Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-15, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. mai 2017síða 5

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 15. mai 2017 · Nr. 56 koma ígjøgnum, sigur Guð­ run Sólja. – Mær dámdi sera væl at syngja, og eg lurtaði nógv eftir tónleiki. Skuldi eg passa inn, skuldi eg var góð til okkurt, og tað bleiv sangur og tónleikur. Í tónleiki kendi eg meg heima, og umvegis sang havi eg eisini fingið betri sjálvsálit. Tá ið eg syngi, eri eg ikki so smæðin. Tá tori eg, og eg kenni meg trygga í tónleiki, sigur hon. Luttøkan í Stjerne for en aften var tí ein broytistíð hjá Guðrun Sólju, tí hon rakk nógv longur við sanginum, enn hon hevði ímyndað sær. – Tá eg fór við í kapp­ing­ ina, visti eg ikki veruliga, hvat eg dugdi innan sang, men knappliga framførdi eg á einum støði, sum eg ikki helt var gjørligt. Eg hevði heldur ikki hugsað mær, at at eg kundi liva av tónleiki, sigur Guðrun Sólja. Tíðina eftir Stjerne for en aften framførdi Guðrun Sólja nógv, og hon var á palli sam­an við stórum stjørnum ymsa­staðni í Danmark. Eis­ ini gav hon tónleik út í Dan­ mark, sum seldi væl. – Tað var stórt, og tað hendi sera nógv eina tíð, men so hendir okkurt annað, og so fer mann víðari. Guðrun Sólja var tá flutt til Danmarkar at búgva, og umframt krevjandi sang­ kapp­ingina gjørdi hon seg í 2003 lidna við miðnáms­út­ búgving og ferðaðist tí aftur og fram millum Føroyar og Danmark – millum fram­ førsl­ur og skúlaroyndir. Í 2008 avgjørdi hon at taka eina útbúgving innan sang, og hon valdi at fara á Com­ plete Vocal Institute, sum er ein privatur skúli, sum mill­ um annað bjóðar eina trý ára útbúgving. – Eg hugsaði um kon­ serva­torium, men eg helt ikki, at eg fór at lúka treyt­ irnar fyri at verða upp­tik­ in. Samstundis helt eg, at tað passaði mær væl, at Complete Vocal Insti­tute legði dent á rødd og sang. Skúlin var á einum krea­ tivum støði, og eg fekk eisini góða frálæru í pedagogikki, sum eg kundi brúka seinni, sigur hon. Heima Síðani Guðrun Sólja Jacob­ sen fekk prógvið frá Com­ plete Vocal Institute í 2011, hevur hon gjørt nógv við at undirvísa fólki í sangi. – Eftir at eg fekk útbúgv­ ingina, hevði eg ymisk arbeið, meðan eg royndi at finna mær næmingar, men tað eru nógvir sanglærarar, sum bjóða seg fram í Danmark, og teir flestu næmingar, sum eg fekk, vóru í Føroyum, sigur Guðrun Sólja. Eisini fekk hon møgu­ leik­an at undirvísa á kvøld­ skúlanum í Havn, og tað hevur hon gjørt í fimm ár. Um­støðurnar í Pæsastovu eru góðar, og har trívast bæði Guðrun Sólja og næm­ ing­arnir væl. – Fyri tveimum árum síð­ ani avgjørdi eg at flyta heim at búgva. Tað var blivið til, at eg var eitt hálvt ár í Føroyum og eitt hálvt ár í Danmark, og eg fekk hug at verða verandi heima. Kvøldskúlin í Havn hevur verið eitt sera gevandi arbeiði at hava, og eg havi fingið góðar umstøður til at hava undirvísing, sigur hon. Guðrun Sólja trívist sera væl sum sanglærari. – Eg hevði ikki trúð, at tað kundi vera so fantastiskt. Tað er eitt spennandi og av­bjóðandi starv. Eg havi dugna­ligar næmingar, sum stund­um kunnu spyrja meg ymiskt, sum krevur nógv