mánadagur 15. mai 2017síða 22
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 15. mai 2017 · Nr. 56
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hey Andrew, tú ert aftur í bestu
deildini, hvussu kennist?
Beint nú er tað ikki so gott, tí vit
tapa. Eg hati at tapa, men annars
er stuttligt at vera við aftur. Tað er
nakað, sum eg tími væl. Mær dámar
væl, at verða ein partur av besta lið
num aftur, sjálvt um mín leiklutur
verður avmarkaður.
Tú hevði ein stóran møguleika,
argur um at tú ikki skorar?
Handan møguleikan havi eg spælt
ígjøgnum nakrar ferðir í dag. Eg
siggi bóltin inni, men flott klára av
EB/Streymaranum at klára at rudda
vekk.
Tað verður nógv tosað um
HB í løtuni, men hvat mál
tosa tit í skiftirúminum?
Vit tosa ein blanding millum hol
lendskt, danskt og hvat veit eg.
Tvætl, vit tosa føroyskt við donsk
um glosum av og á, so allir eru við.
Alexandar Stankov skilur danskt.
Tú hevur fingið troyggju
nummar 10 aftur – var
tað eitt krav?
Nei, tað var tað ikki. Eg havi ikki sett
nakað krav yvirhøvur og havi held
ur ikki lova mær til so nógv, men tað
er stuttligt at hon liggur har enn.
Hon situr nakað stramt, men annars
hevði eg verið líka glaður havt fyri
nummar eg hevði spælt í. Av fyrstan
tíð spældi eg í 14 og tá eg kom aftur í
Danmark hevði eg nummar sjey, so
tað er ikki alt avgerandi.
Hvussu nógv mál skalt
tú skora í ár?
Ætlanin er at skora hvørja ferð eg
komi inn, men tað kiksaði seinast.
Tað kemur ann upp á hvussu nógv
ar dystir eg fái. Eg havi verið í betri
formi, men eg havi tað gott. Tað tek
ur eina løtu at fáa motorin í gongd.
Vikan ið fór
KÍ er einsamalt oddalið í
Effo-deildini, eftir at liðið
vinnur tepran 2-1 sigur
á TB/FSC/Royn. Víkingur
snávar í Fuglafirði, meðan
NSÍ bjóðar av í oddinum
við 4-0 sigiri á 07 Vestur.
Havnarfeløgini liggja eftir á.
ÍF fær harða revsing fyri
at tilvitað ahav brúkt ein
spælara í fyrsta umfari,
sum ikki hevði loyvini upp
á pláss. Jákup Mikkelsen,
venjari, fær millum annað
leikban í tveir dystir og
bót á 1.000 krónur.
B68 vinnur greiðan 3-0 sigur
á teimum næstbestu hjá
NSÍ, sum annars eru oddalið
í 1.deild. Eisini argjamenn
vinna, so tey bestu hála inn
á tey næstbestu
Bjarni Nielsen luttekur
í sterkmanskapping í
Birmingham. Føroya
sterkasti maður tvey
stig frá gullinum undan
seinastu greinini, men
endar á fimta plássi
Tað gongur væl hjá Gilla
Rólantsson Sørensen og
Brann, sum vunnu um
vikuskiftið. Brann liggur í
løtuni á triðja plássi.
Havnar Fimleikafelag
vann trý av fimm FM
gullheiðursmerkjum í
FM í estetiskum fimleiki,
meðan Støkk og Ljósið
vinna hvør sítt.
Tað er nú greitt, at tað verða
Sunderland, Middlesbrough
og Hull City, sum flyta niður
úr Premier League.
Tottenham spælir sín
seinasta dyst á White
Hart Lane, sum nú verður
rivið niður eftir 118 ár.
Tottenham skal hava
nýggjan leikvøll og spælir
á Wembley komandi
kappingarár
...við ítróttinum
5 SKJÓTIR
Fimm skjótir spurningartil føroysk ítróttarfólk...
Navn: Andrew av Fløtum
Aldur: 37
Ítróttur: Givin fótbóltsspælari,
sum spælir aftur
Royn tína vitan um
ítróttin her og nú!
Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst
1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo
og Sosialin nakað meir
4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast
6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við
8 røtt: Fantastiska flott,
tillukku!
Quizzin, svar: 1: Amerikanskan fótbólt 2: Ajax 3:
26 4: Sonni Larsen 5: Fýra ferðir, 2013, 14, 15 og 16
6. Daniella Mistric 7. Anthony Joshua 8: Antonio
Conte
1 Tey flestu munnu kenna OJ Simpson frá rættarsakini í
USA, men hvat fyri ítrótt gjørdi hann?
