hósdagur 11. mai 2017síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. MAI 2017
SOSIALURIN 55
28
Óli Jacobsen
Jonny Lamhauge:
Siðsøga
SIÐSØGA
Óli Jacobsen
2. partur
E
g helt, at eg var fødd til
hesa uppgávu at passa
Valentinu, sum var av
lamin alt tað eg minnist.
Eg kundi ikki í míni villastu fantasi
farið og sagt, at nú fari eg. Hetta
var tað, sum skuldi vera mín upp
gáva. Eg havi eisini havt eina góða
heilsu. Tað er ikki komið fyri, at eg
havi verið tarnað í hesum vegna
sjúku. Kanska hevur eisini verið
ein meining í tí.
Børnini í húsinum minnast til,
hvussu Valentina alla tíðina rópti:
“Jonny, Jonny!” Eg kundi verða
vakt allar tíðir á samdøgrinum.
Hetta vardi í meira enn 40 ár.
Annars var hetta eitt stuttligt
og gott heim. Tað vóru so nógv
fólk, sum komu inn á gólvið. Tað
var altíð ein skemtiligur, lættur og
eisini fólkaligur tóni innanveggja.
Øll vandaðu sær um orðini.
Menn gingu ofta hús úr húsi at
hugna sær. Tá komu teir eisini inn
higar at fáa eitt prát. Søren Jacob
var skemtingarsamur maður og tí
stuttligur at vitja.
Mamma gjørdist eisini sjúk
Mamma var upprunaliga sera
røsk, men giktfepurin hevði tikið
henni fast. Mamma bleiv aftur
sjúk, og nú var tað blóðið, sum
tað var galið við. Hon fór í 1953 til
Havnar á sjúkrahúsið, og tá var
blóðprosentið komið niður á 28.
Dagin eftir fari eg til Havnar
at vitja hana. Tá hevði hon fingið
blóð um morgunin. Eg sá tá, at
hon var nógv betri. Men eg mátti
heim aftur, tí Signa skuldi eiga
Petru, yngsta barnið. Hon kundi
ikki lyfta Valentinu í teirri støðuni.
Tá eg komi oman á Trónd,
mjólkarbátinum, nú stendur
mammubeiggi, Garða Jákup, har,
og ein kista stóð á dekkinum. Tá
var tað Lisa, kona hansara, sum lá
í kistuni.
Hann fortaldi tá, at hon fór
suður á Landssjúkrahúsið, tí hon
hevði so lágt blóðprosent. Hon
fekk blóð og toldi tað ikki. Eisini
fekk hon nógvan fepur.
Tað var tað sama sum, sum
bagdi mammu, sum eisini hevði
fingið blóð. Eg fór beint í telefon
ina at vita, hvussu vorðið var við
mammu. Tey søgdu, at hon hevði
yvir 40 í fepri. Sagt var, at hetta
var vanligt. Hon ernaðist og kom
heim aftur.
Takkaði fyri sangin
Tað komu sum sagt nógv fólk
inn til okkara. Ein dagin kom ein
maður inn at heilsa uppá Valen
tinu.
Hann biður hana: “Syng ein
sang fyri mær”. Hon var kend fyri
at hava gott mál.
Tað hevði hon næstan til sín
doyggjandi dag, at hon kundi skera
útí at syngja, eisini um náttina.
Hon spyr, hvønn sang, hon
skuldi syngja. Hann svarar: “Jesus,
Jesus, Jesus sigter alt mit hjertes
ønske til.” Hon sang sangin, og
hann var fegin um at hoyra hann
aftur.
Eina aðru ferð kom ein annar
maður inn. Hann sat í køkinum, og
eg var inni hjá Valentinu. Hann
vildi so gjarna sleppa at heilsa
uppá hana. Signa kemur inn í
kamarið til okkara. “Veit tú hvat
Jonny, hann vil sleppa at heilsa
uppá Valentinu”. Tað var í lagi.
