Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-11, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. mai 2017síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. MAI 2017 SOSIALURIN 55 27 ÍF spælarin Dánjal á Lakjuni. Víkingarnir vóru vónbrotnir eft­ir 2-2 á heimavølli ímóti 07 Vest­ ur: – Vit spældu okkum til møgu­ leik­ar at vinna, men vit megnaðu ikki at fáa nóg stóra úrtøku. Tað ber ikki til, at verjuspælararnir skulu skora øll málini, glósar høgri vongverjin Gert Hansen, sum skoraði bæði málini ímóti 07 Vest­ur og er Víkinga toppskjútti við trimum málum. Aftur stór avbjóðing í Eysturoy NSÍ-07 VESTUR: EILER RASMUSSEN Sunnudagin klokkan 15.00 Higartil hevur tað ikki hilnast so­ leið­is á heimavølli, sum teir í NSÍ høvdu roknað við. Hagtølini siga 1-0 sigur á HB, 1-0 tap ímóti Vík­ ingi og javnleikir ímóti Skála og upp­flytarunum í EB/Streymi. – Hóast tað ikki hevur gingið eft­ir vild á heimavølli, so eru vit bara trý stig frá toppinum. Vit skulu vinna heimadystirnar, um vit framvegis skulu vera við í fremstu røð, staðfestir NSÍ mál­ verj­in Símun Rógvi Hansen, sum var burturstaddur, tá ið NSÍ spældi 2-2 ímóti Skála, og Karstin Hansen vardi heimamálið. Sunnudagin verður fyrrverandi NSÍ spælarin og venjarin Trygvi Mort­ensen gestur við Løkin. Sam­ an við Albert Ellefsen hevur tað eydn­ast Trygva at smíða 07 Vestur lið saman, sum hevur vunnið úr­ tøku fýra tær seinastu ferðirnar. Á papp­írinum sá tað ræðandi út, at av­b­jóðingarnar á útivølli nú vóru Víkingur, NSÍ, B36 og so KÍ á norð­ oya­stevnu. Fyrsta royndin – tann í Gøtu – eydn­aðist væl, og uppskriftin verð­ur tann sama sunnudagin við Løk­in: – Tað hevur ógvuliga stóran týdn­ing, at tað eydnaðist at vinna stig í Gøtu. Tað styrkir um sjálvs­ álit­ið, og tað er hugaligt, at tað nú eydn­ast at flyta liðið longri fram á vøll­in. Uppskriftin var í Gøtu hart arb­eiði alla tíðina, og hon er tann sama, nú NSÍ bíðar okkum, sigur 07 Vest­ur liðformaðurin og miðverjin Mart­in Tausen. Meðan teir arbeiða við at leggja nýtt graslíki á vøllin í Sørvági, ven­ ur 07 Vestur í Miðvági. Arbeiðið og góður hugburður skal til SKÁLA-B36: RANSIN DJURHUUS Sunnudagin klokkan 15.00 Hóast B36 bara hevur tapt einaferð, og Skála hevur tapt tvær ferðir í sjey teimum fyrstu umførunum, so eru hvørki teir í B36 ella teir á Skála nøgd­ir við úrtøkuna higartil. Bæði lið­ini hava verið partar av fimm javn­leikum. Tvey mál í sjey dystum er stað­ festing av, at tað hevur verið lítil brodd­ur í hjá skálamonnum: – Í Runavík vóru vit leingi á odda, og tá var tað óheppið, at vit síðstu tríggjar minuttirnar ikki megn­aðu at halda tørn. Vit vóru væl nøgdir við avrikið, og vit høvdu heilt góðar møguleikar at økja um leiðsl­una, áðrenn teir javnaðu. Tað gev­ur mót um, at tað er møguleiki ímóti B36, sum vit fyrr hava staðið okk­um væl ímóti á heimavølli. Fyri­ treyt­in er góður hugburður og hart arb­eiði, og tað kenna vit okkum at hava í okkum, sigur Skála máverjin Andr­as Gango. Skála hevur spælt tveir heima­ dyst­ir, og úrslitið hevur í báðum førum verið málleysur javnleikur – ímóti HB og ÍF. Í B36 vóru teir vónbrotnir um, at tað ikki eydnaðist at skora mál ímóti EB/Streymi við Margáir. – Hóast marginalirnir ikki hava ver­ið við okkum, so er fjarstøðan upp á toppin ikki meiri enn fimm stig, so vit hava framvegis møgu­ leika at vera við har, sum tað er huga­ligt at kappast, og eg rokni við, at tað fer at gleppa, tí hugburðurin er góð­ur, sigur B36 venjarin Jákup á Borg. Tað er møguleiki fyri at onkrir av lyklaspælarunum, sum hava ver­ið skaddir í fleiri vikur, nú fara at verða tøkir aftur. HB hevur fingið bombara EB/STREYMUR-HB: RÚNI GAARDBO Sunnudagin klokkan 15.00 Í EB/Streymi høvdu tey vónað, at Arnbjørn Hansen skuldi verða stóri málskjúttin í ár. Í fjør var hann í HB, har skaðar darvaðu so nógv, at Arnbjørn bara spældi við í fýra dystum og einki mál skoraði í lands­kappingini. Higartil í ár er sama skilið. Skað­ ar hava hildið málrevinum frá at verið meiri enn 25 minuttir á vøllinum, og Arnbjørn bíðar fram­ vegis eftir fyrsta málinum. Málleysi javnleikurin ímóti B36 varð í heimaleguni við Margáir rokn­að­ur at vera gott úrslit: – Vit vardu okkum til málleysan javn­leik, og ímóti HB vóna vit, at tað fer at eydnast at halda tætt. Men vit eru greiðir yvir, at tað er neyð­ugt at skjóta mál og vinna sigr­ar, um vit skulu sleppa av aft­ asta plássi, sigur stinni mið­verj­in Andras Olsen. Í fýra heimadystum hevur EB/ Streym­ur bara einaferð vunnið fulla úrtøku – 1-0 ímóti Suðringum. Hig­artil hevur tað í trimum roynd­um ikki eydnast HB at vinna fulla úrtøku á útivølli – 1-0 tap í Runavík og 0-0 á Skála og í Fugla­ firði. Tepri 2-1 heimasigurin ímóti Suðringum var sera søtur: – Vit hava sæð tað í tveir mán­ að­ir undir venjing, at Aleksndar Stan­kov er sterkur, skjótur, hevur góð­an bóltførleika og máltev. Tað hevur alstóran týdning. EB/ Streym­ur er um at mynda lið, sum tað er torført at spæla ímóti. Teir eru væl skipaðir í verjupartinum og ikki sørir í framrættaða partinum, so tað verður ivaleyst torført, sigur HB vet­eranurin Símun Samuelsen.