Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-11, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. mai 2017síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. MAI 2017 SOSIALURIN 55 7 sum stuðlaðu renningini við 143.000 krónum. Tá rennarin loksins eftir góðar nýggju tímar kom á Vaglið í Havn var stór móttøka fyri honum. – Alzheimer-felagið hevði skip­ að fyri móttøku og fitt av fólki var komið oman á Vaglið. Tað hevði eg ikki væntað og løtan var rørandi, sigur hann. – Tað allar besta er, at eg við teim­um 143.000 krónunum, sum eg megnaði at savna inn, havi verið við til at fíggja felagnum, soleiðis at felagið kundi seta fólk í hálvtíðarstarv í eitt ár, staðfestir rennarin. Hann greiðir frá, at síðani fólk varð sett í starv í felagnum er støðið hækkað, og møguleikarnir eru betri hjá fólki, sum tørva stuðul. Tó, so heldur Jonhard, at peningurin sum ridar fyri starvsfólkið í felagnum, ikki skal koma frá stuðulstiltøkum sum hesum. – Pengarnir, ið eru fyri neyðini, at fíggja einum starvsfólki, skulu koma frá øðrum enn tí, sum eld­sálir gera fyri felgið. Tann peningurin átti at verið í føstum rømmum, og komið frá eini játtan, hvørt hon er kommunal, landspolitisk ella frá grunni. So kann hin pening­ urin verða brúktur til at hjálpa sjúklingum ella teimum sum trongja, sigur hann. Renni til hús aftur Tað er givið, at setur tú tær fyri at renna ein slíkan túr á 77 kilometrar á øðrum sinni, so ert tú ikki óroyndur rennari. Jonhard Larsen hevur mangan runnið long og tung strekki, og nú fyrireikar hann seg til næsta vikuskifti. – Eg renni nógv, og síðstu tíðina hevur tað ligið um 50 kilometrar um vikuna. Eg havi tó lagt fleiri kilometrar afturat í seinastuni, tí eg havi ein langan tein fyri framman. Túrarnir hava verið róligir, og ikki við tí endamáli at renna skjótt. Eg vil venja kroppin við ein túr á góðar nýggju tímar. – Mín missión er tó nú, at eg ætli mær at renna enn eina ferð fyri Alzheimer-felagið, og hesu ferð renni eg til hús aftur, og soleiðis endi eg hendan kapittulin, sigur hann. Túrurin hjá Jonhardi verur 20. mai og farið verður frá Vaglinum í Havn til Sambýlið á Heygum, har mamma Jonhard býr, kl. 05.00. Hann væntar at vera í Klaksvík á leið klokkan 14.00. Til ber at stuðla Jonhardi í renningini á heimasíðu hansara á www.jonhard.net. – Alzheimer hevur fylt nógv í lívi okkara, tí ikki bert hevur mamma sjúkuna, men omma, langomma og ommusystrar hava verið raktar av herviligu sjúkuni. Eg droymi um at endurtaka væleydnaða tiltakið, og eg vóni at stuðulin verður góður, tí hvør króna telur. Eftir hendan túrin fari eg ikki at renna meir á hendan hátt, men eg geri møguliga okkurt annað fyri at savna pening inn til felagið, tí tað hevur eitt stórt pláss í hjarta mínum, sum tekur útgangsstøði í mammu míni, sum fekk staðfest alzheimers fyri tíggju árum síðani, sigur Jonhard Larsen. Minst til mammu tína – ikki bert á mammudegnum Jonhard og Vera Larsen eiga tvær døtrar, sum nú eru við at verða vaksnar. Jonhard greiðir frá, at tær ongantíð veruliga hava havt ommu sína, og tað minnir hann á týdningin av at liva í løtuni, tí ein veit ongantíð hvat liggur fyri framman. – Vit eru ov lítið til staðar og tøk hjá okkara nærmastu. Arbeiði og annað í gerandisdegnum fyllir nógv, og sjálvt um tað er gott at arbeiða, og arbeiði er neyðugt í samfelagnum, so er umráðandi ikki at gloyma síni nærmastu. Hetta er ikki bert maki tín og børn tíni, men eisini foreldur, ommur, abbar og onnur sum eru tær kær. Hesi eiga vit at brúka nógv meira orku uppá. Tí haldi eg at boðskapurin í mammudegnum, sum er sunnudagin, er góður, hóast mær ikki neyðturviðiliga dámar komersiella partin av honum. Tað er eitt gott stevnumið at seta, at minnst mammu sína. Ikki bert mammudagin, men hvønn dag, sigur hann. – Tað er upplagt at seta sær fyri, nú mammudagurin er í nánd, at broyta hugburð til slík ting í lívinum, tí aloftast er tað bara familjan, sum er har fyri teg tá á stendur, sigur hann. Lívið er sum eitt maraton Vit kenna øll hetta, at hvør dagur tekur í hvønn annan, og áðrenn vit hava vent okkum, er vikan úti, uttan at ein hevur givið sær far um tað. Tí er umráðandi at hugsa seg um áðrenn ov seint er, heldur Jonhard Larsen. – Samanbert tú lívið við eitt maraton, so veitst tú, at tú mást leggja renningina til rættis áðr­enn byrjað verður. Tá tú ert komin í helvt, er torført at leggja eina veruliga ætlan fyri restina av túrinum, og hevur tú bert tveir kilometrar eftir, so er ógjørligt at broyta arbeiðslag og framferðarháttir, soleiðis at tað ávirkar úrslitið, sigur hann umhugsin. Hann sigur, at tað týdningar­ mesta er, at virðini ikki verða gloymd, men at tey eru við í ætlan­ unum tú leggur frá byrjan av. – Ferð eftir ferð hoyra vit um fólk, sum tá deyðastundin kemur vildu ynskt, at tey arbeiddu minni og brúktu meir tíð saman við sínum kæru og til tað, sum tey elska at gera. ANNIKA@SOSIALURIN.FO R NA Ferð eftir ferð hoyra vit um fólk, sum tá deyðastundin kemur vildu ynskt, at tey arbeiddu minni og brúktu meir tíð saman við sínum kæru og til tað, sum tey elska at gera«