Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-09, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. oktober 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 P/F Bilasølan v/Øssur Johannesen: Spennandi nýggjheitir frá VW konsernini Fleiri nýggjheitir eru á veg frá VW-konsernini. Síðst í november kemur Audi A4 við nýggjum designi, um ársskiftið kemur ein nýggjur VW Golf GTI og fyrst í komandi ári kemur ein heilt nýggjur Seat Toledo BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Nýggjur sportsligur Audi A4 Audi koma nú við einum nýggjum sportsligum A4, sum er eyðkendur av kvaliteti á høgum støði, framúr góðum koyrieginleikum, framkomn- ari tøkni og smartum designi. Motorskráin er víðkað við fleiri nýggjheitum sum t.d. tveimum FSI bensinmotor- um, einum 3,2 litur V6 við 255 hk, og einum 2,0 litur 4 syl. 200 hk við turbo. Eisini eru nýggir dieselmotorar við í motorskránni. Undirvognurin er eisini nógv broyttur við nýggjum upphangum framman og aftan. A4 hevur ein sokallað- an hightech bakaksil, sum er ein tann mest framkomni á marknaðinum. Hetta gevur bilinum framúr góðar, trygg- ar og sportsligar koyriegin- leikar. Audi A4 kemur á marknað- in síðst í november. Bilurin varð fyrstu ferð alment sýnd- ur fram á Paris Motorshow í september. VW Golf GTI við 200 hk Tað vóru VW sum skaptu GTI-klassan við Golf GTI, sum fyrstu ferð kom á marknaðin í 1976. Nú koma teir aftur á marknaðin við einum nýggjum Golf GTI í fimtu generatión, hesaferð við FSI motori og 200 hk. Talan er um ein sera kvikan bil við 6-trins girkassa og koyrir frá 0-100 km/t upp á 7,2 sek og topp- ferðin er 235 km/t. At síggja til er Golf GTI eyðkendur av t.d. einum stórum svørtum net-kølaragittari, 17" alu-felgum við 225 profil dekkum, spoilara aftan og dupultum útstoyti. Eisini kabinan er í GTI stíli við t.d. nýdesignaðum sportssetrum, leðurbetrektum aluminiumsratti og girknøtti eins og aluminiumspedalir. Golf GTI hevur sportsundirvogn og er senkaður 15 mm. Bilurin kemur á marknaðin um ársskiftið. Rúmligur og smartur Seat Toledo At Seat hava fingið sín egna nýggja stíl, er nýggi Toledo besta dømi um. Talan er um eitt heilt nýtt sedan-konsept. Hesin er triðja generatión av Toledo, sum fyrstu ferð kom á marknaðin í 1991. Bilurin er sera praktiskur og ein tann rúmligasti í sínum klassa við stórum viðførisrúmi, sum er heilar 500 litrar. Designið er eisini rættuliga sermerkt og smart, bæði nútímans og í gamlan stíl, serliga aftan. Innan er nógv gjørt burtur úr við tilfari í góðum gjøgnumførdum kvaliteti. Variabla elektroniska servostýringin við automatiskari sjálvupprætting og væl virkandi undirvognurin geva bilinum koyri- eginleikar í toppklassa. 16" hjól eru standard. Fýra motorar vera at velja ímillum, tveir bensin og tveir diesel. Bensinmotorarnir eru: 1,6 litur við 102 hk, og 2,0 litur við 150 hk. Dieselmotorarnir eru: 1,9 litur TDI við 105 hk, og 2,0 litur við 140 hk. 2,0 litur motorarnir hava 6-trins girkassa. Nýggi Seat Toledo kemur á marknaðin fyrst í komandi ári. Audi A4 sum stadioncar og sedan 19 Frá 1. januar 2005 skifta suðurkoreansku Daewoo bilarnir navn til Chevrolet. Frá Daewoo-umboðnum, Esmar Simonsen á Kambsdali, verður sagt, at núverandi kundar koma einki at merkja til broytingina BILASØLA Magnus Gunnarson maggi@sosialurin.fo Tíðindini um at Daewoo bil- arnir frá 1. januar 2005 skifta navn til Chevrolet komu ikki óvart á altjóða motorpress- una. General Motors eiga flestu partabrøvini í suður- koreansku verksmiðjuni, GM Daewoo Auto & Technology, og í fleiri londum eita Dae- woo bilarnir longu nú Chevro- let. Daewoo hava verið í seld- ir í Evropa síðan 2002. General Motors er heims- ins størsta bilfyritøka, og Chevrolet er teirra mest selda bilmerki. Í fjør vórðu seldir tilsamans 3,6 milliónir Chevro- let bilar um allan heim. Chevrolet er eisini eitt gamalt bilmerki í Føroyum. Frá síðst í 20-unum og fram til fyrra veraldarbardaga, var ein stórur partur av bilunum av merkinum Chevrolet. Esmar Simonsen, sølumað- ur hjá P/f Esmar Simonsen, sigur, at teirra kundar, sum koyra við Daewoo, koma ikki at merkja nakran mun. Ongar broytingar verða við garanti og tænastu, og kundarnir skulu kenna seg heilt tryggar. Møguleiki verður hjá teim- um, sum eiga ein Daewoo, at broyta bilin til Chevrolet fyri egna rokning. Tey kunnu t.d.skifta til onnur emblem og aðrar hjólkapslar við Chevro- let búmerkinum á, so hava tey ein Chevrolet, sigir Esmar Simonsen. Frá 1. januar 2005 skifta Daewoo bilarnir navn til Chevrolet, og Daewoo skeltini hjá bilhandlarunum fara í søguna P/f Esmar Simonsen, Kambsdalur: Kundarnir skulu kenna seg heilt tryggar