Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-15, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. mai 2017síða 10

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 15. mai 2017 · Nr. 56 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KJAK Fiskivinnunýskipanin Eyðun A. johannesen SKÚLAVEGUR 2 OYRARBAKKI Hurlivasa fløkja: Tað sum verð­ur kallað atkomi­lig­ heit hjá øllum at kunna koma inn í fiskivinnuna, er í veruleikanum, ein villleiðing av sannleikanum um at taka virðini burtur úr fiskivinnuni, áðrenn fiski­flotin sleppur framat, tað er tann sanna og stutta forkláringin, av einari hurlivasafløkju, sum bara vill­leiðir fólk. Kleyvar kongur: Fiskimálaráðharrin sigur, at vit øll skullu fáa meira burtur úr fiska­ tilfonginum. Vit spyrja upp á hvønn hátt, jú, tað gera vit við at fara til fiskimálaráharran. Hann skal sita sum ein annar Kleyvar Kongur við okkara stakkals, tóma landskassa í føvninginum og halda uppboðssølu av hvørjum fiskasterti, áðrenn ein einasti stertur er fiskaður. Hettar er tann super geniala ide'in, sum fiskimenn og skipaeigarar skulu taka undir við. Nei takk, siga vit, ong­an stertin á nakra uppoðsølu av havsins botni, áðrenn veiðiflotin so mikið sum sleppur at loysa frá landi. Hvat er ikki “Fólksins Ogn” skyldu at gjalda, so skal byrjast í røtt­um enda takk. Men skal tann landaskaði henda, at uppoðsøla skal haldast, so skulu vit sjálvandi byrja frá røttum enda at selja burtur av “Fólksins Ogn”. Vit kunnu bara byrja við okk­ara egna “Sjómansskúla”, ella “Fróð­skapasetri”, og ikki at for­gloyma “Glasir” og nógv annað, sum veruliga av røttum kann kall­ast, ”Fólksins Ogn og ríkidømi”. Vit kunnu bara fylla lummarnar fullar av peningi og fara inn til fiski­ málaráharran, sum situr við okkara stakkals, tóma potti í føvninginum, har hann skipar fyri, at tann sum bjóðar mesta peningin sleppur at sita við fyrsta skúlaborði og so víðari, og ikki minst, so koma allir vísindamennirnir, lærarar hvør á sínum øki, har verður tað tann, sum klárar at bjóða lægsta boðið, hann fær sjálvandi stjórasessin og so víðari. Soleiðis eigur tað at skip­ ast, um uppoðsøla skal haldast av okkara veruligu Fóksins Ogn. Upp­ boðsøla, takk og Well, men byrjast skal í røttum enda, tað má vera tað rætta. “Skab først og del etterpå”, segði Annfinn. Ja skilagóður og siði­ ligur, sum altíð, og veit betur enn ein sjálvur og aðrir, at gangast má tvørtur um mangt eitt skipsdekki, áðrenn vit finna. “Det gyldne dækk som har et øre at dele etterpå, dess verri” Mortan. J. greiddi frá um alt tað baksið, sum er at dríva skip til fiskiskap, sjálvt tá í man hevði rættuliga fríar hendur til næstan alt, men nú ætla vit at niðurbinda hesar megnar hendur, vit aðrir, sum ikki koma teimum til øklar, mugu krympa tærnar. Nei vit ynskja teimum so hjarta­ liga tillukku, og takk fyri sam­fe­ lagsins stuðul, vit eru so mangir, sum hoknaðu undir uppgávuni, sjálvt við bæði besta vilja og hegni. Vit eru vandamiklir ein hótta ímóti fólka­ræð­inum: (2) Hanus. H. vísti á, ímillum annað, hesa ætlan um at skapa eina so lága gátt, at hvør maður skal kunna koma inn og dríva skip, ja ófatuligt, skal tað nú gerast til púra