa, sigur Elkin Klettheyggj. Og tað er eingin einføld frá­ greiðing uppá, hví fleiri ung gerast heim­leys. – Okkara uppliving er, at tey flestu hava familju, men summi hava kanska ikki eitt sterkt netverk rundanum seg. Og tað kann tað vera fleiri orsøkir til. Og so vera vit teirra professionella netverk, men tað er jú ongantíð tað sama, sigur Elkin Klettheyggj og vísir á, at hóast tilboðið um at ringja til Kriminalforsorgina stendur við alt døgnið og viku­ skiftini við, so gera tey tað oftast ikki. – Hesi ungu enda í trupulleikum aftur og aftur, mangan tí tey hava skeivan vinarskara. Vit uppliva, at tey koma niðan til okkara og tá fáa tey mót uppá at royna at koma úr – Kriminalitetur millum ung er minkandi, men tað er ein marginaliseraður bólkur av ungum, sum fremja ógvusligari kriminalitet enn áður, sigur Elkin Klettheygg, leiðari á Kriminalforsorgini Kriminalforsorgin: TEMA Kriminalitetur SOSIALURIN 55 FRÍGGJADAGUR 12. MAI 2017 FLEIRI OG FLEIRI HEIMLEYS UNG FÓLK