hósdagur 11. mai 2017síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. MAI 2017
SOSIALURIN 55
10
Aftur um øksarálopið :
Hetta er søgan um eitt ball, sum endaði við yvir 300
pentum í einum mannakroppi, í sárum, sum vórðu
gjørd við øks, knívum og gággara. Ein søga, sum tíbetur
ikki kostaði lív, men sum uttan iva gevur høvi til at hyggja eftir, hví hesi ungu, sum
framdu álopið, eru endað í klørnum á ákæruvaldinum ferð eftir ferð eftir ferð.
Ein søga, har eingin er vinnari, men øll eru taparar
BARBARA HOLM
L
eygarnáttina fóru blaðung
fólk við øks, gággara og
knívum harðliga eftir
einum manni, sum mundi
doyð av álopinum. Leygardagin
vórðu tveir unglingar framsettir
til grundlógaravhoyringar í Før
oya Rætti. Hesir vórðu varðhalds
fongslaðir í fýra vikur. Sunnudagin
vórðu tveir aðrir unglingar í grund
lógaravhoyring, men hesir vórðu
ikki varðhaldsfongslaðir. Teir eru
allir skuldsettir fyri drápsroynd, og
í øðrum lagi fyri ógvusligan harð
skap.
Sosialurin hevur tosað við fleiri
góðar keldur fyri at finna fram
til, hvat tað var, sum hendi hetta
kvøldið, sum leiddi til ógvusliga
øksaálopið.
Orsøkin er millum annað, at
hesin harðskapur byrjaði við einari
veitslu í einum vardum bústaðið í
Havn undir Almannaverkinum, og
at tey, sum nú helst kunnu síggja
fram til eina langa fongsulsrevsing,
hava verið í klørnum á løgregluni
ferð eftir ferð seinastu árini. Men
hví hendir tað? Hvørji eru hesi
ungu, og hví finna tey upp á slíkt?
Fleiri í hesari veitslu búgva í
vardu bústøðunum á Íslandsveg
num og tey eru sostatt í hondun
um á almannaverkinum. Drong
urin, sum eigur varda bústaðin,
har harðskapurin byrjaði fekk
sum smádrongur eina diagnosu.
Ráðini vóru tá, at hann skuldi
vera í hondunum á serfrøðingum
á økinum, um hann skuldi fáa eitt
ríkt lív. Fyri fáum árum síðani fekk
hann greið boð frá Føroya rætti
eftir eitt harðskapsmál – hann
skuldi búgva í varda bústaðnum
á Íslandsvegnum, har tað eru
røktarfólk á staðnum døgnið runt.
Hann skuldi búgva har, tí uttan
eftirlit og ráðgeving er hann ein
vandi fyri samfelagið. Við røttu
viðgerðini og viðferðini er hann
tó helst meira førur fyri at liva og
virka í samfelagnum.
Hesin drongurin, sum eisini
hevur fingið vreiðisterapi áður,
situr nú í Mjørkadali, har hann
er varðhaldsfongslaður og skuld
settur fyri drápsroynd.
Vóru í ball í vardum
bústaðið
Dagurin, sum endaði vanlukkuligt,
byrjaði fyri hesu ungu fólkini,
tá ið tey fóru í veitslu í vardum
bústaði á Íslandsvegnum, har
fleiri teirra hava bústað. Tað var
tíðliga á degnum, og tá ið álopið
varð framt stutt eftir midnátt
leygarmorgun, høvdu tey ballast
í nógvar tímar. Bæði tey, sum eru
skuldsett fyri drápsroynd, tann
órættaði og nøkur onnur vóru í
hesum ballinum.
Júst hvat orsøkin var til at fýra
fólk – sambært løgregluni – fóru
harðaliga eftir tí órættaða, er óvist.
Men vitni greiða frá, at álopið var
sera ógvusligt. Tað varð rópt og
geylað á gøtuni, og meðan øksin,
gággarin og knívarnir fuku hvør
um annað sá tað ógvusligt út. Og
tað var tað so eisini, tí tann, sum
tók í móti øllum sløgunum, er illa
viðtikin og fyrstu løtuna stóð um
lív.
Ikki fyrstu ferð
Tíbetur endaði hendan hendingin
ikki so galin, sum hon kundi
gjørt. Men tað gjørdi tað fyri
nøkrum árum síðani, tá ið ein
maður misti lívið í Hvalba í 2014.
Hóast trupulleikarnir, sum hesin
brotsmaður hevði at dragast við,
ikki eru líka sum teir, sum teir
skuldsettu í harðskapsmálinum á
Landavegnum hava, so er kortini
í báðum førum talan um fólk, sum
enda fleiri ferðir hjá dómsvaldinum
innan stutta tíð.
Drápsmaðurin hevði tá verið í
líknandi støðu nøkur ár framm
anundan, tá ið hann skeyt við
byrsu og setti eld á gistingarhúsið
í Øravík.
Miðlarnir skrivaðu tá:
“Vanliga er revsingin fyri eld
áseting treytaleys, men av ser
ligum orsøkum valdi dómarin
at gera restina av dóminum
treytað. Haraftrat hevur tann
21 ára gamli maðurin ongantíð
áður brotið lógina, hann hevur
familju og arbeiði at venda aftur
til. Omaná alt tað var umdømið,
sum bæði fangar og starvsfólk í
varðhaldinum høvdu um mannin,
avbera gott.”
Hann fór í viðgerð fyri rúsdrekka
og fekk hjálp frá sálarfrøðingum
eftir hetta. Men tað var ikki nóg
mikið. Ein veruleiki, sum hann
sjálvur greiddi frá í Føroya rætti í
2014, eftir drápið í Hvalba.
Brot úr frágreiðingini
í Føroya rætti eftir
morðið í Hvalba
“Teir settu seg í køkin, sum er á
stovuhædd í húsunum. Teir tosaðu
um fótbólt og drukku Jolly og
vodka, sum hann hevði tikið frá
ballinum. Huglagið var gott. Teir
vóru einsamallir í køkinum. So
vildi B (triði maðurin í húsinum,
tá drápið fór fram) vísa honum
ein film. B segði ikki nakað um
hvønn film. Hetta skuldi henda
á fyrstu hædd. Hann fekk eina
óbehagiliga kenslu. Støðan minti
TEMA Kriminalitetur
AVDÚKING!
HARÐSKAPURIN
BYRJAÐI Í VARDUM
BÚSTAÐI Á
ÍSLANDSVEGNUM
Ein av teimum, sum er skuldsettur fyri drápsroynd, hevur verið til
umrøður alment áður. Tí foreldur hansara hava verið alment úti
og biðið um hjálp til sonin, hvørs størsti trupulleiki er rúsevni og
rúsdrekka. Tað er ein tíð síðani hetta neyðarrópi frá foreldrum, og
í dag er hann skuldsettur fyri drápsroynd. Sostatt má staðfestast,
at neyðarrópið frá foreldrum ikki hjálpti hesum unga dreingi.
Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum sigur, at alsamt fleiri
ung enda í teirra hondum, har rúsevnismisnýtsla er tann stóru
trupulleikin, sum er torførur at fáa bilbugt við. Eisini tí, at tey
í Almannaverkinum ikki eru ílatin til at viðgerða so ógvusliga
misnýtslu hjá ungum, sum mangan er at síggja í skipanini.
Foreldrur hava alment
biðið um hjálp áður