mánadagur 15. mai 2017síða 3
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 15. mai 2017 · Nr. 56
Vilmund Jacobsen
Euromelanoma er eitt aftur
vendandi átak, ið er ment og
sett á stovn av húðlæknum
úr øllum Europa. Endamálið
við átakinum er at styrkja,
menna og samskifta um
fyribyrging, sjúkueyðkenni
og viðgerð av húðkrabba.
– Húðkrabbi er ein alsamt
veksandi trupulleiki - eisini
hjá føroyingum. Árliga verða
staðfestir nógvir tilburðir av
húðkrabba, og tí er tað so
týdningarmikið at varpa ljós
á evnið.
Tað siga tey á Tjaldurs
Apotekið, sum saman við
Krabbameinsfelagnum
skipa fyri átakinum - Euro
melanoma 2017 - mikudagin,
17. mai.
Í Steinatúni
Ráðgeving og kunning eru
nøkur av kjarnuøkjunum hjá
starvsfólkunum á apotek
unum.
– Tí fara vit á Tjaldurs
Apoteki at gera eitt átak,
har borgarin er vælkomin at
koma á Apotekið í Steinatúni
og fáa eitt prát við starvs
fólkið um evnið.
Á Tjaldurs Apoteki siga
tey, at tey í ár fara at varpa
ljós á týdningin av at kanna
síni móðurmerkir.
– Saman við Krabba
meinsfelagnum fara vit at
vísa á, hvussu móðurmerki
verða kanna, og hvussu fólk
kunnu fyribyrgja húðkrabba
við eitt nú at verja húðina
ímóti sólini.
Á
Tjaldurs
Apoteki
siga tey, at tey umframt
upplýsing, fara at býta út
faldarar um evnið.
– Vit fara eisini henda
dagin at hava serlig tilboð
uppá ymisk sløg av sóltil
búningum, verður lagt aftrat.
TUNNILSBYGGING: Á Strondum
vórðu 53 metrar sprongdir í síðstu
viku, og nú eru sprongdir 330 metrar
á Strondum tilsamans. Umframt teir
53 metrarnar, er eisini ein síðusmoga
sprongd, sum er 20 metrar long. Henda
er til tekniska útgerð. Á Hvítanesi
eru nú sprongdir 20 metrar seinastu
vikuna - og soleiðis tilsamans 30 metrar.
Frá í dag at rokna fer NCC eisini at
arbeiða alt samdøgrið á Hvítanesi.
Soleiðis
roynist í
vinnuni
Tvey línuskip fiska í
íslendskum sjógvi. Annað
skipið frystir fiskin
umborð og skipið, sum
ísar, kemur væntandi heim
at landa hesa vikuna.
Tvey línuskip eru á
Íslandsrygginum.
Annað av hesum kemur
væntandi inn at landa
í dag, og hitt kemur
væntandi í næstu viku.
Á Fiskamarknaði Føroya
vita tey at siga, at fýra
línuskip fiska undir
Føroyum. Tvey av hesum
koma væntandi inn
at landa í dag, og hini
koma í næstu viku.
Línuskipini undir Føroyum
hava ymisk fiskasløg,
kanska mest av longu.
Trý línuskip liggja
við bryggju.
Um útlitini til útróður,
siga tey á Fiskamarknaði
Føroya, at streymurin
er nakað harður, men
hann batnar hesa
vikuna. Tí verður roknað
við, at nakað verður
av útróðri í vikuni.
Flestu partrolarar eru til
fiskiskap. Skipini fáa mest
av upsa. Fiskiskapurin er
framvegis smáligur, tó
gera partrolararnir okkurt
betri hál viðhvørt. Skipini
koma inn at landa, sum
henda vikan gongur.
Trý pør fiska gulllaks.
Ein djúpvatnstrolari
er farin at partrola
eftir upsa. Ein fiskar
blálongu og stinglaks,
og ein frystitrolari er
farin til Eysturgrønlands
at fiska svartkalva.
Restin av
djúpvatnstrolarunum
liggja við bryggju.
Ein trolbátur fiskar
norðan fyri og kemur
inn at landa í dag.
Hesin fær mest av toski,
hýsu og flatfiski.
Ein er farin niður til
Skotlands í morgin á verft,
og ein kemur helst aftur
haðani fyrst í vikuni og
ein annar seinni í vikuni.
At enda vita tey á
Fiskamarknaði Føroya
at siga, at tvey garnaskip
fiska svartkalva, og
væntandi koma bæði inn
at landa í endanum av
hesi vikuni. Fiskiskapurin
er brúkiligur.
Eitt garnaskip
fiskar havtasku.
vilmund@sosialur
- Árliga verða staðfestir nógvir tilburðir av húðkrabba,
og tí er tað so týdningarmikið at varpa ljós á
evnið, siga Tjaldurs Apotek og Krabbameinsfelagið
sum skipa fyri átaki mikudagin, 17. mai
Euromelanoma 2017:
Húðkrabbi er ein
veksandi trupulleiki
ÁRSAÐALFUNDUR
P/F Tjaldur hevur ársaðalfund týsdagin,
tann 30. mai 2017, kl. 09:00, á Bryggju-
bakka 22, Tórshavn
Dagsskrá sambært viðtøkur felagsins:
a. Frásøgn nevndarinnar um virkið í hinum
lidna ári.
b. Framløga av hinum grannskoðaða
roknskapi og fíggjarstandi.
c. Uppskot frá nevndini um, hvussu árs
avlopið skal verða nýtt.
d. Val av nevndarlimum, sum verða valdir
fyri 1 ár í senn.
e. Val av grannskoðara, sum verður valdur
fyri 1 ár í senn, til at grann skoða rokn
skapin fyri inniverandi ári.
f. Uppskot um nýggjar viðtøkur:
Verandi viðtøkur eru í onkrum førum
ikki í tráð við galdandi lóggávu, og
nevndin hevur tí valt at gera uppskot
til nýggjar viðtøkur fyri felagið. Talan
er um viðtøkubroyting, og sambært
viðtøkur felagsins krevst fyri at samtykkja
uppskotið, at í minsta lagi 2/3 av parta
peninginum er umboðaður á fundinum,
og at uppskotið verður samtykt við 2/3
av atkvøðunum. Uppskotið til nýggjar
viðtøkur fæst við at venda sær til felagið
á telefon 45 75 00, ella senda teldupost til
status@olivant.fo
g. Ymiskt
Til ber at tekna seg til fundin við at ringja
til tlf 45 75 00 ella senda teldupost til
status@olivant.fo í seinasta lagi 26 / 5 2017,
kl. 12:00
Nevndin
P/F TJALDUR
fyrrverandi P/F Skipafelagið Føroyar
(Nevndin)
P/F nr. 3 · Postsmoga 250 · 700 Klaksvík
Aðalfundur
Árligi aðalfundurin hjá Beranum
2017, verður í hølunum hjá Kiwanis á
Jøkulstræti 4, 100 Tórshavn, tann
30. mai kl.19.00.
Skrá sambært viðtøkum felagsins.
BERIN