Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-15, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. mai 2017síða 12

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 15. mai 2017 · Nr. 56 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KJAK Karstin Vang Kaldbak Vit eru tað ætt­arliðið í Før­oya søgu, sum hevur gjørt tey mest ógvus­ligu inntrivini í náttúruni. Hetta er tó einki at reypa sær av. Vit hava fing­ ið hetta landið til láns í ein mans­ aldur, og vit skulu geva tað víðari til okkara eftirkomarar, helst so óspilt sum møguligt. Spurningurin er so, hvat munnu tey fara at siga um okkum; fóru vit vandaliga um hetta land, sum vit sluppu at liva og virka í so leingi sum vit livdu? Vit máttu fáa veg til Kaldbak fyri at bygdin skuldi yvirliva, og máttu tískil ofra alla fjøruna runt Kald­baksfjørð til hetta endamál. Tískil hava vit í dag eitt umleið tíggju kilometra langt grótkast runt fjørðin. Tað var eitt ógvusligt inn­triv í føroysku natúruna. Sigast má tó, at hetta var ein neyð­ug verkætlan. Hetta var størsti parturin fjøra, sum er vallað heilt oman til sjógvin. Nú hava vit eitt lítið strekki eftir av fjøru, sum gongur heilt nið­ur í sjógv, men tað sær út til, at Tórs­ havnar Kommuna ikki orkar at síggja hendan vakra blettin, sum eftir er. Um vit hyggja eftir, so er hetta einasta økið í øllum Suður­ streymi, sum er eftir har fjøran gongur heilt niður í sjógv. Møguliga er okkurt lítið økið í Kirkjubø har fjøran er skapað á henda hátt. Fyrrverandi borgarstjórin hevur víst á at hetta er ein gomul ætlan, men er tað samsvarandi við at ætl­ anin er góð? Bøurin á Sundi bleiv allur tikin, skerið bleiv lagt undir betong og arbeitt varð mest sum dag og nátt fyri at fáa verkætlanina lidna. Liðug bleiv hon, men lá síðani í umleið tríati ár forlátin. So kunnu vit spyrja, var tað ein neyðug verk­ ætlan? Neyvan Í dag húsast tvær fyritøkur fram við keikantinum á Sundi, men hvørgin hevur tilknýti til sjógvin. Tað var høvusgrundgevingin fyri at taka og oyða eina lítla bygd í suður­ streymi: At stimbra um fyritøkur, ið høvdu eitthvørt tilknýti til sjógvin. Tær fyritøkur. Ið nú húsast á Sundi kundu eins væl ligið uppi á Skarðshjalla; har eru stór vinnuøkir sum kommunan hevur gjørt til júst slíkt virksemi. Um tað er aling, sum skal á Sund so er bara at brúka verandi øki til aling, men eg ivist í, um japan­arar fara at gótaka aling við síð­una av dálkandi ravmagns- og asfalt­ verk­um, umframt einari dustandi betong­fyritøku. Vit vita, at grótið, sum kemur upp úr Eysturoyðartunlinum skal koyrast onkrastaðni, men er tað neyðugt, at leggja tað har óspilt nattúra er frammanundan? Vit hava sum sagt eitt umleið tíggju kilometra langt grótkast runt allan fjørin, har fjøran er burtur. Millum sund og Kaldbaksbotn er eitt øki sum nevnist í Breiðáum, og har er á leið sama dýpi sum á Sundi. Við at leggja gróti har, fæst sama uppland, og eingin fjøra verður oyðiløgd. Frástøðan at koyra gróti er tann sama, og um viljin er til stað­ar, so eru eisini loysnir at finna. Vit hava tveir firðir í Tórs­havn­ ar kommunu: Kollafjør og Kald­ baksfjørð. Kollafjørður bleiv oyði­ lagdur av grótinum sum kom úr Vága­tunlinum, og fólk á Signabø og Kollafirði líða nógv undir larmi, frá bingjuhavnini sum er løgd á hetta grótkast innast í fjørinum. Skulu vit nú eisini oyðileggja Kald­ baksfjørð, við gróti úr einum øðrum undirsjóvartunli, og møguliga ein­ari stórari bingjuhavn seinni í fram­tíðini? Tá verður ikki stutligt at búgva í Kaldbak, nakrar fáar hundrað metrar frá einari stórari bingjuhavn við Middagsfjalli í bak­grundini,við sínari hædd á 300 metrar, sum kastar allan larmin beint yvir á bygdina. Høgu fjøllini báðumegin fjørðin kasta ljóðið millum sín, sum var fjørðurin eitt stórt ekkórúm. Vit satsa upp á ferðavinnu sigst, men tað fyrsta ferðafólkini síggja, tá ið tey koma inn í Tórs­ havnar kommunu norðanfrá er bingjuhavnin á Signabø, og tað næsta er hurlivasin á Sundi. Hvat munnu tey halda? Gløgt er gestsins eyga, ljóðar gamalt orðatak. Nú ferðavinnan er við at taka dik á seg, munnu tey flestu hava ásannað, at náttúran er einasta til­ feingið, sum trekkir ferðafólk til sín, men politikararnir í Tórshavn hava ikki fatað hettar enn. Teir halda eirindalest á við at oyða hetta so sera viðbrekna tilfeingi, sum vit hava so lítið av. Fara ferðafólk at vilja koma higar, tá ið alt tað vakra er burtur, og hvat við okkum sjálvum, fara vit og okkara eftirkomarar at trívast her? Útfylling á Sundi Boks 76, FO-110 Tórshavn Minnist til haldaragjaldið fyrst og fremst www.in.fo Sosialurin 341800