Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-09, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. oktober 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 193 - 9. oktober 2004 17 Nú um vikuskiftið verður farið undir eitt nýtt kappingarár í hondbólti. Lagt verð- ur til brots sunnudag- in hjá bæði monnum og kvinnum HONDBÓLTSBYRJAN Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Teir mongu hondbóltsáhug- aðu føroyingarnir gleða seg óivað til at sunnudagurin kemur, og farið verður und- ir eitt nýtt kappingarár. Øll eru tey spent at vita, hvussu teirra lið er fyri, og hvussu vorðið man verða við mót- støðuliðunum. Favorittarnir eru teir somu Um vit skulu royna at gera eina meting av, hvørji lið fara at standa seg best í hes- um kappingarárinum, er tað nógv, sum kundi bent á, at tað allarhelst verða somu lið, ið fara at stríðast um heiðursmerkir. Í fjør var kappingin hjá monnunum óvanliga spennandi, tí at trý lið høvdu møguleikan at gerast meistari á seinasta leikdegi, og avgerðin fall ikki fyrr enn í seinasta sekundi av einum serstakliga spenn- andi klassikara millum Kyndil og VÍF í Havn. Júst Kyndil og VÍF fara óivað aftur í ár at liggja frammalaga. Føroyameist- ararnir úr Kyndli hava at kalla sama fólki sum í fjør, og undir leiðslu av roynda venjaraparinum, Kára Niel- sen og Birgir Hansen, sum tóku um endan farna kapp- ingarár, fara teir grøn- klæddu úr Havn at royna at verja meistaraheitið. Í Vestmanna er áhugin fyri hondbólti sum altíð stórur. Leikarahópurin hjá vestmenningum er næstan einki broyttur í mun til í fjør. Stóri rumenin, Piti Negru, er farin at spæla við hoyvíkingum, men hann var aldrin nakar stuðuls- leikari í VÍF. Fyrstu umfør- ini av landskappingini í ár noyðast vestmenningar tó at verða landsliðsleikaran, Áka G. Olsen, fyriuttan, tí at hann er á brúdleypsferð í USA. Hinvegin venur hin Áki Olsen aftur við fullari megi, eftir at hann varð skaddur ein stóran part av farna kappingarári. Vest- menningar hava í ár ein nýggjan venjara, Dia Mid- jord, sum í fjør var venjari hjá Neistanum, og sum hevur drúgvar royndir sum venjari. Eisini Neistin má teljast millum favorittarnar. Í mun til í fjør er ein útlendingur burtur, nevnliga vinstri bakkurin, Dragisa Stojovic, men har er skikkaður avloysari funnin. Neistin hevur nevnliga sett ársins leikara í fjør, Damir Oros, sum leikandi venjara. Oros, ið hevur verið í KÍF í nøkur ár, var eisini toppskjútti í føroysku kappingini sein- asta kappingarár. Striku- spælarin Birgir Kass er farin at spæla við hoyvík- ingum, og landsliðsleik- arin, Heini Hanusarson, er farin aftur til Danmarkar. Gamal kenningur í KÍF Strandingar hava óivað eis- ini hug til at blanda seg upp í oddastríðið, men hjá StÍF hevur tað stóran týdning, um Sveinur Justinussen verður verandi í Føroyum, ella um hann fer til Dan- markar at spæla. Sveinur kann verða munurin mill- um ein oddasess og eitt pláss miðskeiðis á stiga- talvuni. H71 hevur aftur í ár danan Henrik Gerster sum venjara, og fólkið hjá hoy- víkingum er á leið tað sama, og sum áðurnevnt eru eitt nú Piti Negru úr VÍF og Birgir Kass úr Neistanum komnir til felagið, so ikki kann sigast annað, enn at tað legst til við stórum fólki í Hoyvík. Seinasta liðið í 1. deild hjá monnum er KÍF. Kollfirð- ingar fara óivað at sakna Damir Oros í ár, tí hann hevur havt sera stóran týdn- ing fyri