onki, øll tann kompentansan, sum tað er at koma til, at eiga og dríva skip. Og har afturat sagt frá hægsta myndugleika, at hesir menn við slíkari drívmegi fyri landsins besta, eru vandamiklir ja ein hóttan ímóti fólkaræðinum. Manningar og skipaeigarar, sum hava baksast á øllum plássum heilt frá skipsdekki og líka til reiðara, har okkum er givið eina harða og góða lívsskúlabarlast, mugu sambært slíkari hugsan bara viðganga, at vit eru sera ódugnaligir og sera vanda­ miklir mótvegis teimun, sum fóru tann akademiska vegin. Tað ljóðar, sum var tað tann vegurin, sum gav betur fiskivinnu-skilførið? Kanskað rætt, so var ongin skipsmanning, ongin reiðari, ongin vandamikil fyri samfelagið. Ja friður í húsi. Hvør hevur skilføri at skipa fiskivinnuna: Hetta meinast ikki við at ein út­ búgving á skúlaborði ikki er neyð­ug í samfelagnum, allar útbúgv­ingarnar skulu so sannuliga til, eingin má misskilja tað, men góðar vísindaligar útbúgvingar av øllum handa slagi hava ikki ein pinn ánilsi um, hvat fiskiskivinna við hennara lívskúla- baksi er fyri nakað. Ikki illa meint, men hesi stakkals fólk, um ein so má siga, vera sett at gera av, hvussu fiskivinnan skal skip­ast? Tá kundu vit tað sama tikið nakrar av okkara egnu, snøri-, línu, garna ella trolmonnum at skipa fyri undirsjóvartunnlum, bygging av Glasir, ja hví ikki, Hesir hava jú ein lívsskúla, sum ikki altíð hevur verið so lættur at lyfta, men okkara undirsjóvatunnil hevði nokk komið upp við Rockall. Og skuldi ein sjálvur málað Mona­ lisu, hevði hon nokk staðið á høvd­ inum, men er tað ikki akkurát tað vit vilja, at venda øllum á høvðið. Ironiskt kanska, men hvat skulu vit veiðumenn siga? Fiskivinnan spillnakin á uppoðsøluborð: Dánial í Skálum, mín vinur og skips­felagi í mong ár, hevði góð­ar forkláringar um fleiri ting í fiski­ vinnuni. Vit eru einigir til minstu detalju. Hettar við at blíva við at siga at fiskiloyvini eru polittiskt út­lutaði er beinleiðis skeivt, tað ringasta er, at allir sum siga hettar, vita at teir lúgva. Teir vita, at helst onki fiskiloyvi er útlutað politiskt, men inndrigin politiskt eru fleiri. Er hetta álitisvekjandi fyri skipaeig­arar og fiskimenn? Tað sanna er, og sum allir politik­ arar vita, men siga eitt heilt annað, er at fyrst í 80'unum fingu myndug­ leikarnir tað hugskot, at teir skulu stýra fiskivinnuni og útlutaðu veiðu­ loyvir og fiskiloyvir. Allir fingu hesi loyvir, sum vóru í vinnuni, ongin valdur frammum, og ongin vrakaður. Tað eru hesi loyvini, sum eksistera í dag, hesi loyvir vóru uppbygd frá 1870 til 1980, ella í 110.ár og til tað, sum tey eru í dag. Men nú skulu vit politiskt taka alt hetta frá hesari samfelagsins drív­andi kraft og leggja hana spilln­ akna á eitt uppboðssøluborð. Hvussu kunnu vit skilja hettar? Tað verður sagt, at ein upp­boðs­ søla skal framskaffa betur atkomu­ ligheit hjá fleiri í fiskivinnuni. Sann­ leikin er, at uppboðssølan tekur lívið av øllum teimun smáu reiða­ ríunum, sum eru og altíð hava verið, hornasteinur samfelagsins. Reiðaríini hava sjálvi reduserað flotan: (3) Einstakir reiðarar hava keypt loyv­ ir frá øðrum og lagt tey saman, so­ leiðis er veiðuflotin reduseraður, og