Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-15, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. mai 2017síða 6

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 15. mai 2017 · Nr. 56 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 24. mai eru 90 ár liðin, síðani fyrsti Sosialurin kom út. Í hesari greinarøð leita vit aftur til gomul bløð og finna fram ymiskt áhugavert tilfar 1999: Krevja 15 kr meira í løn Soleiðis skrivaði Sosialurin 4. mai í 1999: »Í brævi til Føroya Ar­beiðs­ gevarafelag siga fel­øgini, at lønarkravið er grund­að á, at limir teirra síð­ani 1992 hava verið fyri eini áhaldandi reallønarlækking. Løn­ arkravið svarar í krón­um til ta lækking, sum løn­ar­bólkar innan fyri hálv almennar stovnar hava fingið í sambandi við sátt­mála­sam­ ráð­ingarnar í ár. Víðari verður sagt, at áður hev­ur ikki verið óvanligt, at løn­ar­hækkingarnar vórðu á­settar í prosentum, men henda gongd førdi við sær, at lim­irnir, ið frammanundan hoyrdu til lægsta lønarbólk í landi­num, dragnaðu enn meira í mun til aðrar løn­ar­ bólk­ar, og slíka gongd kunnu feløgini sjálvandi ikki góð­ taka. Víst verður á, at fægstu av limunum hava fulla ar­beiðs­ viku, og tí er árslønin hjá stór­um parti av limunum ikki stórt meira enn 100.000 kr. Tí sig­ur tað seg sjálvt, at hesir limir og familja teirra hava ilt við at klára seg fíggjarliga siga forkvinnunar báðar. Arbeiðarafeløgini vísa eisini á, at virkini hava flest øll seinnu árini havt framgongd, og tí skuldi verið rúmd fyri at latið arbeiðsfólkinum eina lønarhækking, serliga tá hugsað verður um, at tað eru hesi somu arbeiðsfólk, sum hava verið við at leggja lunnar undir henda framburð hjá virkjunum, við í áravís at hava góðtikið eina reallønarlækking. Høgni heldur Fólkaflokkin hava ein stóran trupulleika SOSIALURIN 1999 1999: Teir eru samgongufelagar, og teir siga seg báðir arbeiða sambært samgonguskjalið, sum varð undirskrivað eftir valið fyri hálvum øðrum ári síðani. Men teir eru púra ósamdur í, um fíggjarlógin, sum løgtingið samtykti mánakvøldið, rættar kósina móti fullveldinum Føroyar, ella um skútan hevur lagt róðrið í borðið, og nú stýrir burtur frá fullveldinum S osialurin skrivaði soleiðis beint fyri ólavsøku í 1971: »Í blaðnum í gjár staðfesti for­mað­urin í fíggjarnevndini, Bjarni Djurholm úr fólkaflokkinum, at fíggj­ar­lógin, sum løgtingið sam­ tykti mána­kvøldið, ikki verður við til at skapa eitt fíggjarligt grund­ar­ lag undir fullveldinum Føroyar. Høgni Hoydal ásannar, at teir eru ó­samdir, men hann heldur ikki, at hetta er nakað nýtt. Hann vísir á, at longu tá samgongan varð skipað, varð á­sannað, at hug­sjón­ ar­liga var stór­ur munur á fólka­ flokkinum og tjóð­veld­is­flokki­num, men at tað fyrst og fremst var semj­an um leiðina fram ímóti full­ veld­inum, sum bant saman, og sum var grundarlagið undir sam­gongu­ skjalinum: – Tað er ein trupulleiki í fólka­ flokk­i­num og fyri fólkaflokkin, tá ein so týðandi persónur sum for­ mað­urin í fíggjarnevndini alment gev­ur til kennar, at hann heldur, at fíggj­ar­lógin, sum samgongan hev­ur skrúvað saman, og sum løg­ ting­ið hevur samtykt, ber á skeiva borð­ið. Landsstýrismenninir hjá fólka­flokk­i­num hava verið við til at gera fíggj­ar­lóg­ar­upp­skotið, og ser­ kunn­leik­in í búskaparráðnum, ráð­ gev­andi nevndini hjá for­sæt­is­mál­a­ ráð­harr­a­num og landsbankastjórin hava sagt, at hetta ber á rætta