hósdagur 11. mai 2017síða 29
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. MAI 2017
SOSIALURIN 55
29
Komandi partur
Í komandi parti verður hildið fram við
frásøgnini hjá Kaj í Bartalstovu í Syðrugøtu
Ískoyti til seinasta part:
Omma Jonny, Amalia Valentina, var úr Forna á
Nesi. Abbin, Søren, var úr Lamba. Tey giftust á
Nesi og búðu har, til tey fluttu til Rituvíkar.
lættliga gerast saman við, at eg
passaði Valentinu.
Eg plagdi eisini at seyma uppá
húsfólkið, eisini buksur til dreing
irnar. Hesar vóru so forkunnugar,
at tær høvdu lumma. Tað var sjálv
andi mansligt hjá dreingjunum at
hava hendur í lumma. Jeffri datt
eina ferð, men hann vildi ikki taka
hendurnar úr teimum fínu lumm
unum!
Valentina lurtaði áhugað eftir
jólaheilsum úr Danmark. Tá sat
hon alla tíðina og græt. Hugsaði
vist um øll hesi, sum vóru so langt
av landi skotin á jólum.
Valentinu dámdi væl at síggja
fólk. Rosa, dóttir Signu og Søren
Jacob, giftist inn til okkara við
Viggo, sum var av Toftum. Seinni
bygdu tey í Runavík.
Valentina vildi so fegin hava
tey at gista hjá okkum í Rituvík,
tá ið tey komu á vitjan. Hon fekk
bert sagt orðið “gist”, men tá vistu
vit, hvat hon meinti við. Tá vóru
bara børnini hjá Rosu í tí næsta
ættarliðnum.
Hetta varð mín
uppgáva í lívinum
Tað góða var, at vit merktu ong
antíð til, at Valentina hevði nakra
pínu, heldur ikki í høvdinum, har
sjúkan byrjaði.
Eg havi sjálv havt eina góða
heilsu. Havi ikki verið sjúk og
ongantíð verið innløgd. Eg havi
tó fingið opererað eyguni.
Í nógv ár gjørdi eg alt hetta utt
an at hugsa um at fáa nakað fyri
tað. Men einaferð
kom onkur, helst
frá kommununi,
og segði, at eg átti
at fáa samsýning
fyri mítt arbeiði við
Valentinu.
Eg føli meg at hava havt mína
uppgávu í lívinum. Men eg haldi
meg eisini hava havt eitt gott lív.
Eg havi verið frísk. Hetta eri eg
takksom fyri, tí hetta er ikki øllum
unt.
Doyði 84 ára gomul
Dr. Djurhuus, heiðadoktarn, segði
eina ferð við mammu, at Valentina
kundi liva sín fulla aldur. Hjart
anum bilaði einki. Hon bleiv eisini
gomul.
Valentina doyði 1. august, sum
hon hevði fylt 85 ár tann 6. oktober
1991. Tann dagin segði Rosa við
meg: “Veitst tú hvat, skulu vit ikki
fara ein túr til Funnings”. Dóttir
hennara og Petra hjá Søren Jacob
vóru í summarhúsi í Funningi. Eg
sigi, eg veit ikki, tí Valentina hevði
eitt sindur av fepri. Hetta var kort
ini so lítið, at tað ikki mundi bila,
so eg fór við Rosu.
Heimahjálpin skuldi koma at
leggja Valentinu, so eg skuldi ikki
hugsa um tað. Vit fóru so til Funn
ings, men eg føldi slíkan ófrið á
mær og vildi sleppa aftur til hús.
Vit fóru so, og eg hugsi við mær,
meðan vit koyrdu: “Á dú, sum tað
er langur vegur”. Tá høvdu fólk
ikki telefon uppi á sær, so tað bar
ikki til at fáa at vita, hvussu til
stóð heima.
Tá eg komi inn til okkara, sigur
Søren Jacob: “Eg haldi ikki, at hon
hevur tað so gott.”
Eg leypi inn í kamarið og sigi:
“Valentina, nú eri eg afturkomin.”
Men hon segði einki. So seti eg meg
hjá henni og sigi við hana: “Eg eri
hjá tær”.
Eg føldi eisini, sum um hon
visti, at eg var komin. Kanska hev
ur hon bíðað eftir mær. Eina løtu
seinni var hon farin.