reiðaríini hava spart landinum nógv­ an pening, sum skuldi verið brúktur at redusera veiðuflotan við, hetta hava reiðaríðini nú gold­ið fyri lands­kassan. Hettar hoyra vit onki um, “nei”. Pylsenda/rosinan: útvíðk­anar­- forboð (Anti Trost): Tann drívkraftin sum hevur borið okkara samfelag er tann hugur og vilji, sum tað hevur verið og enn er, at dríva og eiga okkara fiski­før, heilt frá árabátinum og til okk­ara uppsjóvarskip. Men nú hev­ur okkurt hendinga felag ella ein­staklingar aftaná at hava havt høvdið undir havsins tilfeingis- og fíggjarneyð helst fleiri ferðir, nú mitt í allari neyðini verið so heppin at vunnið nakrar milliónir, sum eru invisterðair í vinnufyritøkur, sum hava givið okkum øllum í samfelagnum 100-tals arbeiðisplás. Hetta skal nú vera sam­felags­ liga lívsfarligt. Fyrst skulu vit taka (1) tilfeingis-skatt, (2)áleggja eina uppoðsøla, (3) og Pylsenda/rosinan “Anti Trost” “útvíðkanarforboð” Við avtakan av dagaskipan, til ásetan av kvotaskipan, missa vit sanleikan av okkara veruliga fátaka blandings/tilfeingi, sum okkara landgrunnur inniheldur: “Kvotaskipan” er ætlan, sum fyri­ liggur, hon er eisini tað heilt per­ fekta roknistykkið til ta aka­dem­isku verðina, í mun til daga­skip­anina, tí at við henni gert tú alla-tíðina feilir bæði smáar og stórar, í mun til eina kvotaskipan, sum altíð er røtt, hon liggur jú púra greið á skriviborinum, ja enntáð blástemplað niðri í Brúsell, um tú fiskar eftir hesum boðum, sum tú hevur fingið, veiðan er burðardygg, alt er so snóra beint. Men hvussu beint og burðardykt er tað nú í veruleikanum: Dánial tók eitt dømi um til­ mælini um upsafiskiskapin frá 1998. Til 2006 og leggur tey saman, eftir einum kvotaskipanartilmæli, so skuldi fiskast 225.000 tons. Men tað sum bleiv fiskað var 400.000 túsund tons við okkara fiski­daga­skipan. Havstovan er tann sum til­mælir, hvat sigur hon nú, jú hon sigur 2 ár aftaná, at vit skulu bara ikki fiska meira, altso ongan niðurskurð. Vit høvðu fiskað 175.000 tons minni við einari kvota­skipan, ongin sigur nakað um hetta, men vit hava tíbetur eina fiski­dagaskipan, sum avdúkar og sigur okkum alt. Skulu vit sløkkja sann­leikan. Við at avtaka Fiskidagaskipanina Somuleiðis eitt dømi um toska­fiski­ skapin í 90inum, tilmælini 92-96, máttu ikki yvirstika 40.000 tons. Eftir kvotanarskipanartilmælið. Men hesin fiskiskapur bleiv til 80.000 tons við okkara fiski­daga­ skip­an. Tað óforstái­liga er, at vit í dag siga, at toska­árgangurin var góður í 92. Men sjálvandi at rokna aftur­eftir er sera nemt og so leggja tað á vísinda­skriviborðið, tá kann ongin siga nakað um skeivleikan, sjálvt um hann var 100% for lágur og skeivur. Um vit høvðu brúkt eina kvota­skipan: Hvar er fiska/tilfeingis/sann­leikin á Føroya Banka, og á Land­grunn­inum: Um vit taka aftur í nækað av tí, sum beiggi Aksel. J. Løgmann, Líggj­as. J. vísir okkum á, at ein 8 ára frið­ing á Føroya Banka gevur eina veiðu­ minking upp á 70%. Ímeðan sama tíðar­skeið gevur ein fiskavøkstur á land­grunninum upp á 40% við okk­ ara fiskidagaskipan, “Ja hvat er rætt at halda seg til”. Tað finst ongin skeivari kós at stýra eftir, enn eftir einari kvota­ skipan: (4) Tá