Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-11, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. mai 2017síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. MAI 2017 SOSIALURIN 55 NÓLSOY Ein túrur úr Havnini við Ternuni til Nólsoyar er at viðmæla ein góð­an summardag. Har eru góðir møgu­leikar fyri gongutúrum, sum eru lættir hjá børnunum. Børnini tíma eisini væl at hoyra Jens Kjeld Jen­sen greiða frá um fuglar og um náttúruna. Seta tit tykkum í sam­ band við kunningarstovuna har, so er møguligt at fáa lagt helt serligan túr til rættis, sum er ætlaður børn­ un­um við frásøgufólki. Lagt er upp til ævintýr og lutaleik saman við frá­søgufólkinum, sum gevur eina minn­isríka uppliving. Í Nólsoy hava tey eisini lekkra rab­arbusaft og heilt serliga, men heilsu­góða pitsu til familjuna at royna. Víkingadagar í Hovi leggja upp til eina vitjan í forna høvuðsstaði Føroya. Skráin fyri dagarnar er long, og har er alt frá víkingamarknaði við hondgjørdum lutum til at skriva rúnir á træ. Her verður lagt upp til hugnaligar løtur, við at baka egið víkingabreyð á sneis yvir bálið. Eisini kemur kokkur úr Danmark at gera mat yvir opnum eldi við rávørum frá víkingatíðini, og børnini sleppa eisini at læra at brúka svørð og skjøldur. KOSTN.: Vaksin 60,- kr., og børn 20,- kr. ymisku aktivi­tet­ir­ nir úr 5 til 30 krónur HVAR: í Hovi NÆR: 26. -28. mai Taratúrurin í Fámjin er túrur í mølini í Fámjin. Tari verður savnaður saman, og greitt verður frá um nøvn, gróðrarstøð, útbreiðslu og hvat er etandi og annað. Tað er ikki ein strævin túrur, men tað kann vera hált av øllum taranum. Tað er Agnes Mols Mortensen sum greiðir frá á túrinum, sum er ein stuttligur møguleiki hjá børnum og vaksnum at bretta um armar, nerta við taran, vassa og líða á. Túrurin tekur eini tveir og ein hálvan tíma. KOSTN.: Vaksin 100,- kr., og børn 50,- kr. HVAR: í Fámjin NÆR: Leygardagin 15. mai BØRNINI ELSKA AT SVIMJA Svimjihallirnar í Klaksvík, Havn og Páls Høll Hallirnar í Havn og í Klaksvík eru frálíkar til fam­ilj­ ur­nar. Eru tit tó í Suðuroy, so er upp­lagt at vitja Páls Høll í Vági. Um­framt svimjihyl er barnahylur, væl­verudepil, venjingarmiðstøð og café. SUÐUROY Her hava vit savnað saman nøkur uppløgd boð til familjuvinarlig tiltøk í Føroyum í summar, har familjan, føroyska tilfeingi og náttúra eru lyklaorðini. Tiltøkini og støðini eru avgjørt eina vitjan verd, um tú ynskir at ferðast í egnum landi við børnunum. í Føroyum ÆLA VIT 19 framhald á næstu síðu