Var tað ikki merkiligt? Eg kundi
tað sama verið í Funningi, men
henda órógvin fekk meg heim
aftur, so eg kundi vera hjá henni
síðstu løtuna hon livdi!
Valentina var ikki beisk á sína
lagnu. Tað kom ikki fyri, at hon
setti spurning við, hví hon var
blivin sjúk. Ikki gramdi hon seg
heldur.
Tá ið Valentina doyði var eitt
stórt tómrúm hjá mær. Hon hevði
fylt stóra part av mínum lívi. Men
tann stóra og vaksandi familjan
hjá Signu og Søren Jacob fylti hin
vegin meira og meira.
Kristintrúgvin merkti nógv
Eg kann siga, at eg havi havt eitt
gott lív, men tað var hart álíkavæl.
Eg kundi næstan einki sum onnur
kundu. Tá ið eg var ung varð eg
biðin at arbeiða á sjómansheimið í
Føroyingahavnini í Grønlandi. Tað
hevði dámað mær væl, men tað lat
seg ikki gera í míni støðu.
Men eg havi kortini havt nokk
so nógv at gera í Rituvík sum
kokkur við ymisk tiltøk sum
brúdleyp og slíkt. Tá eg var kokk
ur, plagdi Signa at sita inni hjá
Valentinu.
Kristna trúgvin var náttúrlig
ur partur í heimi okkara. Vit fóru
sunnudagar til lestur í missións
húsinum. Hetta var áðrenn kirkjan
varð bygd í Rituvík. Tá farið varð
til altars, gingu vit heim á Nes.
Eisini las pápi lestur heima.
Um kvøldið las hann andaktina
úr Husandaktkalendaran, sum
hekk í mongum heimi. Eisini sótu
beiggjarnir nógv og sungu inni hjá
okkum.
Um veturin bleiv nógv ferðast
til møtir í øðrum bygdum. Søren
Jacob var virkin missiónsmaður,
sum plagdi at hava orðið á møtum.
Eg havi sjálvandi eisini ging
ið í kirkju og missiónshúsinum
í Rituvík. Havi eisini verið í sjó
manskvinnuringinum í bygdini,
síðan hann varð settur á stovn.
Annað lív 65 ára gomul
Tá ið Valentina doyði, var eg
65 ára gomul. Tá gjørdist eg
leysari og kundi vera øðrum til
hjálpar. Eisini havi eg ferðast
uttanlands, havi enntá verið ein
túr í Grønlandi.
Søren Jacob doyði í 2008, og
Signa í 2011, so nú eri eg einsamøll
í húsi. Men børnini, sum eg eri
“gumma” hjá og onnur bróðurbørn
míni eru dúglig at vitja meg. Eisini
eri eg so mikið væl fyri, at eg kann
fara í føðingardagar og tiltøk av
ymiskum slag. Tað var stuttligt
tann 1. apríl at kunna vera við til
gullbrúdleypið hjá Jórun og Jóan
Magnus á Hafnia.
Tøkk til Jonny
Her skal vera veitt Jonny eina
stóra tøkk fyri hennara søgu, sum
er av heilt øðrum slag enn vanligt.
Søgan snýr seg fyrst og fremst um
Jonny og hennara umsorgan fyri
systrina. Men hon snýr eisini um
beiggjan, Søren Jacob, konu hans
ara Signu og teirra børn, sum eisini
vóru við at gera tað møguligt at
hava Valentinu heima. Hon fekk
eitt so frægt lív, sum hon kundi fáa,
og hon var umgird av umsorgan
og kærleika frá sínum egnu. Tí er
hetta ein vøkur søga, sum tað er
ein heiður hjá undirritaða at fáa
fest á blað.
Ítrivið í køkinum var handarbeiði av ymiskum slagi, meðan Valentina kundi eygleiða í
sínum stóli. V.m. síggja vit Rakul, mamma Jonny, Signu, Rosu, dóttir Signu, og Jonny.
Valentina mátti matast hvønn bita hon át
Andaliga heimið var
missiónshúsið í Rituvík
Hesi húsfólkini vóru øll við at hava umsorgan fyri
Valentinu. Sitandi Søren Jacob og Signa. Børn teirra eru
v.f. Rosa, Jeffri, Jóan Magnus, Meinhard og Petra.