ið vit væl at merkja tosa um tað, sum er landgrunnur okkara og tað fátæka blandingstilfongi av botnfiskið, sum hann er mentur at bera!!! Tað vil vera mín inniliga áheitan á øll somul, sum sita við avgerum, ið skal gera eina nýggja skipan, um at fyri alt í verðini at varðveita okkara fiskidagaskipan, hon gevur okkum tað sum grunnar okkara frá natúrini av, hava orku at geva okkum. Og tað má vera tað rætta, tá er veiðimaðurin, er ikki bundin av at veiða eftir skrivaðum reglum, tann sum heldur, at tað er rætt at royna eina kvotaskipan, hann skal so sannu­liga eisini vera tann fyrsti til at royna hana og sjálvur liva av henni. Við skipi manning húsi og heimi. Eitt er púra vist, at eg komi ikki við. Fiskidagaskipan er natúr/regu­ lerandi ímeðan kvotaskipanin er skriviborðregulerað. So skeiv er ein kvotaskipan í mun til eina dagaskipan. Ongin kann siga okkum, hvussu mangir fiskar eru veiðubúnir av hesum og hasum slagnum á okkara lítla variabla landgrunni, ið einum komandi árið, tað er vónleyst. Hervið sigur ein ikki, at fiski­ vinnu­frøðin ikki skal vera veg­leið­ andi, sjálvt um hon er 100% skeiv sum víst er á, nei hon eigur altíð at vera har. Hinvegin er tað landsskaðiligt, at fara inn politiskt og siga at eftir skriviborðsmetingini skal alt skipast og leggjast fast. Gera vit tað, sløkkja vit veiðu/ tilfeingis/veruleikan, soleiðis sum víst er á. Og harvið er veiðumanna/lívs­ skúla/vitanin sløkt. So væl og virði­liga, at ikki ber til, at vísa á nak­að haldgott í veru­lig­um til­ fongis­sannleika hjá teimum, sum dríva fiski­vinn­una. Væl­sign­aðu fólk sløkkið ikki fyrst ávísingar­møgu­ leikan og síðani veiðu­viljan hjá fiski­ vinn­uni. Vit skulu ansa væl eftir, hvussu prin­sippiellar broyt­ingar vit gera í fiski­vinnuni, so mikið duga veiðumenn at skilja, at um ikki lívs­ viður­skiftini á botn­fiskaflotanum batna og tað nógv, eru vit ikki við meira og reiðarin somu­leiðis. Nei, tað er betur at broyta minst møguligt enn at áleggja fiski­vinn­uni: 1: Ein Tilfongis skatt. 2: Tvangs­ innleggja eina “Uppoðsølu.” 3: Áleggja “ Anti Trost” ella rætt­ari ( Útviklings Forboð ) í fiski­vinn­uni. Venda øllum á høvði ella: Ella gera ein himmalhøgan yvir­ skipaðan politikk, sum kann koma at lýkjast, tí sum atlanin var at stovn­ seta tað 3. Heimsríki við. Tað stend­ ur okkum púra frítt, at gera, og tað hendur ikki ein pinn, á tíð vísindar­ liga akademiska øki­num, Tað einasta sum hendur er at veiðumenn og reiðarar ríma av landinum, og hvat so, FRIÐUR Í HÚSIÐ: Hetta er eitt hugsjónarmið hjá bæðið manningum og reiðarum, vil ein sjálv­ur siga. Er tað ikki hesin samfelags bólk­ urin sum er bestur í ráðum um fiski­ vinnan skal broytast. Nei er svar­ið, nærmast ongin,sleppur at vera við í nækrari ráleggingar nevnd. Fiskimálaráharrin, Løggmaður og fleiri, siga at vit øll skullu fáða meira burtur úr fiskivinnuni, teir vita gott at tað er “Tómipottur” sum skal mat­ ast. Og ikki vit øll. Og bert ein sum skal gjalda. Veiði­ flotin við eigarum og mann­ingum!!! At fáa meira virði til okkum øll burtur úr fiskivinnuni er vakurt og snildisliga framborið av fiskimálaráðharranum, men ein fløkja uttan enda, sum vit ikki skilja