hósdagur 11. mai 2017síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. MAI 2017
SOSIALURIN 55
24
FRAKLAND OG UNGARN VÍÐARI
Tað stóð nógv á fraklendingum undan seinasta umfarinum í
bólkaspælinum. Teir skuldu vinna á Skotlandi. Málið kom ikki fyrr enn í
evstu løtu og aftur var tað Amine Gouiri úr Lyon, sum skoraði fyri Frakland,
ið er víðari saman við Ungarn. Skotland vóru bara fáar minuttir frá at
koma víðar, men mugu saman við londum sum eitt nú Italia og Føroyum.
Við tárum í eygunum fóru føroysku U17 landsliðsspælararnir
av vøllinum í Lucko í Kroatia. Ungarn vann seinasta dystin
4-0. EM-ævintýrið er av á hesum sinni, men heili sjey av
spælarinum hava aldur til U17 landsliðið komandi ár
TRÓNDUR ARGE
F
øroyska U17 lands
liðið megnaði ikki
at skriva fleiri
kapittlar í ævintýr
inum um lítlu tjóðina, sum
skakaði fótbóltsheimin.
– Bragdið er at tit komu
hertil, segði Steve (H?)
Cooper, U17 landsliðsvenjari
hjá Onglandi við føroysku
venjararnar
Føroyska liðið tapti sein
asta dystin uppiborið 4-0,
men hesa ferð vóru føroysku
spælararnir meiri við. Eina
løtu lúrdi vónin um eina
endurtøku av dystinum
móti Skotlandi, tá vit hildu
fast í ein tíma.
Hesa ferð spældi eydnan
við okkum fyrstu løtuna,
men tá Ungarn fyrst fekk
mál, so knekkaði dreymurin
og ævintýrið er komið at
enda.
Styrki, skjótleiki og
bóltførleiki á muni
Eins og í dystunum móti
Skotlandi og Fraklandi, so
var styrkin, skjótleikin og
bóltførleikin á muni. Spæl
ararnir hjá Ungarn vóru
størri, skjótari og væl betri
á bóltinum enn okkrara.
Tað hoyrir við til søguna,
at tríggir bóltsterkir verju
spælarar ikki eru við vegna
skaða. Tað ger tað torførari
hjá okkara at fáa spælt bólt
in upp.
Hinvegin, so má stað
festast, at føroyskur ung
dómsfótbóltur hevur stórar
avbjóðingar fyri framman.
Vit hava nú lyft okkum
frá niðasta bólkinum og
heitinum sum pinkutjóð í
fótbóltsheiminum. Verður
tað í stødd, men ikki evnum.
Hvørja ferð tað var ein at
síggja til javnur dystur um
bóltin, so vunnu ungarar
nærdystin. Tá rennast
skuldi kapp, so vóru ungarar
skjótari. Eisini vóru teir væl
betri á bóltinum, har teir
fluttu hann væl runt og vóru
neyvir í avgerandi løtunum.
Tvey skot á mál
Tað hevur gingið illa at fáa
skapt málmøguleikar til EM
endaspælið. Hvørki móti
Skotlandi ella Fraklandi
eydnaðist at fáa eina roynd
á mál. Tí umhugsaðu venj
ararnir at flyta skjótu og
arbeiðssomu vengurnar,
Tórur Jacobsen og Hanus
Sørensen, fram í álopið.
Heilt soleiðis bleiv tað ikki,
tí Hanus Sørensen helt frá
á vonginum, meðan Tórur
Jacobsen fekk Stefan Rado
saljevic í álopið. Serliga í
seinna hálvleiki kom før
oyska liðið betri við og vit
fingu okkara fyrstu og ein
astu skot á málið. Eitt frí
spark frá Hanusi Sørensen
og eitt skott frá Stefan
Radosaljevic.
Í fleiri førum kom vant
andi evni til at halda upp á
bóltin í kroystum støðum.
Undantakið var Magnus
Holm Jacobsen, sum hevur
útmerkað seg í at halda upp
á bóltin.
Tað gjørdi í fleiri førum, at
vit fingu bótin aftur í høvdið
at kalla umgangandi. Tær
ferðirnar okkara kláraðu at
spæla saman hjálpti tað væl.
Vit koma úr trýstinum og
skjótt komu vit um miðjuna
og fingu fríspørk og innkøst.
Tað eru góðar keldur
til góðar støður, men her
haltaði so aftur. Vit fingu
ikki fríspørkini inn fyri og
mangan endaðu innkøstini
hjá ungarum.
Vildu seta ordiligt
punktum
Føroysku spælarar ætlaðu
at seta eitt ordiligt punktum
fyri EM-ævintýrinum, men
tað gekk ikki heilt, hóast
tað ikki ber til at finnast at
viljanum hjá dreingjunum.
Teir góvu alt á vøllinum í
Lucko, men enn eina ferð
var tað ikki nokk til at gera
nakað við útfallið av dyst
inum.
Tað vóru eisini nakrir
vónbrotnir
spælarar,
sum fóru av vøllinum
eftir loknan dyst. Ungarn
vann dystinum við góðum
álopsspæli, einum góðum
spælskipara og
sterkari
mið
verju. Ungarar
vístu í løtum hví
teir vunnu á Frak
landi. Teir frestu vóru
tekninskt væl fyri og
avbera skjótir á fótum.
Tað skal tó eitt mál eftir
horna til, fyri at Ungarn
kom á odda. Fimm minuttir
seinni var støðan 3-0 – og alt
avgjørt.
Sjey kunnu halda fram
Sermerkt fyri føroyska U17
landsliðið er, at teir hava
fleiri spælarar, ið hava
aldur til U17 í eina undan
kapping afturat. Teir Hanus
Sørensen, Bjarti Vitalis
Mørk, Sveinur Lava Olsen,
Elias El Moustage, Símun
Sólheim, Peter Bergman
Hansen og Gundur Ellings
gaard Petersen.
Tí hevur hetta liðið
framvegis nakað at síggja
fram til. Tað verður eitt før
oyskt U17 landsliðið við nógv
roynum, sum skal taka lut í
komandi EM undankapping.
Takk fyri hesaferð
Ein partur av mikukvøld
inum eftur dystin, fór við
at takka fyri seg. Áki Jo
hansen sum venjari, Pól F.
Joensen sum hjálparvenjari
og Andrass Thamassen
sum liðleiðari. Tað merkist
væl í hópinum, at talan er
spælarar, sum finna væl
útav tí. Tað hevur heilt víst
verið ein av orsøkunum til,
at U17 landsliðið er komið
so langt.
Tað bleiv ikki til fleiri
kapittlar á hesum sinni. Nú
veit alt fótbóltsføroyar, at
tað ber til at vinna seg til
eitt EM endaspæl. Um tjúgu
spælarar til samans vita
hvussu tað skal gerast. Nú er
at vóna, at avrikini seta síni
spor í føroyskum fótbólti.
Eitt er vist, tað var einki
minni enn eitt søguligt bragd
at koma til EM, men her
brast dreymurin á hesum
sinni.
TRONDUR@SOSIALURIN.FO
Fótbóltur
Dysturin
hesa vikuna...
U17 til EM í Kroatia:
ÆVINTÝRIÐ
KOMIÐ AT ENDA
– FYRI HESUFERÐ