leygardagur 9. oktober 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Hús til sølu
Magnus Heinasonargøta 17 er til sølu um hóskandi
boð fæst.
Tlf. 312659
Hús í Vági til sølu
Matr. nr. 0181A
Eldri hús (49 fermetrar) beint oman fyri keiina,
mitt í Vági, til sølu til hægstbjóðandi.
Húsini eru í ringum standi og krevja ábøtur.
Tlf. 214226
Summarhús
dubult,bjálvað húsbyngja til sølu.Hevur íbinding til
el, vatn og sanitet. Køkur við køliskápi, wc-brúsa og
kamar/uppihaldsrúm.
Tlf. 458811 ella 273355
Nr. 193 • vikuskiftið 9.–10. oktober 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Síða 8
KONSERT
Búi Tyril
tyril@PRnewsMedia.com
Tað varð herfyri dyggiliga stað-
fest at tónaskaldið og kórleiðarin
Hans Jákup Højgaard, sáli, eigur
eitt serstakligt pláss í hjørtunum
hjá føroyskum mentafólki: í sam-
bandi við hansara 100 ára føð-
ingardag hava nevniliga Toftir
verið miðdepil fyri stórum og
virðiligum tiltøkum. Men Hans
Jacob Højgaard búði og virkaði
eisini í nógv í høvuðsstaðnum,
og nú vil Havnarkórið eisini vísa
honum ein hóskandi heiður
gjøgnum eina stóra konsert í
Norðurlandahúsinum sunnudagin
10. oktober, við luttøku av bæði
Havnarkórinum, Kirkjukórinum í
Fríðríkskirkjuni, Føroya Sym-
foniorkestri og fleiri øðrum
frægum.
Ein av høvuðspersónunum
aftan fyri tiltakið er dirigenturin
ið skal stjórna Havnarkórinum
sunnudagin, Ólavur Hátún.
Kórleiðarin og tónleikalærarin
Hátún, ið bæði persónliga og
yrkisliga kendi væl H. J.
Højgaard, hevði ilt við at dylja
sín eldhuga fyri heiðurs tiltak-
inum hjá Havnarkórinum við
stuðli frá Norðurlandahúsinum
og Tórshavnar Býráð.
»Nú gjørdu toftafólk eina røð
av sera væl eydnaðum og fínum
tiltøkum til minnis um Hans
Jacob, hvat ið eisini var hóskiligt
í allar mátar,« segði Ólavur
Hátún. »Tó eru vit mong ið
halda at Havnin sum høvuðs-
staður eisini átti at víst virðing
fyri hesum úrmælingi innan
føroyskt kórlív, við at skipa fyri
einum ordiligum tiltaki. Tí hava
vit, við góðari hjálp frá Norður-
landahúsinum og Tórshavnar
Býráð, arbeitt hart fyri at fáa í
lag eina stóra konsert í hesum
høpi.«
Leitaði til røturnar
Á húsanum til eina komandi
fløgu við tónleiki eftir H. J. Høj-
gaard skrivar Ólavur Hátún fylgj-
andi undir yvir skriftini ‘Kórleið-
arin og tónaskaldið Hans Jacob
Højgaard’:
»Í føroyskari songsøgu eigur
H. J. Højgaard eina serstøðu,
bæði sum kórleiðari og kompo-
nistur. Longu tá ið hann á fyrsta
sinni seinast í 30-árunum kom
suður til Havnar við sínum Tofta-
kórum, var tað fólki greitt at her
var byrjan til nýggjan gróður í
føroyskum kórlívi.
Vit sum í 40-árunum vóru
farin at vita tónleikaliga til okk-
um, fara ongantíð at gloyma tær
árligu kórvitjaninar av Toftum.
Hetta var kórsangur í serklassa,
hugtakandi í sínum vælljóði og
dynamikki og sermerktur av
samspælinum millum kór og
leiðara.
Tað bar so væl á at eg ungur
kom at læra hendan merkismann
at kenna, og minnini um sam-
verur við hann í hansara heima-
umhvørvi á Toftum sita mær enn
sterkt í huganum. Bæði tá og
seinni sum sangari í Havnar
Sangfelag upplivdi eg Hans J.
