hósdagur 11. mai 2017síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 12. mai 2017
sosialurin 55
9
24. mai eru 90 ár liðin, síðani
fyrsti Sosialurin kom út. Í hesari
greinarøð leita vit aftur til gomul
bløð og finna fram ymiskt
áhugavert tilfar
1963:
Jens Chr.
Olsen farin
»Mikukvøldið 20. november
andaðist Jens á Regni á Toft
um.
Hann gjørdist ikki gamal
maður, sjúka hevur darvað
honum í seinastu árunum, og
nú megnaði hann ikki meira.
Jens Chr. var mong ár løg
tingsmaður fyri Sambands
flokkin í Eysturoynni, um
framt mong onnur almenn
álitisstørv hann hevði í sókn
arstýri o. ø.
Tað var álit í tí, sum Jens
Chr. bar fram, sum tingmaður
varð hann góður, visti hvat
hann talaði um, og serliga í
fiskivinnumálum var hann
autoriteturin í flokki sínum.
Hann hevur lagt frá sær,
hansara sessur er nú tómur,
men minni hansara verður
standandi, álitismaður í bygd
síni, sókn og landi.
Jens Chr. var ikki gamal,
nú hann fór, bert 62 ár og
besta tekin um hansara ar
beiðsvilja og ágrýtni eru tey
mongu álitisstørvini í al
mennari tænastu, hann hevði
til tað seinasta og ikki at
gloyma innan fyri Blá Kross
felagið, har hann nú sat sum
formaður fyri landsfelagið.
Tá
rúsdrekkalóggávan
hevur verið fyri á tingi ella
mál henni viðvíkjandi, hevur
Jens Chr. verið íðin talsmað
ur og verji fyri avhaldssjón
John F. Kennedy forseti
myrdur í gjárkvøldið
SOSIALURIN 1963
1963: Konan sat undir lið forsetans, tá trý skot smullu og vóru forsetanum at bana
M
ong
mundu
ógvast,
tá tey fingu Sosialin í
hondina
leygarmorg
unin 23. november í 1963. Tí valla
vóru tíðindi um morðið á John F.
Kennedy borin kring heimin, tá
blaðið við fesku tíðindunum kom
við postinum hendan morgunin.
Sosialurin skrivaði soleiðis leygar
dagin 23. november í 1963:
»Forsetin í USA, John F. Kennedy,
doyði í gjárkvøldið, myrdur av einum
ókendum, og varaforsetin, Lyndon
Johnson, er nú forseti í USA.
Saman við Kennedy forseta var
kona hansara og guvernørurin í
Texas, ið eisini var raktur av riflu
skoti ókunnugmanna og er álvara
sama særdur.
Eftir tí ein, ið sá tilburðin veit
at siga frá, fullu trý skot frá einum
heyggi nærhendis, har forseti og
fylgi komu koyrandi í bilinum
gjøgnum eina viadukt.
Presidenturin varð raktur í høvd
ið av einari riflukúlu og guvernørur
in í bringuna.
Hoknaði undir
liðini á konuni
Kennedy hoknaði niður í bilin, tá skot
ini raktu hann, meðan konan rópti
og royndi at halda honum uppi, og
tá hon ikki maktaði hetta, datt hann
niður í bilin; hann royndi tó at halda
sær uppi, meðan bilarnir beinanvegin
koyrdu til Parkland hospitalið í Dallas,
har báðir í skundi vórðu førdir á
skurðstovu.
Seinasta sakramentið
Kennedy fekk beinanvegin eina blóð
transfusjón, og tveir katólskir prestar
vórðu í skundi boðsendir. Tá prest
arnir komu út aftur, søgdu teir, at
teir høvdu givið forsetanum tað síðsta
sakramentið og at hann var deyður.
Kona varaforsetan, Lyndon Johnson,
kom samstundis til hospitalið og fór
inn á skurðstovuna, har Kennedy lá.