Ørindini vóru, at hann vildi sleppa
at takka henni fyri sangin í skúl
anum, har lestur varð lisin, áðrenn
kirkjan kom. Tað var altíð Valen
tina, sum byrjaði sangin á hesum
samkomum.
Tað kundu vera sangir sum
“Nærmere min Gud til dig” ella
“Jeg kunde min Jesus prise”. Hesar
kundi hon syngja uttan himpr.
Tá ið gudstænasta var í út
varpinum, sum kom í 1957, fekk
hon sálmabók og kundi syngja
við. Tá var hon so púra lammað
og kundi ikki so frægt sum snara
høvdinum.
Børnini ríkaðu lívið
Valentinu dámdi so sera væl børn.
Hon elskaði at síggja tey renna um
beinini á sær.
Hon lærdi eisini tey eldru børn
ini at rokna. Hóast hon ikki kundi
siga nakað av týdningi, so fekk
hon kortini givið til kennar, hvat
hon helt.
Hetta var alt strævið, men eg
vil leggja afturat, at vit húsfólkini
arbeiddu saman alla tíðina við
passingini av Valentinu.
Eg vil eisini siga, at tað vóru
børnini í húsinum, sum ríkaðu
lívið hjá mær. Eg metti tey mest
sum sum míni egnu børn. Signa og
Søren Jacob fingu fimm børn. Frá
teimum eru komin ein hópur av
børnum, barnabørnum og eisini
langommu- og –abbabørnum um
framt teirra makar. So bara hjá
teimum er familjan heilt stór. Tey
rokna meg øll fyri at vera gumma
teirra.
Mátti fáa sondu
Eina ferð mátti Valentina fara á
hospitalið, tí tað fekst einki niður
í hana. Alt fór rangt, og tá hostaði
hon so illa. Hetta var eini 10 ár áðr
enn hon doyði.
Hetta var annars fyrstu og sein
astu ferð hon kom á hospitalið
aftaná ta viðgerð, hon fekk, tá ið
hon gjørdist sjúk. So heilsan var
annars góð.
Tá fekk eg lært at geva henni
mat gjøgnum sondu. Eg gjørdi
matin til við hvirlu og mataði hana
gjøgnum sondina. Hetta kundi
vera allur matur, enntá ræstur
fiskur.
Tað gagnaði henni at fáa sondu.
Hetta styrkti hana so væl. Eg fekk
eina skrá við tí, eg skuldi geva
henni og hvussu nógv tað skuldi
vera.
Sondan var løgd gjøgnum
slangu úr nøsina í magan. Hetta
merkti, at hon ikki merkti nakran
smakk. Men tey ráddu mær til
at geva henni yoghurt uttan um
sondina. Tá fekk hon smakkin
eisini.
Annars dámdi henni so væl at
fáa lagkøku, tá ið tað var føðing
ardagur í húsinum. Men tað bar
ikki til nú.
Nú varð skipað fyri, at Valentina
fekk heimahjálp morgun og kvøld.
Men eg mátti kortini vera inni
og hjálpti til at lyfta hana úr og í
songina. Tað kundi heimahjálpin
ikki gera einsamøll.
Eg svav inni hjá henni, so tá
heimahjálpin kom, so mátti eg upp
úr songini .
Eg haldi meg kunna siga, at
hetta arbeiðið hjá mær var í døgn
drift.
Nógv binding og seyming
Í køkinum sótu vit nógv og bundu.
Valentina eygleiddi okkum í sín
um stóli og taldi meskarnar alla
tíðina. Eg tók eisini klæði inn at
seyma fyri onnur. Hetta kundi
Jonny hevur brúkt sítt lív at ansa síni fullkomiliga avlamnu systir.
Hetta er ein einastandandi søga um kærleika og umsorgan
Droymdi ikki um
at loypa frá
Jonny, sum nú er 90 ára gomul
Jonny talar í gullbrúdleypinum hjá Jórun og Jóan
Magnus, sonur Signu og Søren Jacob