Højgaard sum kórleiðara við
heilt serstakari persónligari
útstráling. Minniligt dømi um
hetta var konsertin í á norður-
lendskari kórstevnu í Oslo í
1954, har Hans Jákup rættiliga
hevði okkum sangarar á lofti og
við sínari persónsmensku birti
slíkan fagnað í Nationalteatret
tað kvøldið at okkara lutur, fram
um tann hjá elitukórum úr øllum
hinum Norðurlondum, fekk
rómandi endurljóð í norskum
bløðum.
Sum tónaskald gav H. J. Høj-
gaard skilliga til kennar at hann
hevði støði í gamlari føroyskari
song- og kvæðamentan. Faðirin
Dánjal Jákup Højgaard var tiltik-
in kvæðakempa og Kingo-sang-
ari sum fáur. Sjálvur hevði eg
høvi at hoyra hendan tignarliga
mann syngja gomul føroysk
sálmaløg, soleiðis sum tey vóru
varðveitt har í sóknini í øldir.
Tann løtan í bóndans stovu inni á
Regni gongur ikki frá mær aftur.
Eisini í hina ættina hevði Hans
Jákup gott í at bregða. Móðirin
var systir Fríðrik Petersen, próst,
sum fram um aðrar legði lunnar
undir nýggjari føroyskan song-
skaldskap, og umframt tað bók-
liga hevur hetta fólkið inni í
Saltnesi eisini sýnt góðar tón-
leikaligar gávur.
Løgini hjá Hans Jákupi sum
sýna árin av hesum forna arvi
eru mong. Av teim kvæðakendu
kunnu nevnast kantatan ‘Fedr-
anna tala’, løgini til sangirnar
‘Tá ið teir sóu landið’ ( Hans A.
Djurhuus), ‘Her leikti tær lendið’
(Chr. Matras) og ‘Nú sprettur á
fold og spírar’ (Andreas Andrea-
sen) og sálmalagið til ‘Tey ið
fylgjast frá vársins tíð’ (Jákup
Dahl). Í Læraraskúla Kantatuni
eru dømi um bæði kvæða- og
Kingo-tóna, og annað dømi um
henda seinna er lagið til sálmin
‘Tað lið er trongt’ ( Hans M.
Jacobsen). Talan er tó ongantíð
um eftirgerð, heldur eru tað
sjálvstøðug, mergjað løg, ið bera
boð um tað jørðildi tey eru
sprottin av.
At eisini læriárini í Danmørk
fingu týdning fyri Hans Jákupsa
skapandi virki er eyðskilt. 1930-
árini vóru ein serlig gróðrartíð í
danska sangheiminum. Carl
Nielsen og Thomas Laub, ið
vóru undangongumenn í hesari
sangligu veking, høvdu tá í eini
15-20 ár strembað eftir at fáa
sálmasangin og fólksliga sangin í
Danmark burtur frá tí solokenda
romancusanginum úr 19. øld og
inn á melodiskt einfaldari og
fornari ræsur ið gingu aftur til
miðaldar fólkatóna og uppruna-
ligan lutherskan sálmasang.
Og júst um tað mundið tá
Hans Jákup kom á læraraskúla í
Danmørk, høvdu hesir tónar
vunnið sær afturljóð. Gamli
sanglærari hansara Kristen
Steensen, ið sum sangkompo-
nistur hevði sítt støði í tí sein-
romantiska, trúði ikki upp á
nýggja sangidealið; men hjá
unga føroyska listamanninum
rinu hesir forn-nýggju tónar, ið
fullu so væl í tráð við gamla
føroyska lagakenslu, beinanvegin
við. Tað kann tí vera ilt at meta
um hetta ella hatta lagið hjá
Hans J. Højgaard sipar til hesa
ella hasa fyrimyndina. Um
sálmaløgini man tað tó vera rætt
at siga, at tey flestu benda aftur á
Th. Laub, sum Hans Jákup allar
sínar dagar var so serstakliga
hugtikin av. Ikki var tað við
órøttum at okkara felags vinur
Karl Clausen kallaði hann
‘Nordatlantens ensomme
laubianer’.«
Góð dømi um løg
Konsertin í Norðurlandahúsinum
sunnudagin klokkan 16 skal geva
eina fjølbroytta og livandi tóna-
mynd av nøkrum av teimum
kendastu verkunum eftir H.J.
Højgaard; harumframt eru tvær
kompositiónir eftir sonin Dan
Højgaard á skránni og ein
kompositión eftir Jóhan Restorff
Jacobsen umframt tvey arrange-
ment eftir Sunleif Rasmussen,
eitt eftir Otto Mortensen og eitt
eftir Svend S. Schultz.
