hósdagur 11. mai 2017síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. MAI 2017
SOSIALURIN 55
MAMMUDAGUR
8
Keyp mammu
tíni eitt gávukort
til eitthvørt forkelilsi
henni dámar. Hetta
kann vera vøddamyking,
andlitsviðger, manicure
ella ein tíð á hárfríðk
unnarstovu
Mammudagur:
Gev mammu
tíni eyka
uppmerksemi
sunnudagin
Mammudagurin er, sum so mangt annað,
onki føroyskt fyribrigdi. Hann byrjaði í
Amerika, tá høvundurin Julia Ward Howe
valdi at halga dagin mammunum í 1872.
Í USA hevur mammudagurin verið ein
almennur heiligdagur síðani 1914.
Mammu
dagurin
kom til
Danmarkar í
1929, og var tá
dagurin har peningur
var savnaður inn til tær mammurnar,
sum høvdu mist synir sínar í krígnum.
Í
Onglandi
er eisini
ein gamal
siður frá
1600 talinum,
sum minnur um
mammudagin. Á tí degnum, sum kallaðist
Mothering Sunday, fingu børn og ung sum tæntu
loyvi at fara heim ein sunnudag, og síðani fara
í kirkju saman við familju síni. Hesin dagurin
var fjóða sunnudag í føstu, og líkist í dag nógv
mammudegnum, sum vit kenna hann. Í Onglandi
er mammudagurin tó ikki annan sunnudag í mai,
men verður enn hildin fjórða sunnudag í føstu.
Annar sunnudagur í mai er mammudagur.
Mammudagurin í ár er sostatt sunnudagin
14. mai. – hvørt tú tekur undir við komersiella
partinum av degnum, ella ikki, so er
upplagt at steðga á og minnast til og
forkela mammu sína eitt sindur
meir enn hinar dagarnar í árinum.
Ger
henni eina
myndabók við myndum
av henni og teimum hon er góð
við. Upplagt er at velja myndir
av børnum og ommubørnum og at
skriva tekstir til myndirnar. Hetta
krevur eitt sindur av fyrireiking,
men er eitt týðandi minni, sum
hon óivað verður takksom
fyri
Rudda
og vaska fyri
hana, ella gev henni ein
tilgóðarseðil, sum hon kann
brúka, tá hon hevur tørv á at
ruddað og vaskað verður fyri
hana. Upplagt er at veita seðlar
fyri bilvast, vesivask, gólvvask,
urtagarðsarbeiði ella annað,
sum tú veitst hon hevði
verið glað fyri
Bjóða henni á
matstovu, soleiðis
at tit fáa tíð til at vera
saman og njóta løtuna tit
hava saman. Her er eisini
møguligt at geva eitt gávu
kort, so hon kann velja
tíð og stað sjálv.