Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-11, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. mai 2017síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. MAI 2017 SOSIALURIN 55 22 Tíðargrein Svend Højgaard Leiðari: Bókasavnið við Løkin Mest gagn fyri flest Í sambandi við at skipasmiðjan MEST hevur ætlanir um at seta ein bygning omaná turrdokkina á Skála, eiga borgararnir og skipasmiðjan í felag at finna eina loysn, sum er til mest gagn fyri allar partar. H etta skrivið er eitt huga­ rák og eitt íkast til ætl­ aninar. Ætlaði bygningurin verð­ur Føroya hægsti bygningur – eini 50 metrar høgur – og tískil sera sjón­ligur um allan Skálafjørðin, og óvan­liga dominerandi í eini lítlari bygd sum Skála, har fólkatalið ikki er meir enn gott 600 fólk. Hetta verður onki minni enn tað nýggja býar­merkið fyri Skála. Hetta verð­ ur nýggja ímyndin av Skála bygd, og fer at knýta seg at samleikanum hjá fólki á Skála. Tískil síggi eg hetta sum ein møguleika hjá okkum, sum búgva her, at fáa blást nýtt lív í bygdina, nýtt lív í skipasmiðjuna og nýtt lív í ímyndina av Skála bygd. Men hetta kann eisini gerast eitt satt misprýði fyri bygdina. Her eru serligar umstøður at taka hædd fyri, tí skipasmiðjan liggur mitt í bygdini og er nærmasti granni hjá fleiri familjum á Skála. Tí eigur hetta at gerast við skili og í tøttum samstarvi mill­um bygdarfólkið, komm­unu­stýrið og MEST. Og við størstu virðing fyri nærmastu grann­un­um hjá skipasmiðjuni! Afturgongd vendast til framgongd Tey seinastu árini eru fleiri tæn­ ast­ur horvnar og stovnar nið­ ur­lagdir á Skála. Vit hava mist bank­arnar og posthúsið. Orsaka av kommunalum raðfestingum er eldrasa­mbýlið niðurlagt, og nú er eis­ini læknaviðtalan latin aftur. Tann 1. apríl í ár læt einasti handil í bygd­ini aftur, – men vónandi bert fyri­bils. Skipasmiðjan hevur eisini havt sínar upp- og niðurtúrar. Men nú er eitt høvi hjá skipasmiðjuni og bygdini at taka eitt tak saman framá. Tí enn er lív og enn eru fram­taks­sinnað fólk á Skála. Hóast nógv afturstig hava verið í bygdini, so hava vit nógv at vera errin av. Skála bygd er væl sam­ an­sjóða og hjúklar um tað sum er gott fyri felagsskapin. Vit hava m.a. Føroya elsta og kanska besta bak­ arí, sera væl umsitin ítr­ótt­ar­fe­løg, virknar pensjónistar, eina ítr­ótt­ arhøll, ein fótbóltsvøll, ein fólka­ skúla, ein barnagarð, eina vøggu­ stovu, tann­røkt, fóta­røkt, vask­arí/ reins­arí, el-ser­vice, bil­verk­stað, fri­sør, kirkju, mein­ig­heits­hús­ið, brøðra­sal, fornminnisfelag, und­ir­ húsið Ka­hyttin, bátahyl og ikki at gloyma skipasmiðjuna. Haraftrat hava vit vakra náttúru til fjals og fjøru og áir, sum t.d. fríøkið við Prestá. So her er nógv at verja og at byggja á. Týdning fyri bygdarfólkið Skipasmiðjan hevur verið góð fyri Skála og verður tað vónandi eisini í fram­tíðini. Í mong ár hava vit tó átt kanska Føroya ljótasta bygning – byggihøllin – á skipasmiðjuni. Eitt aluminiumspláta klútateppi, sum hevur verið vørumerkið fyri Skála. Nú tá nýggjur tvífalt so høg­ur bygningur skal byggjast, so hava vit møguleikan at ávirka – ja kanska krevja – at hesin nýggi bygn­ingur verður vakur. Ja, helst nak­að heilt serstakt! Tí hetta verð­ ur tann nýggja ímyndin av Skála bygd. Vit sum búgva her fara at bera bygningin við í okkara sam­ leika. Og samleikin peikar bæði inn og út. T.v.s. at vit identifisera okk­um við bygningin og taka tey signal, sum hann sendir, við í okk­ ara sjálvsfatan. Onnur fara eis­ini at binda hugmyndina av bygn­ing­in­ um við okkum sum búgva á Skála. Um bygningurin t.d. verður enn ein klodd­ut byggihøll, so er signalið tað, at Skála (og Skálafólk) eru líka­sæl tá tað ræður um arkitektur, byggi­sið, estetikk og vakurleika ella hvussu tað sær út hjá okkum. Men har afturímóti, verður bygningurin vak­ur og sendir eitt positivt signal, so kunnu vit vera errin og góð við hetta nýggja tornið. Eg ynski mær antin ein arkitektoniskt væl dim­ ens­i­on­eraðan bygn­ing av góðum til­fari og stíl­tryggum úttrykki ella ein bygning við óvæntaðum og krea­tivum úttrykki. Okkurt sum vit á Skála kunnu vera errin av. Eg vil ikki bara gleðast um at skipa­ smiðj­an vinnur pengar og hevur arb­eiðspláss, men eg vil fegnast um at vit eisini eiga Føroya hægsta bygn­ing, sum haraftrat hevur eitt meir­virði – t.d. arkitektoniskt. Tað skal vera ein bygningur, sum vit tíma at avmynda og vilja vísa fram. Týdning fyri MEST Sæð úr sjónarhorninum hjá MEST, so er eyðsæð at man væntar at fáa støð­ug­ari arbeiði og vónandi meira arb­eiði. Men við hesum nýggja bygn­ingi hevur skipasmiðjan eisini ein møguleika at styrkja um sín pro­fil í mun til hugtakið Corporate Soci­al Responsibility (CSR). Hetta er tá virkir – og kanska serliga tey stóru – taka sam­felagsábyrgd. MEST er so nógv tað størsta privata arb­eiðs­plássið á Skála, har flest fólk starv­ast, og sum er sera sjónligt í bygd­ar­myndini. Av hesi orsøk liggur ein serlig ábyrgd á MEST, um at taka sam­fe­lags­ ábyrgd av tí lítla lok­al­sam­fe­lag­ num á Skála. MEST kann velja at síggja hetta sum eina spenn­andi av­bjóðing at ganga nýggj­ar leið­ir og skapa nýggj sam­størv og styrkja ímyndina av fyri­tøk­uni. Verð­ur rætt borið at, so kann ein ný­skap­ andi loysn styrkja kapp­ing­arførið og umdømið hjá MEST. Tann besta loysnin er uttan iva, um hetta gerst ein win-win støða fyri bæði MEST og bygdina. Ein loysn sum øll kunnu vera errin av. Hvør er kommunala visjónin um menning av Skála? Undir valstríðnum til komm­unu­ val­ið seinast var nakað tosað um at kommunustýrið átti at orða vi­sjón­ ir og menningarætlanir fyri tær 15 bygdirnar í kommununi. Hes­ ar ætlanir eiga sjálvsagt at hava kjølfesti í fólkinum á stað­num.