Tey luttakandi eru Havnar-
kórið, eitt felagskór samansett av
Havnarkórinum og Kirkjukór-
inum í Fríðríkskirkjuni og Før-
oya Symfoniorkestur; sopranso-
listur: Berghild Poulsen; klaver:
Jóhannes Andreasen; upplestur:
Frits Johannesen; dirigentar
Ólavur Hátún (kór) og Steven
Foggen (orkestur).
Tað fer eisini at liggja væl fyri
at fylgja við í tekstunum til sang-
irnar og upplesturin eftirsum
hesir skulu standa at lesa í fullari
longd í skránni, skilst. Og fyri
tey sum ikki eru so medvitað um
júst hvørji løg H. J. Højgaard
hevur skrivað, so skal konsertin
kunna geva nøkur góð dømi.
Tiltakið byrjar annars við inn-
gangs orðum frá Óla Breck-
mann; síðani fara kórini í gongd,
í summum førum Havnarkórið, í
øðrum førum felagskórið. Fyrst
hoyra vit ‘Tá ið teir sóu landið’
við orðum eftir Hans A. Djur-
huus; síðani kemur ‘Eg oyggjar
veit’ við orðum eftir Fríðrik
Petersen, harnæst ‘Nú sprettur á
fold’ við orðum eftir Mikkjal á
Ryggi, síðani ‘Í Sundalagnum
ein sólskinsdag’ við orðum eftir
Rikard Long, so ‘Summarmáli’
við orðum eftir Georg L.
Samuelsen, og aftan á tað kemur
lagið ‘Heyst’ eftir Dan Højgaard
til yrking hjá Tummas Napoleon
Djurhuus; næsta lag er ‘Heyst-
kvøld’ við orðum eftir Jeffrei
Henriksen, og seinast áðrenn
steðgin skulu vit hoyra ‘Boð og
Birting’ (eisini kallað ‘Studenta-
skúla Kantatan’) í nýggjari út-
gávu arrangerað av Sunleif
Rasmussen, orð eftir Karsten
Hoydal.
Aftan á steðgin verður lagt fyri
við klassikaranum ‘Tíðin rennur’
við orðum eftir Fríðrik Petersen
og klaversatsi eftir Otto Morten-
sen, sum somuleiðis hevur gjørt
klaversatsin til lagið ið kemur
beint aftan á, nevniliga ‘Dagurin
aftnar’ við orðum eftir Hans
Michael Jacobsen; næsta lag er
‘Pápi mín hann strevar og hann
stríðir’ við orðum eftir Hans A.
Djurhuus, síðani kemur ‘Góða
mamma, kom nú’ við orðum eftir
Marius Johannesen; tað næsta
lagið er komponerað av Jóhan
Restorff Jacobsen, nevniliga
‘Kvøða til Hans Jákup’ ið Hans
Thomsen yrkti; næst kemur ‘Hon
stóð har við rokkin og spann’ við
orðum eftir Hans A. Djurhuus,
síðani eitt lag eftir Dan Højgaard
til yrkingina ‘Lítlan’ eftir
Tummas Napoleon Djurhuus;
næsta lag er ‘Nú ferðast fólk fyri
nesini’ við orðum eftir Christian
Matras, harnæst ‘Í Noreg búðu
raskir menn’ við orðum eftir
Símin M. Zachariassen; næst á
skránni er tann instrumentala
‘Højgaard Suitan’ arrangerað av
Svend S. Schultz fyri orkestur,
harnæst kemur ‘Fedranna tala’
(eisini kallað ‘Kommunuskúla
Kantatan’) við teksti eftir Heðin
Brú, og seinast á skránni er
‘Tórshavn’ við orðum eftir Poul
F. Joensen, í nýggjum satsi eftir
Sunleif Rasmussen.
Havnarkórið heiðrar Højgaard
68 ára gamli Eyðun Simonsen úr Klaksvík minnist ikki sín
brúdleypsdag. Ei heldur barnadagarnar hjá teimum trimum
synunum, ella nógvar av sínum egnu upplivingum. Hann hevur
gloymt, at mjólk eigur at standa í køliskápinum, og tá hann fer út,
kann tað verða, at hann ikki finnur heim. Eyðun hevur Alzheimer
og missir spakuliga sítt lív burtur
Er Turkaland
partur av
Evropa?
C
M
Y
K
19
18