liðið. Í ár verður tað so ein kollfirðingur, ið skal venja KÍF, og tað er eingin annar enn Jóan Pauli Olsen, sum nógvir hondbóltsáhug- aðir føroyingar óivað minnast aftur frá fyrr av, tá ið hann spældi við ávíka- vist KÍF og VÍF. Jóan Pauli var tiltikin stríðsmaður á vøllinum, og tað verður óivað neyðugt hjá KÍF at finna eitt sindur av hesum stríðsviljanum fram, tá ið farið verður undir lands- kappingina. Átta lið í bestu kvinnudeildini Í ár verða tað heili átta lið í bestu kvinnudeildini. Í mun til farna kappingarár, tá ið sjey lið vóru, er Tjaldur úr Runavík komið afturat. Men tá ið tað er sagt, kann ikki væntast annað, enn at kappingin fyrst og fremst fer at standa millum tvey lið, nevnliga Stjørnuna og VB, sum eisini vóru argastu kappingarneytar farna kappingarár, tá ið Stjørnan streyk avstað við greipuni framman fyri nøsini á vágskvinnum. Stjørnan hevur mist onkran profil, men tilgongd hevur eisini verið. Eitt nú hevur Stjørnan fingið fatur á landsliðsmálverjanum, Fríðu Petersen, ið annars altíð hevur spælt við Kyndli. Í Vági verður saknurin stórur í landsliðsleikaran- um, Gurið Mortensen, ið er farin av landinum í útbúgv- ingarørindum, men hinveg- in er nýtt fólk komið til felagið. Kvinnurnar hjá VÍF hava mist ein týðandi leikara í Nicolinu Eyðbjørnsdóttir, sum er farin at royna eydn- una sum yrkisleikari í Spania. Eisini er onkur onnur fallin frá úr hópinum í mun til í fjør, so tað verður tungt hjá nýggja venjaran- um, Sophus Dahl-Christi- ansen, at fáa vestmanna- kvinnur upp at bjóða bæði Stjørnuni og VB av. Neistin hevði í fjør eitt rættuliga gott lið, sum á sínum bestu døgum kundi geva bæði Stjørnuni og VB skarpan gang, og tá ið havt verður í huga, at neistaliðið er rættuliga ungt, er ikki óhugsandi, at tær verða sterkari í ár, nú tær hava fingið eitt sindur meiri royndir. Tey fýra omanfyri nevndu kvinnuliðini fara helst at mynda ovaru helvt av stigatalvuni, meðan hini fýra Kyndil, StÍF, Tjaldur og Sóljan fara at mynda niðaru helvt. Tað hevur ljóðað, at liðið hjá Kyndli skuldi fáa styrk, men samstundis hevur fel- agið mist bæði Fríðu Peter- sen, Anniku Thomsen og Sabine Frølund. Nýggjur venjari hjá Kyndil er Geir Wardum, so har hevur fel- agið fingið fatur á einum ordiligum kapasiteti. Hvussu er statt við fólki í hinum trimum liðunum, vita vit ikki so nógv um enn, men tær næstu vikur- nar fara at vísa, hvussu tey ymisku liðini eru fyri, og vit bíða í spenningi. So fer hondbólturin á rull Spennandi verður at síggja, hvussu tað fer at ganga hjá ársins leikara í fjør, Damir Oros, nú hann skal royna seg sum leikandi venjara í Neistanum. savnsmynd Dystir um vikuskiftið 10. oktober 2004 Ítróttarhøllin í Vestmanna: Kl. 14.30 VÍF-Stjørnan 1. deild kvinnur Kl. 16.00 VÍF-H71 1. deild menn Høllin á Hálsi: Kl. 14-30 Neistin-StÍF 1. deild kvinnur Kl. 16.00 Neistin-StÍF 1. deild menn Hoyvíkshøllin: Kl. 16.00 KÍF-Kyndil 1. deild menn VB-høllin Kl. 15.00 VB-Kyndil 1. deild kvinnur Runavík: Kl. 15.00 Tjaldur-Sóljan 1. deild kvinnur 17 16 Nr. 193 - 9. oktober 2004 Kypriotar hava júst sett botnmet Fyri tveimum mánað- um síðani var kypri- otiska landsliðið so langt niðri á styrkis- listanum hjá FIFA, sum teir ikki hava verið seinastu ellivu árini LANDSDYSTUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Ilt er at meta um kypriot- iska landsliðið. Á styrkis- listanum hjá FIFA er