Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-15, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. mai 2017síða 13

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 15. mai 2017 · Nr. 56 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 STUTTSØGD André Olsen BADMINTON Føroyar, Grønland og Ísland hava um vikuskiftið dystast í millumtjóðakapping í bad­ minton, sum var í Hoy­víks­ høllini. Saman­lagt vóru tað Før­oyar og Grøn­land, ið vóru stóru vinn­ar­ar­nir av kapp­ ingini, tí tá sam­an­um­kom sunnukvøldið vunnu Før­ oyar og Grønland trý gull heið­urs­merki, meðan Ísland vann eitt. Serliga Henrietta Nielsen hjá Føroyum fekk góð úrslit. Hon vann ein­stak­ linga­kappingina hjá kvinn­um, vann tvímansleikin hjá kvinn­ um saman við Duritu F. Jensen og var við, tá Før­oyar vunnu liðkapngina hjá kvinnum, tá tær tríggj­ar, Henri­etta Nielsen, Durita F. Jen­sen og Anna Mikkjals­dótt­ir vunnu gull fyri Før­oy­ar í liðkappingini. JUDO Innan judo, hava føroyskir íðkarar um vikuskiftið verið í Svøríki og dystast í svenska býnum, Trollhattan. Har gekst serliga væl hjá Búgva Poulsen, sum vann gull heið­ursmerki, eftir at hann vann allar sínar fýra dystir í judokappingini í 81-kg fyri veteranar millum 40 og 50 ár. Eisini kappaðist Sig­ mundur Johansen í bólk­ in­um millum 30 og 40 ár. Hann vann tveir teir fyrstu dystirnar, men tapti tann triðja. Tað gav honum pláss í bronsufinaluni, sum hann tó tapti tepurt. LYFTING Føroya sterkasti maður, Bjarni Nielsen, luttók um viku­skiftið í kapping í Birm­ ingham í Onglandi. Hann endaði samanlagt nummar fimm. Føroya sterkasti mað­ ur var skjótastur í ”Yoke” og ”Farmer’s Walk”, men bleiv í seinnu greinini revsaður við fimm sekundum, tí hann gjørdi ein feil. Tað endaði tí við einum fjórða plássi. Undan seinastu greinini, sum var ”atlas steinar”, var Bjarni Nielsen bara tvey stig frá fyrsta plássinum. Men hann var óheppin, tí atlas steinarnir vóru ikki av bestu góðsku. Føroya sterkasti mað­ur misti tí nakað av tíð og end­aði til samans á fimta plássi. – Eg eri nøgdur við mítt avrik, men um tað bara eitt eitt sindur øðrvísi, so kundi eg eisini vunnið alla kapp­ ingina, sigur Bjarni Nielsen. RÓGVING Føroyski rógvarin, Sverri Sandberg Nielsen, sló um vikuskiftið sítt egna met og eisini danska metið, tá hann uppá 6 minuttir við 537 watt í miðal fekk tað hægsta, ið hann nakrantíð hevur róð. Talan er um tað hægsta, sum nakrantíð er mált hjá Team Danmark. FÓTBÓLTUR Hollendska felagið, Feye­ noord, vann um viku­skift­ið meistaraheitið í hollendsk­ um fótbólti. Talan var um fyrsta meistaraheitið síð­ ani 1999 hjá hollendska fe­ lagnum. Avgerandi dystin vunnu teir sunnudagin á heimavølli, tá teir møttu Heracles. Enda­liga úrslitið var, at Feye­noord vann dyst­in 3-1, har fyrr­ver­ andi Liverpool leik­arin og núverandi Feye­noord lið­ skip­aran, Dirk Kuyt, av álvara gekk á odda og skeyt reint hat­trick. Stóri profilurin á lið­num hjá Feyenoord er tó ein annar. Tað er danski Nico­lai Jørgensen, sum er topp­skjútti í hollendskum fót­bólti, umframt at hann eisini liggur næstovast á assistlistanum í deildini. FÓTBÓLTUR Í Onglandi er nógv komið uppá pláss í vikuskiftinum eisini. Fríggjakvøldið vann Chelsea enska meist­ara­ heitið, tá teir vunnu úti­ dyst­in móti West Bromwich 1-0. Eisini er greitt hvørji lið, ið flyta niður, tí Hull fekk sunnudagin mønustingin, tá teir taptu útidystin móti Crystal Palace. Sostatt er greitt at Sunderland, Middles­brough og Hull kom­ andi ár skulu spæla í næst­ bestu ensku deildini. andre@sosialurin.fo Í millumtjóðakappingini í badminton, sum um vikuskiftið var í Hoyvíkshøllini, vóru Føroyar og Grønland stóru vinnararnir. Serliga væl gekst tað hjá føroysku Henriettu Nielsen FØROYAR OG GRØNLAND SIGRAÐU Búgvi Poulsen vann gull í judo kapping um vikuskiftið, sum var í Svøríki Henrietta Nielsen var við til at fáa fleiri góð úrslit fyri Føroyar um vikuskiftið, tá millumtjóðakapping í badminton var spæld í hoyvíkshøllini Føroya sterkasti maður, Bjarni Nielsen, endaði nummar fimm, tá hann um vikuskiftið luttók í kapping í Birmingham í Onglandi Sverri Sandberg Nielsen sló bæði sítt egna met og metið hjá Team Danmark Hollendska felagið, Feyenoord, vann um vikuskiftið meistaraheitið í Hollandi. Talan er um fyrsta meistaraheitið síðani 1999