hósdagur 11. mai 2017síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. MAI 2017
SOSIALURIN 55
6
MAMMUDAGUR
Jonhard Larsen:
Mamma Jonhard Larsen í Klaksvík fekk staðfest Alzheimers fyri tíggju árum
síðani, bert 62 ára gomul. Jonhard brennur fyri, at Alzheimer-felagið verður
styrkt, og hevur aftur í ár sett sær fyri at renna 77 kilometrar fyri at savna
pening inn til felagið. Fyri Jonhard er tað umráðandi, at ljós verður varpað á
sjúkuna og avvarðandi fáa tann stuðul teimum tørvar. Lívsroyndir hansara
hava lært hann, at familjan er hon, sum er umráðandi fyri hvønn einstakan
okkara, og tí skulu vit tilvitað seta tíð av til tey, sum standa okkum nær
ANNIKA KUNOY IM
S
jeynda mai í fjør rann
Jonhard Larsen teir 77
kilometrarnar frá Sam
býlinum á Heygum í
Klaksvík til Vaglið í Havn. Mamma
Jonhard hevur Alzheimers, og
tað var fyri at varpa ljós á og
savna pening inn til Alzheimer-
felagið í Føroyum, at hann valdi
at fara drúgva túrin. Tiltakið var
ómetaliga væl eydnað, og 20. mai í
ár rennur hann aftur 77 kilometrar
– hesu ferð tó úr Havnini og heim
aftur til Klaksvíkar fyri at enda
hendan kapittulin, sigur hann.
Upplivingin var
bergtakandi
Teir 77 kilometrarnir úr Klaksvík
til Havnar, sum Jonhard Larsen
rann í fjør, tóku nýggju tímar og
fimtan minuttir at fáa aftur um
bak. Byrjað varð á Sambýlinum á
Heygum í Klaksvík, har mamma
Jonhard býr. Nakað av fólki var
savnað áðrenn farið var avstað.
Navnframi rennarin Pól Sundskarð
rann við liðina á Jonhardi allan
túrin, og systur hansara Jórun
Mørkøre súkklaði aftaná. Stuðulin
var góður, og fleiri av rennarunum
úr rennifelagnum Treysti í Klaks
vík runnu við Jonhardi partar av
túrinum.
– Onkur rann við mær til Leir
víkar, onkur hekti seg á á Skipa
nesi, og beint áðrenn vit komu
til Kollfjarðatunnilin kom ein
hópur av rennarum úr Treysti og
rennarar úr rennifelagnum Bragd
ið at renna við okkum. Vit fingu
dyggan stuðul, og tað hjálpti veru
liga, sigur hann.
– Hóast eg var móður, tá túrurin
var av, so kundi tað verið nógv
verri. Pól Sundskarð var eisini ein
fantastiskt hjálp, og eg trúgvi tað
var hann, sum var orsøkin til, at
tað spældi so væl av, tí hann hevði
skipað túrin so væl. Til dømis
gingu vit allar brekkurnar í staðin
fyri at renna tær. Hetta fyri at verja
musklarnar, tí tú fært onki gangn
av, at renna niðan brekku á einum
slíkum túri. So tá vit komu oman
á botn í norðoyatunnilinum, so
gingu vit niðan brekkuna. Hetta
skipaði Pól fyri í fyrireiking síni
av túrinum, og er ikki nakað eg
neyðturviliga hevði hugsað um
sjálvur. Tað at renna er ikki bert
at fara í skógvar og fara út, men
arbeiðslag og framferðarhættir eru
serstakiliga umráðandi, og serliga
á longum rennitúrum, sigur hann.
Varpa ljós á
Alzheimer-felagið
Jonhard Larsen greiðir frá, at
dreymurin hjá Alzheimer-felag
num hevur verið at styrkja felagið
soleiðis, at líkindi eru fyri at arbeiða
fyri endamálum felagsins. Felagið
hevur virkað meir sum áhugafelag
við sjálvbodnari arbeiðsmegi,
har felagið hevur verið virkið til
tíðir og til aðrar tíðir hevur onki
virksemi verið. Ynskiligt var tí, at
felagið varð meir professionelt.
Í royndini at gera felagið sjón
ligari, so var arbeitt fram í móti
at seta fólk í hálvtíðarstarv í fe
lagnum.
– Eg varð sjálvur sjónligur í
felagnum fyri umleið seks árum
síðani, tá eg byrjaði at tosa alment
um alzheimers í familju míni.
Tá var eg til nógv av teimum til
tøkunum, sum skipað varð fyri,
og segði frá søgu míni um, hvussu
alzheimers hevur rakt okkum,
sigur Jonhard Larsen.
Tá tiltøk vórðu sett í verk fyri
at savna pening inn, soleiðis at fólk
kundi setast í starv hjá felagnum,
so vóru ymisk uppskot uppi at
venda. Jonhard velur so at fáa
stuðulsrenningina lagda til rættis
og skipaða, soleiðis at ein og hvør,
sum hevði hug at stuðla felagnum,
fekk møguleika til tess.
– Eg vildi fegin savna pening inn
til felagið, men eg setti mær ongar
væntanir um so stóra undirtøku
og stuðul. Eg vónaði tó, at til bar
at savna saman á leið 20.000-30.000
krónur. Eg gjørdi ikki so øgiliga
nógv burtur úr at lýsa tiltakið
og møguleikunum fyri at stuðla
renningini. Eg skrivaði á bloggin
hjá mær og royndi at sjónliggera
tiltakið nakað, men eg kundi gott
havt verið nógv sjónligari, sigur
hann.
Ovfarin av stuðlinum
Hóast Jonhard Larsen heldur,
at hann ikki varpaði nóg nógv
ljós á tiltakið, so er hann ovfarin
av øllum peninginum, sum latin
varð í stuðli, tá hann rann langa
teinin. Hann hevði greitt frá, at
til bar at stuðla við eini krónu fyri
hvønn kilometur, sum hann rann,
men tey flesu sum stuðlaðu lótu
tríggjar ella fýra krónur fyri hvønn
kilometur.
– Hetta gav øllum møguleika til
at stuðla, og nógv kundu stuðla við
lítlum, soleiðis at fekk eg nógvar
stuðlar, so bleiv tað samlað ein
dyggur stuðul fyri felagið, sigur
hann.
Tilsamans vóru tað 404 fólk
SOSIALURIN 49
FRÍGGJADAGUR 28. APRÍL 2017
RENNI ÚR HAVN
TIL KLAKSVÍKAR
FYRI MAMMU MÍN
Min missión er
tó nú, at eg ætli
mær at renna
enn eina ferð
fyri Alzheimer-
felagið, og hesu
ferð renni eg
til hús aftur,
og soleiðis
endi eg hendan
kapittulin«