liðið í løtuni nummar 101, og er næstan tað lægsta, ið Kyp- ros nakrantíð hevur ligið á listanum. Botnmetið settu teir í august mánaði, tá ið teir lógu nummar 104. Hin- vegin vóru teir væl hægri uppi á listanum fyri fimm árum síðani, tá ið Kypros lá nummar 58 á styrkislistan- um, sum er besta styrkis- metingin hjá teimum nakr- antíð. Samanbera vit við okkara egna landslið, so liggja Føroyar í løtuni sum nummar 135, meðan besta styrkismetingin, ið vit nakrantíð hava havt, er nummar 104. Botnmetið hjá føroyingum er nummar 139. Fingu góða úrtøku í bólkaspælinum til EM Tá ið spælt varð um at sleppa til EM-endaspælið í Portugal, fekk Kypros heilt góð úrslit, og liðið fekk átta stig. Móti Malta vann Kyp- ros bæði á heimavølli og útivølli 2-1, og tá ið slov- enar vitjaðu á Kypros end- aði tað við javnleiki 2-2, og ísraelar fingu eisini bara javnleik, 1-1, tá ið teir vitjaðu frítíðaroyggina. Kypros var eisini í bólki saman við Fraklandi tá, og tá ið fraklendingar vitjaðu á Kypros, megnaðu teir akkurát at toga ein 2-1 sig- ur í land. Fyrr í ár tók Kypros eis- ini lut í einari kapping á heimavølli, og tá vunnu teir eitt nú 3-1 á Georgia og 2-1 á Kazakhstan. Í teimum báðum dystunum, sum Kypros hevur spælt í bólki 4 í HM-undankappingini higartil, hevur tað tó ikki eydnast teimum at fáa nakað burturúr. Nógvir ungir leikarar á veg Stór útskifting hevur verið á kypriotiska landsliðnum seinastu árini. Kypros hev- ur havt eitt sera sterkt U21- landslið síðstu árini, og kypriotiski landsliðsvenjar- in, jugoslavin Mom- ciloVukotic, hevur tikið fleiri av ungu monnunum upp á A-landsliðið og givið teimum møguleikan. Hetta hevur fingið øði í onkran av eldru leikarunum, at teir hava verið noyddir til at víkja fyri yngri kreftum. og eitt nú hevur miðvallarin, Michael Chrysostomos úr Apoel FC, trekt seg úr kyp- riotiska landsliðshópinum, tí at hann er ikki nøgdur við at verða eykamaður. Tað hevur verið arbeitt dúgliga við heimligu kapp- ingini á Kypros seinnu ár- ini, so at fleiri ungir kypri- otiskir leikarar sluppu framat. Fyri okkurt um 10- 15 árum síðani var tað ein sera stórur partur av leikar- unum í kappingini á Kypr- os, sum vóru útlendingar, og tað var ógvuliga striltið hjá ungum kypriotum at sleppa framat. Nú hevur so verið arbeitt miðvíst við at menna ungdómsarbeiði, og tað hevur víst seg at geva góð úrslit, tí ein alsamt vaksandi partur av leikar- unum í kypriotisku kapp- ingini eru kypriotar. Teir flestu av leikarunum á landsliðnum hjá Kypros spæla eisini í heimligu kappingini, men nakrir fáir royna seg í grikskum fót- bólti hjá so mikið kendum liðum sum Olympiakos, Panathinaikos, AEK Athen og PAOK Saloniki. Avmark- aður áhugi Hóast fótbóltur er væl dámdur á Cyp- ros, so er tað ikki nakar stórvegis partur av fólkun- um, sum gevur landsliðnum gætur LANDSDYSTUR Jákup Mørk/ Álvur Haraldsen Nicosia/Cypros: Tað tykist ikki, sum hevur komandi lands- dysturin millum Cypros og Føroyar tann heilt stóra áhugan her niðri á miðjarahavsoynni. Fót- bóltur er annars nakað av tí, sum cypriotum dámar best at fara til, tá undirhald stendur á skránni, men tá er hetta mest í felagshøpi. Á nýggja GSP-leik- vøllinum, har landsdyst- urin skal spælast, er rúm fyri á leið 25.000 fólk- um, men leygardagin eru tað væntandi bert eini 3.000 av hesum, sum eru upptikin. Til sammetingar kann nevnast, at talan helst verður