av mær, og tað er sera gevandi. Eg hevði ikki hugsað, at eg skuldi undirvísa, men mær dámar tað sera væl. – Eg vil gjarna hjálpa fólki at finna friðin í tónleiki. Summi arbeiða øgiliga hart fyri tí og vita ikki rættiliga, hvussu tey skulu syngja. Eg hjálpi teimum at fáa frið í tí, sum tey gera, so at sangurin verður natúrligur, sigur Guðr­un Sólja. Hon er eisini fegin um at vera heima í Føroyum aftur fulla tíð. – Eg eri glað fyri, at eg havi verið burtur, tí nú seti eg størri prís upp á at vera heima. Lívið, mentanin og náttúran í Føroyum passar mær væl. Eg hevði tað gott í Danmark, men í Føroyum føli eg meg heima, sigur Guðrun Sólja Jacobsen. eydun@sosialurin.fo UNDIR FÝRA EYGUM Hvat hevði tú gjørt, um tú vanst eina millión? – Milliónin hevði helst blivið partur av einum húsakeypi. Hús í Havn eru næstan ikki keypandi, men ein millión hevði hjálpt ávegis at keypa hús, har eg eisini kundi havt eini høli til undirvísing í sangi. Hvønn sang dámar tær serliga væl at syngja? – Tað broytist støðugt, og veldst eisini um, hvørjum lagi eg eri í. Einaferð brúkti eg langa tíð til at læra meg Lately hjá Stevie Wonder. Jeff Buckley er altíð góður at syngja, men tað er meira til heimabrúk. Á konsert dámar mær væl at syngja Tú dregur meg sum ein magnetur, sum eg sang inn til eina útgávu hjá Tvøroyrar kommunu. Vil verða meira kreativ Tónleikur spælir framvegis ein sentralan leiklut í lív­ inum hjá Guðrun Sólju, og hon hevur eisini sett sær nýggj mál fyri framtíðina. - Tónleikur hevur givið mær sera nógv. Eitt er avbjóðingin í tí teoretiska, har tú skalt brúka høvdið, men eisini kanst hvíla í, at tú dugir. Men ein ann­ ar týðandi partur av tón­ leikinum er, at tú kanst koma út við kenslum, og har hevur tónleikur spælt ein týðandi leiklut hjá mær. Tónleikur hjálpir mær at forloysa ymiskar kenslur – bæði av teimum góðu og av teimum minni góðu. Í grundini er tón­ leikur eitt slag av terapi, sigur Guðrun Sólja. Seinnu árini hevur hon brúkt meira tíð til at undir­vísa í sangi, enn at arbeiða við sínum egna tónleiki, hóast hon javnan framførir á spælistøðum, í veitslum og aðrastaðni. – Eg vil gjarna vera meira kreativ innan tón­ leik, og tað havi eg sett mær fyri at gera meira við frameftir. Eg havi brúkt nógv orku til undir­ vísingina, tí eg havi bygt nakað upp og arbeitt fyri at verða góðtikin á tí økinum. Frameftir vil gjarna betra um mín krea­ tiva part í tónleiki, sigur Guðrun Sólja Jacobsen. UM GUÐRUN SÓLJU JACOBSEN Guðrun Sólja er av Tvøroyri. Hon hevur trý ára sangútbúgving frá privatskúlanum Complete Vocal Institut og undirvísir í sangi – eitt nú á kvøldskúlanum í Havn. Hon gjørdist kend í Føroyum og Danmark, tá ið hon í 2003 vann sangkappingina Stjerne for en aften, sum Danmarks Radio skipaði fyri. Síðani hevur hon framført nógv í Danmark og Føroyum, og hon hevur givið tónleik út. Í januar 2015 flutti Guðrun Sólja heimaftur til Føroya, eftir at hava búð í Danmark í næstan tólv ár. – Í tónleiki kenni eg meg heima, og umvegis sang havi eg eisini fingið betri sjálvsálit. Tá ið eg syngi, eri eg ikki so smæðin. Tá tori eg, og eg kenni meg trygga í tónleiki, sigur Guðrun Sólja Jacobsen