Stutt aftaná kom hon útaftur og segði,
at tað ikki var, sum tíðindini vildu
vera við, nakað í tí, at varaforsetin
Lyndon Johnson eisini varð raktur.
Til Texas á vitjunarferð
Kennedy hevði leingið ætlað sær at
fara til Texas, tí politikkur hansara
um javnrætt millum svørt og hvít
hevði ikki vunnið fyri sær har. Tað var
við hesum í huga, at hann hevði lagt
leiðina hagar, fyri at vinna sær betri
stuðul til forsetavalið, sum verður um
eitt ár.
Kennedy var fyrst í Port Wirth, har
hann hevði talað og var nú á veg til
Dallas, har hann var myrdur.
Hann livdi 25 minuttir aftan á at
skotið hevði rakt hann. Í samband við
leitingina eftir banamanni Kennedy's
verður sagt úr Dallas, at ein limur av tí
amerikonsku eftirkanningartænast
uni og ein politistur úr Dallas vórðu
skotnir nakað frammanundan, har
umleiðir forsetin varð myrdur.
Annar forseti í USA,
ið er myrdur«
Tað hevur fyr hent seg, at ein amer
ikanskur forseti er myrdur. Tað var
fyri 98 árum síðani, tá ið Abraham
Lincoln varð myrdur av einum suð
urstatsfanatikara, meðan hann sat í
sjónleikarhúsinu í Washington.
Abraham Lincoln var eins og
Kennedy fortalari fyri javna millum
allar amerikanska borgarar. Hann tal
aði ímóti trældómi negaranna.
Um allan heimin man deyði
Kennedy's verða monnnum dátt við.
Hann var maðurin, sum álitið varð
sett til, og sørt var ikki, at hann makt
aði uppgávuna t. d. undir Kuba-krepp
uni, tá stóð millum stórveldini bæði,
USA og Sovjett,
Kennedy var føddur í 1917 – og so
statt bert 46 ára gamal.
Tá boðini spurdust steðgaðu út
varpini víða hvar í heiminum send
ingar sínar og høvdu eykatíðindi u
dráðið, samstundis vóru allar aðrar
sendingar avlýstar og var ístaðin
harma- og sorgarljómur sendur ú.
Ein mætur maður er fallin.
Mannskaði mundi
verið á Áarvegnum
Mánadagin stutt eftir middags var sum
hár gjørt, at ikki mannskaði hendi á
Áarvegnum.
Úr ovastu hædd á Hotel Hafnia
datt ein vindeygaramma niður
Á
hetta mundið eftir Áarvegnum.
Men so væl vildi til,at eingin varð
raktur, hóast vindeygað splintraðist
og splintrini fuku um geilar.
Ein kona kom gangandi, men tað
vild so væl til,a t hon var ikki rakt,
men tað var heldu rikki meira enn
1963:
Vindeyga fall av fimtu hædd
»Tað vóru tveir limir, sum
fóru úr nevnd, nevnliga Sverri
Trónd Hansen, Havn, og Per
Hansen, Glyvrar, og í teirra stað
vórðu valdir John Reid Bjarta
líð, Klaksvík, og Sverre Midjord,
Tvøroyri.
Nevndin hevur skipað seg
Ó
manni og Petur S. Rasmussen
sum skrivara. Kassameistari
er Heri Jensen (ikki nevndar
limur)
Í nevndini sita annars Jógv
an A. Joensen, Havn, Niels
Marius Petersen, Sandvági og
Erhard Næs, Havn.«
Aðalfundur Í. S. F.'s
Í hesum mánaðinum
eru liðin 100 ár síðani,
at John F: Kennedy
varð føddur – tann
29. maj 1917. Hann
varð myrdur í Dallas
í Texas tann 22.
november í 1963
Tað var ikki vanligt,
at føroysku bløðini
kundu borðreiða
við stórhendingum
uttan úr heimi. Men
tað kundi Sosialurin
sum einasta blaði
í Føroyum hendan
leygardagin 23.
november í 1963