um eini 6.000 askoðarar, tá Frakland vitjar mikudagin, með- an tað til toppdystir í bestu lokalu deildini væl og virðiliga er full- sett. Hetta kemst helst av, at tá umræður landsliðið, so eru cypriotar mun- andi meira upptiknir av, hvussu gongst hjá Grikkalandi. Leygar- dagin skal Grikkaland spæla heimadyst móti Ukraina, og roknað verður við, at størsti parturin av tjóðini tá fer at sita við skíggjan, heldur enn at nýta tíðina til at hyggja at dysti millum Cypros og Føroyar. Klokkan seks Tað hevur alla tíðina ljóðað, at landsdysturin leygardagin skuldi spælast klokkan 19.00. Hetta er tó ikki heilt rætt, tí fyri nakað av tíð síðani varð gjørt av, at dysturin skuldi flytast ein klokkutíma. Tað vil við øðrum orðum siga, at dysturin verður leikt- ur kl. 20.00 lokala tíð. Tað er 18.00 føroyska tíð. - jm/áh Føroyski liðskiparin sigur, at føroyska liðið fer eftir í minsta lagi einum stigi, tá farið verður inn á GSP-leikvøllin leygar- kvøldið CYPROS-FØROYAR Jákup Mørk/ Álvur Haraldsen Nicosia, Cypern: Ikki tí. Tað er vanliga málið hjá okkara monnum at fáa stig burtur úr dystinum, men júst hesaferð eru tað helst fleiri, sum roknað við, at møguleikin er nakað væl størri, enn hann so ofta plagar at vera. Cypriotiska fótbóltslands- liðið telist nevnliga ikki millum tey sterkastu í heim- inum. Kanska er tað heldur tvørturímóti, um hugt verð- ur at styrkismetingini av liðunum, og tí er kanska ikki heilt burtur úr vón og viti, at vónirnar verða settar til stig hesaferð. Og hesum er føroyski lið- skiparin, Óli Johannesen, als ikki ósamdur í. – Sjálvandi fara vit altíð eftir stigunum, men hesa- ferð haldi eg, at møguleikin er størri, enn so ofta fyrr. Megna vit at halda organ- isatiónina á okkara liði, so trúgvi eg veruliga, at vit hava ein møguleika. Tá verður tað trupult hjá teimum at koma til nakrar upplagdar møguleikar, og so er longu helvtin vunnin, heldur Óli. Óli er annars ein av teim- um heilt stóru veteranunum á landsliðnum, og gongst eftir ætlan, so kann hann sum fyrsti leikarin á liðnum fara um teir sjeyti lands- dystirnar, tá spælt verður í Írlandi mikudagin. Hann var eisini partur av liðnum, sum í 1993 tapti fyri Cypros á heima- og úti- vølli í teirri HM-undan- kappingini. Men sjálvur heldur Óli ikki, at tann dysturin kann brúkast til nakað í dag. – Vit hava í øllum førum flutt okkum heilt nógv rætta vegin síðani, men tað hevur Cypros helst eisini, so tað fáa vit ikki nýtt til so øgiliga nógv. Hinvegin tykist leikaralistin hjá teim- um ikki serliga ræðandi. Teir hava ein álopsleikara úr bestu griksku deildini, og hann er nokk stóra stjørnan á liðnum, men í aðrar mátar haldi eg, at talan fyri tað mesta er um leikarar úr heimligu deild- ini, sigur liðskiparin, sum kortini roknat við eini sera truplari uppgávu. – Tað, sum kann gerast stóri trupulleikin hjá okk- um, er spælistílurin hjá teimum. Teir hava nakað av tí sama, sum Jugoslavia hevur, og tað er so ikki nak- að, sum hóskar serliga væl til okkum. Teir koyra bóltin runt við fullari ferð, og tí mugu vit ansa eftir, at vit ikki koma at renna sum fluga í fløsku. Tað er eisini tí, at skipanin á okkara liði verður so týdningarmikil, heldur altso Óli Johannesen. Stig skulu til Hóast føroyska liðið hevur havt stóra framgongd seinnu árini, so heldur Óli Johannesen á ongan hátt, at talan verður um nakran lættan dyst leygardagin C M Y K 16