2 Hvør vann Champions League í fótbólti í 1995?
3 John Terry gevst í Chelsea eftir hetta kappingarárið,
men hvat nummar hevur hann á rygginum?
4 Hvør er nýggjur landsliðsvenjari hjá U21 landsliðnum í
hondbólti?
5 Hvussu oftani hevur Klæmint A. Olsen verið
toppskjútti í føroyskum fótbólti?
6 Í hondbólti bleiv Filip Jojic toppskjútti hjá monnum,
men hvør bleiv hjá kvinnum?
7 Hvussu eitur bretski boksarin, sum vann á Wladimir
Klitschko herfyri?
8 Hvør er hesin fyrrverandi Juventus spælari, sum í dag
er venjari?
Áh sum eg vónaði, at hendan
bókin var góð. Johan Cruyff
og hansara fótbóltshugsan er
upprunin handan Ajax og FC
Barcelona, sum síðani hava
bergtikið fótbóltsheimin við
góðum fótbóltsspæli og menning
av framúr fótbóltsspælarum.
Bæði sum venjari og
fótbóltsspælari bergtók maðurin
við 14-talinum fótbóltsheimin.
Við elegantum teknikki og
dribblingum, sum Johan
Cruyff-fintan. Eisini megnaði
hann at kollvelta FC Barcelona
til tað, sum vit kenna tað í dag.
Framrættaður fótbóltur, sum
skal undirhalda og síðani vinna.
Vandin tá fólk verða gjørd til
halgimenni er, at tey tykjast missa
sambandið við veruleikan. Tey
halda, at einasta orsøkin til at
verðin melur runt, er at tey vakna.
Og soleiðis kennist tað eisini í
løtum í bókini, meðan tað til aðrar
tíðir er ótrúliga spennandi og
gevandi at lesa. Johan Cruyff er
ein umstríddur maður, sum er
avgjørdur í sínum avgerðum.
Hetta er ein bók um Johan
Cruyff, sum Johan Cruyff hevur
skrivað. Ongin annar sleppur
til orðana, og tað ger bókina
einsíðis, tá talan er um so nógvar
ósemjur. Í øllum ósemjum hevur
hann rætt og hin parturin skeivt.
Hann prógvaði eisini, at hann
hevði rætt í nógvum og tað er
vert at lesa, men hetta kundi
eisini verið Johan Cruyff, sum
bjóðar eina øl og fortelur tær tað,
soleiðis sum hann minnist tað
uttan at ordiliga kanna tað.
Les um: Tú heldur nógv av
Johan Cruyff og ikki hevur hug
at verða kritiskur ella hevur
nakað í móti at hoyra hann
greiða frá ósemjum í leiðsluni í
Ajax í nýggjari tíð
Ikki lesa um: Tú væntar at
sleppa at enduruppliva HM ella
Dream Team fet fyri fet
Hvussu er at lesa: Tað mest
spennandi etur tú upp á stutta
tíð, men nakað langdrigið, tá
øll leiðslan í Ajax skal hava ein
floyngju
Hvat sigur tú: Eg veit meir um
Johan Cruyff í dag og bókin er
verd at lesa, men saknaði í løtum
eitt sindur av javnvág
Fakta: Johan Cruyff doyði
í mars mánaði í fjør 68 ára
gamal. Hóast nógvar ósemjur
í síni tíð, so bleiv hann
heiðraður sum ein av teimum
størstu persónligheitinum í
fótbóltssøguni
★★★★★★
UMMÆLI
Tróndur Arge ummælir
Johan Cruyff: Mit livs bane
INFO: Johan Cruyff doyði í mars mánaði í fjør 68 ára gamal. Hóast nógvar ósemjur í síni tíð, so bleiv hann heiðraður sum ein av teimum størstu persónligheitinum í fótbóltssøguni
Maurice Ross, venjari hjá TB/FCS/Royn við Kringvarpið
Sigfríður S. Clementsen, venjari
hjá HB við Kringvarpið
– Um vit eru primitivir, so eru KÍ tað eisini, og Víkingur
og átta av teimum tíggju. Tað eru bara tvey lið, sum
spæla fótbólt í hesi deildini. Tey eru B36 og NSÍ.
– Dómarin kemur ófatuliga illa frá uppgávuni
í dag. Vit fáa eitt mál tikið frá okkum.