Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-15, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. mai 2017síða 16

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 15. mai 2017 · Nr. 56 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Føroyskur fótbóltur er í eini av­bjóðandi tíð, har nógv tos er um at tey stóru bara blíva størri. Í bestu deildini hava vit sæð ábendingar um, at munurin á vøllinum er minkaður, men í 1.deild hev­ ur fyrsti triðingurin givið ábend­ingar um, at tey stóru eru eisini næst størst. Í ár hevur tað verið NSÍ og KÍ, sum hava havt munin á serliga B68 og AB, sum fluttu nið­ur úr bestu deildini í fjør. Fleiri og fleiri spælarar skifta frá B68 á ungum árum, men Súni Olsen, nýggjur venjari hjá B68, vónar at felagið kann vendan gongdini. Leygardagin vann B68 rímiliga greitt 3-0 á næst­ besta liðnum hjá NSÍ, sum tó var nakað illað mannað, men toftamaðurin Haraldur Høj­gaard var við. Ein annan dag høvdu toftamenn sum Andri og Jann Benjaminsen og Jónleif Højgaard spælt við NSÍ liðnum. Aðrir menn í útlegd er Hákun Ed­munds­ son, André Olsen og Fróði Ben­ja­minsen. Ein vansi við stóru feløgunum Súni Olsen er varin, tá hann út­talar seg um av­bjóð­ing­ar­ nar hjá teimum smærru fe­ løg­unum. Hann skilur væl, at flestu feløgini gera bara tað, sum passar best til tey. Mill­um annað ynskir NSÍ at 1. deild spælir aftaná besta lið­ið, so eykaspælararnir kunnu spælitíð. Í heildini er tað ein góður takni, men tað ger uppgávuna verri hjá B68, so hví skal B68 leggja dystin sunnu­dag, spyr Súni Olsen. Hann vísur eisini á, at tað kann blíva ov torført hjá teim­um smærru feløgiunum, tí nógv snýr seg um fígging. – Tað er ein vansi, um eyka­liðini blíva so sterka, at tey vinna kappiginga á smærru feløgunum. So er iva­samt hvussu leingi eitt nú B71, MB og hini tíma at blíva við, sigur gøtumaðurin á Toftum og vísur eisini á fíggj­ ar­ligu avbjóðingarnar, har tey stóru veksa í inntøkum. Hann undrast eisini á, at spæl­arar vilja heldur spæla við næstbesta liðnum hjá ein­um stórum felagi, tí har sleppa spælararnir at venja við besta liðnum. – Eg hugsi serliga um spæl­arar, sum eru yvir 21 ár og tí ikki kunnu spæla í næst­bestu deildini og bestu deild­ini. Teimum kunnu vit bjóða nakað her, men tað er ein “tricky” spurningur, sigur Súni Olsen. Mugu menna lokalu spælararnar Súni Olsen valdi eftir farna kapp­ingarár at stilla gagg­ur­ nar á hillina og blíva venjari. Fyrsta uppgávan er at fáa B68 aftur á beint. Felagið liv­ ir eina tilveru sum yoyo lið mill­um bestu og næstbestu deild­ina, men gøtumaðurin er bjartskygdur. – Eg síggi nógvar møgu­ leik­ar og havi gott samband við nevndina. Her er væl skip­að ungdómsarbeiði og vit hava næstan bara lokalar spæl­arar, sigur Súni Olsen. Millum teirra, sum eru við uttanfrá er søguligi spani­ól­ in, Pedro Taracon Anton, sum er fyrsti spaniólin í før­ oysk­um fótbólti. Hann er for­lov­aður á Toftum, og tað er beiggi Súna Olsen, Martin Ol­sen, eisini. Umframt teri báð­ar, so er tað bara Leivur Høj­gaard, sum ikki er lokalur. – Vit trúgva upp á tað vit gera og tað er týdn­ing­ar­mik­ ið, at fáa allar við í tokið. Vit eru ein eind og gera ikki tað, sum passar tí einstaka best, sigur Súni Olsen um upp­gáv­ una á Toftum. Hann heldur at ein partur av uppgávuni er eisini, at fáa sam­an­spælið millum teir yng­ur og teir eldru á liðnum at spæla saman – bæði á og utt­an­fyri vøllin. Tað er einki trýst frá nevnd­ini um at flyta upp í bestu deildina, men tað snýr seg um at menna spæl­ar­ar­ nar, sum eru í felagnum. – Tað snýr seg meri um at fáa gjørt spælararnar til reiðar til bestu deildina í framtíðini. Vit royna at geva fleiri ungum spælarum møgu­leik­an­um. Tað hevur víst seg, at her eru fleiri týp­ ur, sum ikki klára so nógvan mót­gang. Tað síggja vit í fjør, har teir mangan eru væl við, men ikki tola at fáa mál ímóti, sigur Súni Olsen, sum vís­ir á, at liðið hevur tapt tveir dystir í ár, men hevur vunn­ið eftirfylgjandi dystin. Greiður sigur á NSÍ B68 vann dystin 3-0. Otto Rein­ert Petersen skoraði tvey av málunum, meðan Óli H. Olsen átti vakrasta mál­ SVIMJING SO VÓRU TEIR BESTU AFTUR BEST FÓTBÓLTUR Tey trý bestu liðini í 1.deild vunnu á teimum næstbestu hetta umfarið. Serliga B68 gjørdi eitt hál við at vinna á NSÍ, men tað er ein sannroynd, at tey minnu feløgini hava tað torført í kappingini við tey stóru, sum næstan er tvífalt so gó. Tað er ein vansi, um eykaliðini blíva so sterk, at tey vinna kappiginga á smærru feløgunum, sigur Súni Olsen 1. DEILD MENN: Súni Olsen, venjari hjá B68