mánadagur 15. mai 2017síða 4
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 15. mai 2017 · Nr. 56
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
UNDIR FÝRA EYGUM
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hvat land kundi tú hugsað tær at vitja?
– Eg havi aldrin útlongsul, og mær dámar væl at ferðast í
Føroyum. Men tá ið eg síggi myndir av Maldivunum, so hendir
nakað. Har kundi eg hugsað mær at vitja. Annars havi eg tað alt
ov gott í Føroyum.
Hvat gert tú, tá ið tú slappar av?
– Eg arbeiði nógv, so eg havi ikki so nógvar tímar til at slappa. Mær dámar
væl at hyggja eftir onkrari sjónvarpsrøð, tí tá kobli eg ordiliga úr. Tað er eisini
avslappandi at spæla við hornorkestri.
Eyðun Klakstein
Í apríl mánaði í 2003 varð
Guðrun Sólja Jacobsen kosin
vinnari av stóru donsku
sjónvarpskappingini Stjerne
for en aften, og tað gjørdist
hæddarpunktið
á
einari
kollveltandi tíð fyri ungu
kvinnuna av Tvøroyri, sum
stríddist við sjálvsálitið og
hevði havt eina kenslu av, at
hon ikki passaði inn í skúla
og útbúgvingar.
– Eg fann meg sjálva í
tónleikinum, har eg kendi
meg heima og dugdi okkurt.
Sigurin í Stjerne for en aften
gav mær sjálvsálit og dirvi til
at gera meira við tónleikin,
sigur Guðrun Sólja Jacobsen.
Umvegis sjónvarpskapp
ingina kom Guðrun Sólja
Jacobsen inn í so at siga
hvørja stovu í Føroyum og
Danmark, og tíðina aftaná
framførdi hon víðahvar og
gav tónleik út.
– Meðan eg luttók í kapp
ingini, sá eg ikki rættiliga,
hvussu stórt tað var, og
hvussu nógv tað hevði at siga
fyri meg persónliga og tón
leikaliga. Onkuntíð minnist
eg kensluna, sum eg hevði,
tá ið eg vann kappingini, og
tað var ein fantastisk kensla,
hóast onkur hevur sagt, eg
ikki virkaði so glað, tá ið eg
vann. Tað er helst ymiskt,
hvussu fólk vísa gleði, og
møguliga dugdi eg ikki heilt
at takla tað, tí í grundini var
tað bara ein sangur, sum eg
sang, sigur Guðrun Sólja Ja
cobsen.
Sang nógv
Guðrun Sólja Jacobsen er
uppvaksin mitt á Tvøroyri,
og 13 ára gomul byrjaði hon
at syngja alment. Tað var
umvegis eitt jólahald í fólka
skúlanum.
– Vit vóru trý, sum spældu
til jólahaldið í skúlanum. Tað
gekk væl, og vit vórðu eisini
biðin um at koma at spæla
aðrastaðni. Eg sang mest
aðru og triðju rødd tá, greiðir
Guðrun Sólja frá.
Seinni fóru tey eisini við
í Ársins songrødd, og tað
gjørdist fyrsta av fýra kapp
ingum, sum Guðrun Sólja
luttók í, áðrenn hon vann
Ársins songrødd.
– Eg haldi meg ikki hava
havt eitt viðføtt talent, men
eg havi sungið nógv. Eg og
beiggi mín Eyðun sungu sera
nógv, og tað hevur inspirerað
meg. Eg fekk ikki undirvísing
í sangi, men lærdi meg
ymiskt heima. Eg spældi
klaver frá tí, at eg var fimm
ára gomul, og tað hevur
kanska eisini hjálpt mær,
sigur Guðrun Sólja Jacobsen.
Nakað eftir aldarsskiftið
fór Guðrun Sólja at syngja
jazz
hjá
manninum
hjá
presti, sum tá var í Vági.
–
Hann
hevði
sínar
hugsanir um at syngja jazz
og lærdi meg, hvussu eg
skuldi syngja. Hann kendi
ein dómara í Stjerne for en
aften og vildi hjálpa mær at
koma við í kappingina. Vit
gjørdu eina upptøku, sum
síðani bleiv send niður og
sum slóðaði fyri, at eg kom
við í kappingina, greiðir
Guðrun Sólja frá.
Sjálvsálit
Sum onnur ungfólk stríddist
Guðrun Sólja Jacobsen við
manglandi sjálválit og vant
andi vissu um, hvat hon
skuldi brúka lívið til.
– Eg havi ikki altíð havt
sjálvsálit, og í skúlatíðini
hevði eg sera trupult við at
finna fram til, hvat eg skuldi
útbúgva meg til. Eg hugdi í
bøkur um útbúgvingar, men
tað kendist sera turrisligt
og ókreativt, og var onkur
útbúgving, sum kundi verið
áhugaverd, tók tað nógv ár at
– Eg haldi meg ikki hava havt eitt viðføtt
talent, men eg havi sungið nógv, og okkurt
skuldi mann duga fyri at passa inn, sigur
Guðrun Sólja Jacobsen, sum nú undirvísir í
sangi og ætlar at menna sína kreativu síðu
SANGUR
GEVUR MÆR
SJÁLVSÁLIT