Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-11, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. mai 2017síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. MAI 2017 SOSIALURIN 55 20 LÍVSSTÍLUR Djóradagur er í Húsavík á hvítu­ sunnu, so tá er gyltur møguleiki at fara ein Sandoyartúr. Djórini plaga at standa á eini grønari fløtu. Í hegninum plaga at vera hálandsoksar, kaninir, lomb og hønur at finna í. Tað riggar væl at koma suður fyrrapart, kanska á hotellið ella kafé Breiðateig at eta, og so á djóradag. KOSTN.: 50,- kr. HVAR: í Húsavík NÆR: 3. juni Krabbatúrur til bestu fjørustøðini í Sandoynni at veiða krabbar og kombikk – sum alt verður sett út aftur, tá túrurin endar. Júst hvørji støð verða vitjaði veldst um veðrið og dagin, men glúpurin og spannin skulu við hóast alt. Tit fáa ein ferðaleiðara við tykkum í fjøruna, har møguleikin fyri fongi er størstur. KOSTN.: 100 kr., men fram til 24. juni er sertilboð fyri bólkar, har goldið verður fyri fimm í bólkinum, og restin er ókeypis HVAR: á Sandoynni NÆR: Túrurin skal bíleggjast á kunningarstovuni, so spyr teg fyri PREI: Hotel Skálavík hevur inn­ an­dura spælipláss og matstovu Stóri steinurin í Søltuvík hevur eina serstaka søgu. Steinurin er ílatin litfagurt bundið plagg, og høvuðsmyndin er av eini førligari risakonu. Við vegin er eisini eitt stórt risakonuspor, og nakrar hundrað metrar vestureftir er Gívrinarhol – inngongdin til hellið, har blinda risakonan stóð og mól gull á kvørnini. Hendan søgan er best søgd av royndum frásøgufólki, sum Kunningarstovan bjóðar fram. Ein deiligur gongu, renni ella klintritúrur fyri familjuna. Kostnaður og tíðir fáast frá kunningarstovuni, men túrurin verður gjørdur regluliga HVAR: í Túrurin byrjar við skúlan SANDOY