Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-11, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. mai 2017síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. MAI 2017 SOSIALURIN 55 23 Men politikarar eiga at taka ini­ tiativið til hetta samskifti. Á Skála hava vit í nógv ár verið klár at taka hetta prátið. Henda ætlanin hjá MEST er eitt upplagt høvi at tosa yv­ir­skipað um, hvussu vit ímynda okk­um Skálabygd um 10-20 ár. Og hvussu hóskar henda høllin inn í ta visjónina? Ella kunnu vit onk­ urs­vegna brúka hesa høllina í eini menn­ingarætlan fyri bygdina? Nøkur uppskot Verður loyvið givið til at byggja henda høga bygningin, so eigur tað sjálvsagt at verða eitt virði og gagn fyri bæði MEST og bygd­ina – og meir enn bara at geva arb­ eiðs­p­láss. Her eru nøkur uppskot og hugsanir um, hvussu fjølbroytt virð­ir vit kundu fingið burturúr byggi­ætlanini. Almennur opin verkstaður Ein møguleiki er at bygningurin eis­ini inniheldur eitt høli við am­boðum, tólum og arb­eiðs­um­ støðum. Hetta hølið kundi verið um­sit­ið av sjálvbodnum – t.d. pen­sjoneraðum handverkarum, sum høvdu umsjón við amboðum og trygd. So kundi bygdafólkið/ al­menningurin komi inn at gera smærri privatar handaligar upp­ gáv­ur og umvælingar. Hølið kundi eis­ini verið brúkt í sambandi við kvøld­skúla ella enntá í sambandi við handverkaraútbúgvingar á Tekn­iska skúla. Kanska næmingar í fólkaskúlanum eisini kundu havt smíð og annað handaligt í hes­um hølum. Á einum slíkum verk­ staði kunnu vit eisini vænta at ný­skapan og uppfinningar verða gjørd­ar. Henda loysnin hevði skapt eitt gagn­ligt og posi­tivt sam­band mill­um skipa­smiðj­una og nær­ umhvørv­ið. Smiðjusavn Í sambandi við byggingina av ´dokk-høllini´ kundi skipa­ smiðj­an sett eitt annað hús á øk­in­um í stand og skipað eitt skipa­smiðjusavn við søguligum mynd­um, lutum og frásagnum. Hetta kundi t.d. verið gjørt í sam­ starvi við Fornminnisfelagið á Skála. Skipasmiðjan kundi eis­ini bjóða seg til at gjørt rund­vís­ingar á skipasmiðjuni fyri børn­um og skúlaungdómi sum upp­lýsing og møguliga eggjan til hand­verka­ læru. B æ ð i tann opni verk­ stað­urin og savn­ið høvdu havt áhuga hjá yngri og eldri, har man vitjaði og lærdi. Síggj arbeiði Til ber at byggja eina innilokaða athøll (altan) uppí síðuna á høll­ ini, har almenningurin kann síggja inn í høllina og fylgja við arb­eiðinum. Hetta er m.a. kent frá fín­um matstovum, har gestirnir síggja inn í køkin har maturin verð­ur gjørdur. Aðrastaðni eru eis­ini ymisk arbeiðandi vekstøð, har ferðafólk og vitjandi kunnu eyg­leiða handverkarar in action. Somu­leiðis kundi almenningur sæð inn í ´dokk-høllina´ og fylgt við arbeiðinum ella skoða skip­ ini. Málbólkurin her alt frá børn í barna­gørðum og skúlum, áhuga­fe­ løg so sum pensjónistar á ferð og út­lendsk ferðafólk. Henda athøllin kundi eisini verið ein matarhøll ella fund­ar­høli. Listaveggir Eins og niðast í Norðoyatunlinum har Tróndur Patursson hevur sett ljós á veggirnar, ber til at ímynda sær at vegg­irnir á hesum stóra bygn­ingi kunnu rúma list. Tað kundi verið mangt ymiskt, sum t.d. eina skift­andi ljós­seting, eitt byggi­til­far sum skifti lit ella út­trykk í mun til veðrið (ljós, vind, vætu) ella eitt fast risastórt lista­ verk. Hetta verða kanska føroya størstu veggjaflatur, so tað hevði ver­ið áhugavert um listafólk sluppu at brúka veggirnar til skift­andi listaframsýningar ella in­stal­la­ti­ónir. Hvat við eini árligari MEST-framsýning ella nýskapandi lista­festivali? Vit hava brúk fyri hvørjum øðrum. Win-win-loysnin er einasta loysnin! Endamálið við arbeiðsplássum er ikki fyrst og fremst at vinna peng­ ar. Endamálið er at skapa bestu liviumstøður fyri fólkið. Tað er rætt at við nógvum pengum eru for­treyt­irnar fyri góðum livi­um­ støð­um betri, enn um ongin peng­ar eru. Men um borgararnir í granna­ lag­num hjá skipasmiðjuni hvønn dag skulu liva við einum ljótum mis­fostri av eini blikkhøll, so eru ikki góðar liviumstøður skaptar fyri hesar familjur ella Skála bygd sum heild. MEN hetta kann blíva gott! Her eru nógvir møguleikar fyri at fáa nak­að meira burturúr, enn bert eina innilokaða turrdokk til støð­ ug­ari og meira arb­eiði og eitt ljótt út­sýni hjá grannunum og skomm fyri bygd­ar­fólkið sum heild. Møgu­ leik­arnir eru her. Spurn­ing­urin er bara um viljin eisini er til staðar. Vónandi fáa vit øll ein gevandi og áhugaverdan borgarafund, tá skipa­smiðjan ella kommunan fer at bjóða bygdarfólkinum til fund um ætl­aninar hjá skipasmiðjuni. Vónríkar heilsanir Svend Højgaard, borgari á Skála Hetta skrivið er eitt hugarák og eitt íkast til ætlaninar