hósdagur 11. mai 2017síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. MAI 2017
SOSIALURIN 55
11
hann nógv um tíðina, tá hann var
misbrúktur av Q. Q er dømdur fyri
seksuelt misbrúk móti honum.
Hann fekk tað sera óbehagiligt í
búkinum. Hann var bangin. Hann
hugsaði beinan vegin um porno
filmar. Hann skuldi hyggja at
pornofilmum tá við Q, og so varð
hann misbrúktur aftaná.”
Duga vit nóg væl at lofta
teimum veikastu?
Tað, sum kann veruliga kann undra
er, at hesi ungu fólkini í heila
tikið sleppa at sita á slíkan hátt í
einum vardum bústaði. Tí tá ið ein
drongur, sum hevur fingið staðfest
eina sálarliga sjúku, áður hevur
framt harðskap í rúsi og fingið
vreiðisviðgerð fyri sínar tankar –
hví sleppur hann so at hava veitslu
við rúsdrekka? Fleiri teirra, sum
vóru í veitsluni eru kenningar
hjá løgregluni fyri fleiri sløg av
lógarbrotum, eins og leigarin av
íbúðini er tað. Hví sleppa hesi
ungu at drekka rúsdrekka saman
á einum almennum stað, sum er
sett í verðina fyri at hjálpa teimum,
sum búgva har við at fáa eitt ríkt
lív?
Hvussu ofta skulu hesi ungu
inn at venda hjá ákæruvaldinum,
áðrenn tey fáa nøktandi hjálp og
sleppa burturúr tí?
BARBARA@SOSIALURIN.FO
Edvard Heen, stjóri í almannaverkinum:
Vit hava ikki heimildir
til at gera meira
BARBARA HOLM
T
að kann undra, at fólk
halda stór ball inni
í vardum bústøðum
undir Almannaverk
inum, og at sama ball endar
við ógvusligum harðskap, har
ungdómar blíva skuldsettir fyri
drápsroynd og ein maður mundi
latið lív av harðskapinum. Tí
hvussu ber tað til, at ein vardur
bústaðir við manning 24 tímar
um døgnið, kann húsa slíkum
veislum?
– Vit vita einki um, at tað
hevur verið ball har, sigur Edvard
Heen, tó grannarnir siga við
Sosialin, at ballið hoyrdist í fleiri
tímar áðrenn hendingina.
Men stjórin í Almannaverk
inum vísir á, at tað er ógvuliga
keðiligt, sum hent er, og at tað
kann leiða til eitt samfelagsliga
kjak um, hvar markið millum
sjálvsavgerðarrætt og frælsi og
so eftirlit frá myndugleikunum
gongur.
– Vit hava ongar heimildir til
at fara inn í privata kamarið hjá
fólki, sum búgva hjá okkum. Vit
hava reglar fyri húsið, vit hava
starvsfólk á staðnum døgnið runt
og vit halda eyga við, at reglarnar
verða hildnar í felagsøkjunum.
Men vit hava ongan kjans at fara
inn á hvørt kamar og kanna, um
reglar verða hildnar alt døgnið.
Tað er jú eisini teirra egna, privata
stað, sigur Edvard Heen.
Høvdu ynskt at spjatt
íbúgvarnar meira
Keldur við vitan um umrøddu
húsini á Íslandsvegnum upplýsa
fyri Sosialinum, at løgreglan
mangan er boðsend á bústaðin
og at har sum heild er nógvur
ruðuleiki á staðnum rímiliga
javnan. Edvard Heen er vitandi
um, at tað eru trupulleikar tengdir
at bústaðnum á Íslandsvegnum.
Og spurningurin er, hví fleiri fólk
við stórum og afturvendandi
trupulleikum, verða miðsavna á
einum og sama stað.
– Um vit høvdu møguleikan,
so høvdu vit vilja hugt eftir, um
hesi búfólk á Íslandsvegnum
skuldi verið staðsett á ymiskum
adressum. Men ein trupulleiki
er, at vit hava sera fáar íbúðir at
ráða yvir og tí ikki so nógvir val
møguleikar, sigur Edvard Heen.
Víðari greiðir hann frá, at tað
er serstakliga eitt tilboð, sum
tey hava í Danmark, sum al
mannaverkið kundi hugsað sær
at fingið til Føroya.
– Vit hava leingi ynskt okkum
ein hóskandi bústað til fólk, sum
hava tørv á strangum reglum og
eftirlitið og viðgerð av ymiskum
slag. Tað, sum eisini er á slíkum
bústøðum er, at her er púra greitt,
at starvsfólk hava heimild til at
fara inn til fólk og annars luttaka
aktivt í at eftirhyggja, at alt er
sum tað skal, sigur Edvard Heen.
Fara at eftirmeta
vardu íbúðirnar á
Íslandsvegnum
Edvard Heen sigur, at í skrivandi
stund vita tey ikki meira um
málið enn tað, sum miðlarnir
skriva. Tí í løtuni ger løgreglan
kanningararbeiði á staðnum.
Men tá ið greiða fæst á, hvat
vendir upp og niður í málinum,
fer Almannaverkið at taka støðu
til framtíðina á stovninum.
– Vit fara avgjørt at hyggja
eftir reglum og mannagongdum
á staðnum og hvussu vit skulu
betra um stovnin, sigur Edvard
Heen.
Víðari greiðir hann frá, at í
Almannaverkinum er tað sjón
fyri søgn, at ung við rúsdrekka
og rúsevnistrupulleikum ger
ast fleiri og fleiri og mong
teirra eru heimleys. Tí heldur
hann, at Almannaverkið og Al
mannamálaráðið mugu taka
støðu til ynski hjá Almanna
verkinum um at fáa betri
førleikar og umstøður til at taka
sær av hesum ungu.
BARBARA@SOSIALURIN.FO
– Hatta er ein sera keðilig hending, men veruleikin er, at tá ið fólk
hava sitið sín treytaða dóm, so hava vit ikki heimild til at fara inn
á kømurini hjá fólki. Tí tey hava rætt til at gera sum tey vilja inni
hjá sær sjálvum, sigur Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum