mánadagur 15. mai 2017síða 8
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 15. mai 2017 · Nr. 56
8
Sosialurin
Heri Joensen:
– Tey komu frá nøkrum fáum illviljaðum
fólkum, so um eg gav eftir, so hevði eg verið líka
láturligur, sigur Heri Joensen, sum á ráðstevnu
á Christiansborg greiddi frá, tá mótstøðufólk
av grindadrápi royndu at boykotta Týr
HALLUR AV RANA
H
óast serfrøðingar úr
Kanada, Svøríki, Før
oyum, Bretlandi og
Noregi vóru samlaði
at miðla teirra ríku vitan innan
náttúruna, umhvørvi og djóralívið
í Arktiska økinum, so var tað for
sangarin í einum føroyskum tung
málmsbólki, ið fangaði áhugan hjá
áhoyrarunum til ráðstevnuna um
burðardygga gagnnýtslu av havsins
tilfeingi
Við eini framløgu um hvussu
hann var endaður í hornatøkum
við mótmælisfólk, ið eggjaðu til
boykott av Týr, borðreiddi hann
eina sólskinssøgu fyri teimum 60-70
fólk, ið vóru møtt á Christiansborg
týsdagin seinnapart, tá Arktiski
arbeiðsbólkurin á Fólkatingi og
Tjóðveldi á Fólkatingi skipaðu fyri
eini ráðstevnu um burðardygga
gagnnýtslu av havsins tilfeingi.
Tí meðan flestu mentanir og
fólk hava lítlan kjans, tá tey enda
í hornatøkum við umhvørvis
felagsskapir, so eydnaðist tað Hera
Joensen at koma sigrandi úr eini
slíkum stríði.
Hóttanir
Hera Joensen greiddi frá, at trýst varð
lagt á hann í september 2016 eftir, at
hann í juli mánaði var avmyndaður
til eitt grindadráp í Hvannasundi.
– Myndin varð løgd út á Facebook,
og eg hugsaði slett ikki yvir, at tað
kundi fáa nakrar avleiðingar og flestu
viðmerkingar til myndina vóru eisini
jaligar, segði Heri Joensen.
Í september skuldi Týr á eina
konsertferð Iberianesinum, og var
tað byrjanin til nakrar heldur øðrvísi
mánaðir hjá forsangaranum í Týr.
– Fyriskiparin greiddi frá, at nøkur
av spælistøðunum høvdu fingið
hóttanir í samband við, at vit skuldu
spæla á teirra støðum, men tað bleiv
aldrin til nakað meira enn tað, sigur
Heri Joensen.
Tók dik á seg
Mótmælini hvurvu tó ikki, og
tá bólkurin í november skuldi á
konsertferð við tveimum øðrum
bólkum í ymiskum londum kring
Evropa, fingu teir boð um, at mót
mælini høvdu tikið dik á seg, og
fyriskiparin av konsertferðini var
vorðin bangin.
– Hann kravdi eg kom við eini
treytaleysari umbering fyri mína
luttøku í grindadrápinum, um eg
ynskti at bjarga konsertferðini og
yrkisleiðini. Hann fortaldi eisini,
at hann hevði sæð persónar, hvørs
yrkisleið innan tónleikin var oyði
løgd, eftir líknandi hendingar, segði
Heri Joensen.
Føroyski sangarin var tó aldrin í
iva um hvat hann skuldi gera.
– Mótmælini vóru láturlig og
komu frá nøkrum fáum illviljaðum
fólkum, so um eg gav eftir, so hevði
eg verið líka láturligur, segði Heri
Joensen í framløguni, og vísti á, at
í staðin valdi hann ein annan leist.
Sjónband
– Flestu konsertstøð vildu avlýsa
vegna trygdina, so eg valdi at gera
eitt sjónband, har eg greiddi frá
mínum sjónarmiðum og grindadrápi.
Tað tóktist at virka, tí fleiri broyttu
hugsan eftir at hava sæð tað, segði
Heri Joensen.
Mótmælini høvdu kortini eina
lítlan ávirkan á konsertferðini. Av
átjan konsertum kring Evropa vóru
tað fimm spælistøð, ið ikki loyvdu
Týr at spæla, meðan bólkurin varð
møttur við mótmælum á trimum
spælistøðum.
– Trý fólk mótmæltu í einum býi
í Sveis, tólv fólk í Týsklandi og eini
tjúgu fólk í London. Men sum heild, so
tóku fólk væl móti míni frágreiðing,
og tá eg hyggi á Facebook og Youtube,
so eru tað umleið níggju út av tíggju
viðmerkingum, ið eru jaligar, greiddi
Heri Joensen frá.
HALLUR@SOSIALURIN.FO
MÓTMÆLINI
VÓRU LÁTURLIG
Javnvágin í havsins vistskipan kann málast
Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur, Náttúrugripasavnið.
Trupulleikin millum fiskarar og kópin í Eystarasalti og møguligar
loysnir
Sven-Gunnar Lunneryd, granskari á Sveriges lantbruksuniversitet.
Vaksandi kópastovnar og trýstið á fiskastovnar
Mike Hammil, professari, Fisheries and Oceans Canada
Havsúgdýr sum matvørutilfeingi
Amalie Jessen, deildarleiðari fyri veiðu og landbúnað í grønlendska
fiskimálaráðnum.
Tann sosialbúskaparligi týdningurin av havsúgdjórum
Ola Flåten, professor emeritus í tilfeingisbúskapi á The Arctic
University of Norway.
NAMMCO – 25 ár seinni – Leiklutur, royndir og ábyrgd
Charlotte Winsens, varaaðalskrivari, NAMMCO.
Statt upp fyri tíni rættindi
Heri Joensen, forsangari í Týr.
Veiða av havsúgdjórum og fjølmiðlarnir
Tim Ecott, rithøvundur og journalistur
Fyrilestrarnir
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000