mánadagur 15. mai 2017síða 7
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 15. mai 2017 · Nr. 56
Vilmund Jacobsen
Eitt, sum býráðið í Vági setti
sær fyri nøkur herfyri, var
at fríðka um miðbýin.
Parkeringspláss og kant
ar, sum í fleiri ár høvdu
staðið í hálvum gekki, vórðu
gjørd liðug, og kring um í
býnum eru gjørd blómustøð
til gleði fyri borgararnar.
Í fjør varð farið undir at
nýgera vegin í vestaru Geil
ini, og nú verður gjørt klárt
til asfaltering.
Býráðið í Vági sigur, at
vegurin varð breiðkaður í
fjør, og nýggj rør til regn
vatn og spillivatn vórðu
løgd, samstundis sum at
gjørt varð klárt at leggja
fipurkaðal til húsarhaldini
í Geilini.
Asfalttera í juni
Nú eru arbeiðsmenn hjá
Vágs kommunu í holt við
at stoypa garð framvið veg
num, soleiðis at klárt verður
at asfaltera í juni.
– Komið er væl áleiðis við
stoypingini, og um einari
tvær vikur verður vænt
andi liðugt at stoypa garðin
framvið vegnum í vestari
Geilini, siga tey í Vágs
býráði.
Nógv hevur verið fríðkað í Vági seinnu árini, og í dag er miðbýurin bæði snøggur og vakur
Í Vági gera tey Geilina
klára til asfaltering
FAMILJUDAGUR: Familjudagurin í Nólsoy, sum Ungdómshúsið
Látrið skipaði fyri leygardagin, eydnaðist sera væl. Her var nógv
ymiskt á skránni. Millum vælumtóktu tiltøkini var krabbaveiða við
børnunum í fjøruni, har Juul Margeir Jacobsen (Ulliba) skipaði fyri
Teir fóru úr Føroyum
hin 23. mars, og seinastu
tíðina hava teir fiskað í
russiskum sjógvi
Í morgun vita menn um
borð á Gadusi, sum hevur
fiskað í Barentshavinum
at siga, at teir eru farnir
at sigla heim; trolið er lagt
á dekkið, og skipið er fult
undir lúkurnar.
Í dag er 15. mai, og hin 12.
mai hevði Gadus 700 tons.
So, teir hava nøkur tons út
yvir hesi 700, nú teir eru
farnir at siga.
Hin 28. apríl, tá Sosial
urin hevði samband við ein
av manningini, høvdu teir
fiskað í ein góðan mánaða
og høvdu út við hálva last.
Tá var Gadus liðugur við
kvotuna í norska partinum
av
Barentshavinum
og
vóru byrjaðir at fiska í russ
iskum sjógvi.
Gadus fór úr Føroyum
hin 23. mars, og skip og
manning verða heima í
Føroyum um nakrar dagar.
vilmund@sosialurin.fo
Í kvøld klokkan 19.30
verður vár- og summar
konsert í Vestmanna kirkju
við Vestmanna Sangkóri.
Eftir konsertina verður farið
inn á Heimið á Grønanesi at
syngja nakrar sangir
Festivalur
fyri tey
tilkomnu
Seniorfestivalurin, sum
seinnu árini hevur verið hildin
á Røktar-og Ellisheiminum
í Runavík, verður í ár
hildin leygardagin 3. juni.
Klokkan 15 henda dagin
verður festivalurin settur,
og tað verður borgarstjórin
í Runavíkar kommunu,
Tórbjørn Jacobsen, sum
fer at seta tiltakið.
12 vælumtóktir tónleikabólkar
fara at luttaka. Teir, sum í
fyrstu syfti eru avdúkaðir,
eru Magni Christiansen,
Vestmenn, Hans Jacob
Hjelm, Døgg Nónsgjógv
og Signar í Homrum.
Fyrireikararnir siga, at
fleiri tónleikanøvn verða
avdúkað í næstum.
- Vit vóna, at veðrið verður
gott. Tjald verður sett upp á
parkeringsøkinum omanfyri
heimið, og tí verður økið
eisini "bilafrítt” hendan
dagin. Ongum nýtist at ganga
svangur á festivaldegnum,
tí her verður møguleiki at
keypa ymiskt til matna.
Fyrireikararnir siga, at
tey hava ikki sett nakað
beinleiðis aldursmark, tí,
sum tey siga, eru øll tey
hjartaliga vælkomin, ið føla
seg at vera ”seniorar”, men
festivalurin er ikki ætlaður
børnum og ungum.
vilmund@sosialurin.fo
Fullur undir lúkurnar
Tað er gott lagt umborð, nú teir eru farin
at sigla heim við fullum skipi
Í fjør varð vegurin breiðkaður, og nú verður
garður stoyptur framvið vegnum