Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-11, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. mai 2017síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. MAI 2017 SOSIALURIN 55 26 ÍTRÓTTUR JÓANNES HANSEN T að kann gott vera, at tað framvegis eru sjey komm­unur í Suðuroy, og at tað gongur striltið har suð­uri við samanlegging av komm­un­unum. At tað riggar við sam­starvi í Suðuroy, er felagsliðið hjá TB/FCS/Royn fínt dømi um. Støðutalvan sigur, at tað hevur gingið væl higartil. Liðið er á triðja plássi, og stuðulin millum áskoð­ar­ ar­nar er stórur. Teir møta upp við Stórá í stórum tali, og teir stuðla við at rópa Suðringar, Suðringar. Leygardagin er trettandi mai. Tað er stovningardagurin hjá TB, sum er elsta fótbóltsfelag í landin­ um. Tað varð stovnað í 1892, og har­ við er 125 ára føðingardagur nú leyg­ardagin. Á heimasíðu felagsins verður sagt, at ágóðin av føðingardegnum verð­ur latin nýggja felagsliðnum. Hetta kann ikki sigast at vera ann­ að enn greið staðfesting av, at tað verður tikið í størsta álvara, at nú standa tey saman í Suðuroy. Stóra avbjóðingin við Stórá TB/FCS/ROYN-KÍ: DAGFINN FORNÁ Sunnudagin klokkan 14.30 Toppdysturin verður við Stórá, har nummar trý fær vitjan av nummar tvey. Suðringar eiga einasta liðið, sum hevur vunnið fýra ferðir í sjey teimum fyrstu umførunum. KÍ hevur spælt fýra ferðir javnt og vunnið tríggjar ferðir, meðan suðr­ingar ikki hava verið partur av javn­leiki, men hava tapt tríggjar ferð­ir. Meðan KÍ spældi hálvfinalu miku­kvøldið, so hava Suðringar síð­ani tepra 2-1 tapið í Gundadali ímóti HB sunnudagin havt fokus á sunnudegnum og KÍ við Stórá. – Hetta verður stór avbjóðing hjá okkum. Nú eru vit har, sum tað er hugaligt at kappast, og vit hava higartil ikki tapt. Tað er altíð tor­ført at spæla í Trongisvági. Av­ rik­ini hjá Suðringum higartil siga, at tað verður torført, men vit fara suð­ur við vónum um, at tað skal eydn­ast at vinna fulla úrtøku, sigur KÍ veteranurin Hjalgrím Elttør. At hann mikukvøldið ikki var millum teir fyrstu ellivu sigur, at tað er stór kapp­ing um plássini í Klaksvík. Albert Adu, sum í fjør og í fyrra­ ár­ið skoraði 24 mál fyri TB, tykist nú hava fótað sær í Klaksvík. Hann skor­aði bæði síðsta og næstsíðsta um­far. – Vit ætla at halda tørn um góðu gongd­ina. Um tað skal eydnast, so er neyðugt, at vit vinna fulla úr­ tøku á heimavølli, og tað fara vit eis­ini eftir ímóti KÍ. Tær seinastu ferð­ir­nar á heimavølli eru ov nógv mál farin ígjøgnum hjá okkum í fyrra hálvleiki. Tað arbeiða vit við at fyri­byrgja, sigur Jón Krosslá Poul­sen hjá Suðringum. Víkingar vóru vónsviknir ÍF-VÍKINGUR: ALEX TROLEIS Sunnudagin klokkan 15.00 Meistararnir í Víkingi eru topplið, með­an ÍF er næstaftast. Tað eru átta stig millum grannarnar, sum hitt­ast í Fuglafirði. Síðani 3-1 heimasigurin á EB/ Streymi í øðrum umfari hevur ÍF úr­tøkan í fimm dystum verið mál­leysir javnleikir ímóti HB og á Skála. Einasta ÍF málið í fimm ferð­ ir 90 minuttum var tað í Klaksvík síðsta leygardag. Eftir tríggjar úti­ dyst­ir og eitt stig í úrtøku eigur ÍF aft­ur heimavøll. – Vit iðraðu okkum um 3-1 tapið í Klaks­vík, tí vit høvdu møguleika at vinna stig. Moralurin er góður, og vit hava gott mót, nú Víkingur verð­ur gestur her í Fuglafirði, sigur FÓTBÓLTUR Aldursforsetin verður 125 ár leygardagin, og tey á Tvøroyri ætla at geva møguligan vinning av føðingardegnum til Suðringar Upptakt til 8. umfar: STÓRA SLAGIÐ VERÐUR VIÐ STÓRÁ