mánadagur 15. mai 2017síða 15
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 15. mai 2017 · Nr. 56
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ÚTISETARNIR
JÓAN SÍMUN VAR
DAGSINS LEIKARI
Tipsblaðið valdi Jóan Símun Edmundsson til dagsins leikara í dystinum móti Silkeborg
fríggjakvøldið. Jóan Símun Edmundsson noyddist tíverri skaddur av vøllinum undir dystinum,
men talan er ikki um álvarsaman skaða sambært føroyska landsliðsáleyparanum
André Olsen
Tað hevur gingið sum eftir
ánni hjá tveimum føroyskum
landsliðsleikarum seinastu
mánaðirnar. Tað er hjá teim
um báðum, Jóan Símun
Edmundsson í OB og Gilla
Rólantsson Sørensen í Brann,
sum báðir hava verið mest
eyðsýndu leikarar í ávikavist
donskum og norskum fót
bólti í várhálvuni.
Jóan Símun fór
út við skaða
Um vikuskiftið gekk aftur
væl hjá teimum báðum.
Teir byrjaðu báðir inni fyri
síni feløg, sum vunnu sann
førandi sigrar á heimavølli.
Jóan Símun Edmundsson
byrjaði dystin í álopinum hjá
OB, tá OB leygardagin spældi
á heimavølli móti Silkeborg í
tí fyrsta av tveimum sokall
aðum play-off dystum til
Europa League. Jóan Símun
Edmundsson gjørdi eisini um
seg ta løtuna tá hann spældi,
tí hann var við í nógvum
góðum atsóknum hjá OB.
Tíverri noyddist føroyski
landsliðsleikarin av vøllinum
við skaða miðskeiðis í seinna
hálvleiki.
Men
sambært
Jóan Símun Edmundsson
sjálvum, er talan ikki um ein
álvarsaman skaða.
– Talan er helst ikki um
ein álvarsaman skaða, men
eg fái nærri at vita seinni í
dag. Eg merkti til tað nokkso
tíðliga í dystinum, og tað
bleiv síðani verri, men tað
er allíkavæl ikki nakað sum
heldur mær úti leingi. Tað
er ein forstrekning í bak
lærinum, sigur Jóan Símun
Edmundsson.
Dysturin hjá OB móti
Silkeborg í fyrra play-off
dystinum til Europa League
endaði við sannførandi 3-1
sigri til OB. Sambært Tips
blaðnum gekk tað eisini væl
hjá Jóan Símun Edmundsson,
tí á heimasíðuni hjá teimum
valdu tey føroyska landsliðs
leikaran sum dagsins leikara,
hóast hann bert spældi 65
minuttir av dystinum.
Leikskráin er
tøtt hjá Gilla
Eisini hjá Gilla Rólantsson
Sørensen og Brann gekk væl
í vikuskiftinum. Teir spældu
leygarkvøldið á heimavølli
móti Molde, har hin før
oyski
landsliðsleikarin
í
norskum
fótbólti,
Sonni
Ragnar Nattestad er sátt
málabundin. Sum kunnugt
er Sonni Ragnar Nattestad
tó skaddur í skrivandi løtu,
og var hann tískil ikki á vøll
inum. Dysturin leygarkvøld
ið endaði við at Brann vann
sannførandi
heima_sigur
móti Molde. Endaliga úrslitið
av dystinum var ein 4-1 sigur
til Brann. Gilli Rólantsson
Sørensen spældi fyrstu 75
minuttirnar av dystinum
áðrenn hann varð útskiftur,
og var væl nøgdur við avrikið
hjá sær.
– Tað gekk fínt, men eg
kundi gott merkja móti end
anum at eg var eitt sindur
troyttur. Talan var um níggj
unda dystin á rað frá byrjan,
so tað hevur verið eitt tætt
leikskrá í seinastuni. Og tá
vit spæla longu aftur týs
kvøldið, bilti tað einki, um
venjarin valdi at skifta meg
út, tá tað restaði eitt korter
og tá dysturin var avgjørdur,
sigur Gilli Rólantsson Søren
sen.
Heldur mistjavnt hjá
hinum í Danmark
Hjá øðrum føroyskum úti
setum hevur gingið heldur
misjavnt um vikuskiftið. Í
næstbestu donsku deildini
gekk tað væl hjá Vendsyssel,
sum sunnudagin vann lykla
dyst, tá teir spældu á útivølli
móti FC Helsingør. Endaliga
úrslitið var, at Vendsyssel
vann dystin 1-0. Tað var tó
minni gleðiligt at hvørg
an av teimum føroysku
leikarunum í Vendsyssel,
René Shaki Joensen ella
Meinhard E. Olsen, komu
á vøllin í útidystinum móti
FC Helsingør. Eisini Vejle,
sum hesa ferð var uttan
føroyska liðskiparan, Vil
jormur Davidsen, vann sín
dyst um vikuskiftið. Teir
vunnu 1-0 á útivølli móti
Skive. Einasti føroyski leik
arin, ið slapp upp í part
í næstbestu deildini um
vikuskiftið var áleyparin úr
Gøtu, Finnur Justinussen,
sum byrjaði í álopinum hjá
Fremad Amager, sum spældi
0-0 javnleik á útivølli móti
FC Roskilde. Eina stigið hjá
Fremad Amager tryggjar
teimum meira ella minni
málsetningin,
sum
var
at yvirliva í deildini. Teir
hava nú fýra stig niður til
niðurflytingarstrikuna, nú
tað resta tvey umfør, og tí
skal ganga heilt illa í hond,
um teir skulu flyta niður úr
næstbestu deildini.
Í bestu donsku deildini
kom Hallur Hansson eisini á
vøllin fyri AC Horsens, sum
fríggjakvøldið tapti 3-0 á
útivølli móti Viborg. Hallur
Hansson, ið hevur verið
darvaður av skaða seinastu
vikuna, byrjaði á bonkinum,
og kom inn í seinna hálvleiki
í tí dystinum.
ÍBV fekk fyrsta sigurin
Í Íslandi var ein føroyskur
landsliðsleikari eisini á vøll
inum sunnudagin. Tað var
Jónas Tór Næs, sum spældi
allan dystin, tá ÍBV vann 1-0
á heimavølli móti Víkingi
úr Reykjavík. Talan var um
fyrsta sigurin hjá ÍBV hetta
kappingarárið. Hin føroyski
landsliðsleikarin, Kaj Leo
í Bartalsstovu, sat sunnu
dagin allan dystin á bonkin
um fyri ÍBV.
andre@sosialurin.fo
Jóan Símun Edmundsson var eyðsýndur, tá OB leygardagin vann móti Silkeborg. Landsliðsleikarin
fór tíverri skaddur av vøllinum, men talan er ikki um álvarsaman skaða