Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-15, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. mai 2017síða 9

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 15. mai 2017 · Nr. 56 Magni setti krøv til Arktiska ráðið HALLUR AV RANA Hóast tað eru 6.513 kilometrar millum kanadiska býin Fairbanks, har aðalfundurin hjá Arktiska ráðnum er í hesum døgum, og Keypmannahavn, so steðgaði tað ikki Magna Arge, fólkatingslimi fyri Tjóðveldi, at senda eina beinleiðis heilsan til fundarfólkini í Fairbanks, tá hann setti ráð­stevn­una um burðardygga gagn­nýtslu av havsins tilfeingi á Christ­ians­borg í gjár. Fólkatingsmaðurin vísti á, at vælferðin hjá fleiri av londunum í arktiska økinum er tætt tengd at ríkidøminum, ið livir í sjónum, og tí er tað týdningarmikið at verja rættin hjá londunum at gagnnýta tann møguleikan. – Tað er ótrúliga týdningarmikið at verja rættin til burðardygga gagnnýtslu av havsins rávørum, tí hjá londunum í arktiska økinum hevur lítið ríkidømi verið á landi, men harafturímóti, so hevur ríki­ dømið í sjónum verið stórt. Føroyski fólkatingsmaðurin nýtti høvi, áðrenn fyrilestrarnir byrjaðu, at halda eina politiska røðu, har hann setti fram trý krøv, ið fundarfólkini í Fairbanks mugu hava í huga, tá tey viðgera viður­skiftini í arktiska økinum. – Fyrsta kravið má vera, at øll lond og felagsskapir, ið ynskja status sum eygleiðarar í Arktiska ráðnum, skulu viðurkenna rættin hjá londunum í arktiska økinum til burðardygga veiðu, segði Magni Arge. Næsta kravið sipaði til tær marknaðarforðingar, ið ymisk lond hava sett í verk móti inn­flutn­ing og sølu av djóravørum frá arktiska økinum. – Allir limir og øll við eyg­leið­ arastøðu skulu lata marknaðirnir upp fyri øllum vørum, ið stava frá burðardyggari veiðu av djórum í arktiska økinum, segði Magni Arge um næsta kravið. Seinasta kravið sett fram í røðuni legði dent á leiklutin hjá øllum tjóðum at fara væl við umhvørvinum. – Triðja kravið er, at ídnaðar­lond skulu fokusera meira upp á at minka um dálkingina frá ídn­aðinum, segði Magni Arge. HALLUR@SOSIALURIN.FO – Tað er ótrúliga týdningarmikið at verja rættin til burðardygga gagnnýtslu av havsins rávørum, tí hjá londunum í arktiska økinum hevur lítið ríkidømi verið á landi, men harafturímóti, so hevur ríkidømið í sjónum verið stórt, segði Magni Arge, fólkatingslimur HALLUR AV RANA Heri Joensen kom við eini held­ur øðrvísi áheitan til allar før­oyingar, grønlendingar, norð­menn og onnur, ið eta hvala­kjøt, undir framløguni hjá sær á ráðstevnuni, ið Arktiski arbeiðsbólkurin á Fólkatingi og Tjóðveldi á Fólkatingi skipaðu fyri týsdagin. Fyri at basa einum av aftur­ vendandi uppáhaldinum hjá mótstøðufólkum móti grinda­ drápi, ið vilja vera við, at tað er sjáldan, at føroyingar yvirhøvur eta grind, so hevur forsangarin í Týr nevniliga sett sær fyri, at hann skal leggja eina mynd út á Facebook hvørja ferð hann etur tvøst ella spik til døgurða. – Mær havi aldrin ordiliga dámt, tá fólk leggja myndir av mati út á Facebook, men síðan november mánað eri eg farin at gera tað hvørja ferð eg eti tvøst og spik, segði Heri Joensen og legði aftrat. – Eg fari at heita á allar før­ oyingar, grønlendingar, norð­ menn og onnur, ið eta hvalakjøt, at gera tað sama. Lat okkum vísa aftur uppáhaldinum hjá mót­ mælisfólkum, at tað er óvanligt at eta hvalakjøt, við at leggja myndir út hvørja ferð vit eta slíkan mat, segði Heri Joensen. Fundarfólkið tók væl móti átakinum hjá forsangaranum í Týr, og millum annað Amalie Jessen, deildarleiðari fyri veiðu og landbúnað í grønlendska fiskimálaráðnum, var so hug­ tikin av átakinum, at hon lovaði, at framyvir fór hon at gera tað sama, hvørja ferð hon fekk sær ein bita av hvalakjøt. HALLUR@SOSIALURIN.FO Legg myndir av døgurðanum út á Facebook – Eg fari at heita á allar føroyingar, grønlendingar, norðmenn og onnur, ið eta hvalakjøt, at gera tað sama. Lat okkum vísa aftur uppáhaldinum hjá mótmælisfólkum, at tað er óvanligt at eta hvalakjøt, við at leggja myndir út hvørja ferð við eta slíkan mat, segði Heri Joensen