hósdagur 11. mai 2017síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. MAI 2017
SOSIALURIN 55
18
LÍVSSTÍLUR
SØVN
Í BÝNUM
Noroya Fornminnissavn
í Klaksvík og
Sjósavnið í Tórshavn
Lutirnir frá farnari tíð, sum er at
síggja í Norðoya Forminnissavni
eru serstakliga áhugaverdir. Her
kunnu børnini seta seg inn í,
hvussu umstøðurnar vóru at liva
og keypa í Føroyum fyrr.
Sjósavnið bjóðar livandi fram
sýningar, sum veruliga vísa á lívið
í sjónum um okkara leiðir.
Dagarnir eru langir og ljósir, veðrið er ofta frálíkt og familjan hevur frí.
Ikki er neyðugt at keypa ferðaseðil til fjarskotin lond fyri at fáa góðar
og øðrvísi upplivingar saman. Føroyar eru møguliga ikki stórar, men
gimsteinarnir eru mangir, og um summarið er upplagt at vitja støðini og
verða við til tiltøkini, sum tú annars ikki hevur møguleika ella tíð til.
ANNIKA KUNOY IM
ANNIKA@SOSIALURIN.FO
Krígssavnið í Miðvági
Hetta savnið er eina vitjan vert –
hetta er møguliga serliga áhugavert
fyri lítlu dreingirnar, sum tíma
betur at síggja lutir frá seinna
heimsbardaga og uppliva, hvussu
stóra ávirkan tíðarskeiðið hevur
havt á lívið í Føroyum, enn at vitja
listaframsýningar av ymsum slagi.
KOSTNAÐUR: 50,- kr. við
vaksin og ókeypis fyri børn
HVAR: Í Miðvági
NÆR: Savnið er opið mánadag
– leygardag 10.00-18.00 og
sunnudag 14.00-17.00.
Tindhólmur
Hólmurin vestan fyri Vágoynna
sær stórsligin út, og fert tú heilt
niðan á toppin, so er tað eisini
stórsligið. Tó, so er ikki alt ov
torført at ganga niðan, og til ber
eisini at fara við børnunum –
kanska ikki teimum minstu uttan
so, at tey eru í seðla av onkrum
slagi. Har er hugnaligt og ymsa
staðir er eisini slætt at ganga.
Túrar verða gjørdir úr Sørvági út
til Tindhólm hvønn sunnudag í
juli, teir taka á leið fýra tímar og
tað er avmarkað pláss. Tað er ikki
ein bíligur túrur, men ein serstøk
uppliving av teimum stóru. Við í
prísunum er sigling, atkomugjald,
ferðaleiðari, kaffi og kaka íroknað.
KOSTN.: 500,- kr. fyri hvønn
HVAR: Í Sørvági
NÆR: Sunnudagar í juli, men
mist til at bíleggja pláss.
Familjulegan á Selatrað
er ein lega fyri øll, sum skótarnir
skipa fyri. Hendan legan er ómeta
liga væl umtókt, og eitt serstakt
høvi til at vera saman við familj
uni og øðrum fólki í náttúruni.
Familjurnar búgva í tjaldi ella í
vallarheiminum og skipað er fyri
legubáli, gullgrevstri, bogaskjót
ing, jarnsmíð, vatnsúkklum, kano
rógving og kappingum av ymiskum
slagi. Serliga eru tað páparnir, sum
veruliga fáa møguleika at spíla seg
út við alskins kappingum. Legan er
eisini væl umtókt millum børnini,
sum sleppa at spæla, renna og vera
frí í føroysku náttúruni í Sela-
trað.
KOSTN.: 120,- kr. fyri vaksin og
30,- kr. fyri børn undir 13 ár
HVAR: Selatrað
NÆR: 30. juni – 1. juli
Varmukeldugarðurin í Gøtu
er avgjørt eina vitjan verdur. Her
kanst tú fara við børnum og fáa
innlit í føroyskt jarðarbrúk. Túr
urin byrjar í fjósinum í Gøtudali,
har greitt verður frá søgu og
jarðarbrúki. Eftir rundvísing
verður farið heim í bygdina, har
bóndahjúnini bjóða ein drekka
munn. Varmakeldugarðurin er
nýggju merkur, 280 áseyðir – 42
mjólkineyt, ið geva 406.000 litrar
av mjólk um árið.
Umframt mjólakarframleiðslu
eru tey so smátt farin undir osta
framleiðslu eisini.
KOSTN.: Vaksin 120,- kr., og
børn undir 13 ár 50,- kr.
HVAR: í Gøtu
NÆR: Sunnudagin 9. juli kl.
14.00 er opið fyri øllum, og tað
tekur á leið tveir tímar
VÁGAR
EYSTUROY
Familjuvinarligir summardagar
HETTA VIÐM