borð­ ið, og tað fegnist eg og vit um. Blokkurin parkeraður Bjarni Djurholm vísti í gjár á, at tað er ein íløgutørvur m. a. á heilsu og sam­ferðsluøkinum uppá fleiri milliardir krónur, og at vøksturin á útreiðslusíðuni á fíggjarlógini tey bæði seinastu árini hevur verið millum trý og fýra hundrað miliónir krónur, og at størsti parturin av hesum er farin til rakstur. Landsstýrismaðurin í sjálv­stýr­ is­mál­um vísir harafturímóti á, at tak­ið at parkera heildarveitingina úr Dan­mark uttanfyri raksturin av føroyska samfelagnum eftir hans­ ara tykki gongur rætta vegin, og at tað er ein sjálvsøgd frágreiðing upp­ á vøksturin, sum hevur verið í al­mennu útreiðslunum: – Blokkurin verður nú brúktur til at rinda rentur og avdráttir av lán­un­um hjá landskassanum, og so verður roknað við einum yv­ir­skoti upp á einar hálvt fimta hundr­að milliónir, sum verða settar inn á bók. Talan hevur verið um lønar­ hækk­ingar, sum fyri ein part stava frá lønarlækkingini fyrst í níti árunum, og so er talan um hækk­ ingar innanfyri undirvísing og gransk­ing, sum vit seta stórt álit á, tá full­veldið verður veruleiki, og um hækk­ingar á pensiónsøkinum. Hesar síðstu hækkingarnar stava frá broyt­ingum, ið hava sum mál, at byrð­an hjá landskassanum til pen­siónir í framtíðini skal minka, og tað er eisini eitt stig rætta vegin. Aftur í 80ini Høgni Hoydal sigur seg vera samd­ an við tey, sum hava víst á, at tað er ein øgiligur tørvur á almennum íløg­um: – Tørvurin stavar fyri ein stóran part frá, at undir kreppuni hava so at siga ongar almennar íløgur ver­ið gjørdar. Tað snýr seg um eitt tíðarskeið uppá eini átta ár, og sjálvsagt sæst tað aftur. Um vit vildu, so hevði tað borið til at gjørt eina rúgvu av íløgum. Í tinginum hava verið nógv uppskot um íløgur, og yvirskotið á fíggjarlógini nógvu tey seinnu árini hevði rokkið til nógvar sovornar. Men høvdu vit gjørt tað, so høvdu vit verið aftur í áttati árunum við ovurhitaðum búskapi, tørvi á arbeiðsorku, og stórari nýtslu, halli á samskiftinum við umheimin og øllum teimum ólukk­u­num, sum vit minnast so væl. Lands­stýrismaðurin sigur seg taka undir við Sigurdi Poulsen, lands­ban­k­astjóra, tá hann í blað­ num týsdagin segði, at almennu íløg­ur­nar í Føroyum ikki eru nóg stórar, og hann sigur seg eisini vera samd­an í, at tað er óheppið, at tað fyrst og fremst eru íløgurnar, sum verða brúktar at stýra búskapinum við: – Tað hevur verið eitt øgiligt trýst á fíggjarmálaráðharran, um at hækka útreiðslurnar til rakstur og íløg­ur, men eg haldi, at hann hevur verið treiskur, og tað skal til. Men eg eri samdur í, at tað er neyð­ugt við broytingum í lógum og kunngerðum fyri at gera raksturin av sam­felagnum bíligari. Hetta er ein av stóru avbjóðingunum, sum standa fyri framman hjá bæði sam­ gong­uni og løgtinginum sum heild. – Politikararnir samanbera seg við danir, serliga lønarliga, nú teir hava hækkað lønina upp á støðið, hon er í Danmark, sigur Karl Johansen, og legg­ur afturat, at nú gera ar­beið­ar­ar­ nir tað sama. – Vit eru eitt av frægastu lond­u­num í Evropa, men summ­ir politikarir ætla at skipa landið sum lág­løn­ar­ sam­felag - tó ikki tá tað snýr seg um teirra egnu lønarviðurskifti. Vildu teir tað, kundu teir fari til Álands, ella inn á Shetland Coun­sil, har løn politikaranna ligg­ur um tær 15.000 krónurnar, sig­ur formaðurin í Havnar Ar­ beiðs­manna­felag. 1999: Vit gevast ikki á hondum 6