Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-15, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. mai 2017síða 23

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 15. mai 2017 · Nr. 56 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen André Olsen Neli Heldarskarð KLUMMAN Tróndur sigur sína hugsan... Tróndur Arge Tað byrjaði alt fríggjakvøldið, tá Aganevndin hjá Fót­bólts­ sambandinum kom til niður­ støðu í Ndende-málinum. Jákup Mikkelsen, venjari hjá ÍF, váttaði fyri FSF, at hann brúkti Ndende Adama Guéye, hóast uppihalds- og arbeiðsloyvini ikki vóru upp á pláss. Higartil er ong­ in revsaður ítróttarliga fyri hetta brotið, men reglu­ gerðin bleiv herd, eftir at AB í 2014 ótilvitað brúkti Dmitrije Jankovic uttan at loyvini vóru upp á pláss. Í Fuglafirði var kreppa, tí hvørki Clayton Soares ella Adeola Runsewe høvdu loyvini upp á pláss, so valdi venjarin at brúka Ndende Adama Guéye. Í vikuni hevði ÍF fingið at vita, at spælarin fór helst at blíva klárur, men fríggjakvøldið undan dyst­ inum í 1. umfari bleiv greitt, at loyvini vóru ikki komin upp á pláss. Aganevndin er komin fram til, at Jákup Mikkelsen skal hava tveir dystir leik­ bann, Ndende Adama Guéye ein dyst og tað sama við lið­ leið­aranum, tí hann setti Ndende Adama Guéye á dómaraseðilin vitandi um, at hann ikki var lógligur. Ein elektroniskur dómaraseðil, sum skuldi tryggja at slík nettupp ikki skuldi kunna lata seg gera. ÍF megnaði móti øllum gitingum at fáa eitt stig móti Víkingi í gjár. Ross óður um umtalu Maurice Ross hevur framt eitt satt meistaraverk við TB/FSC/Royn, men hann letur illa at átekningini um, at liðið hjá honum spælir primitivt. Tað kom til sjóndar í samrøðuni við kringvarpið eftir dystin, tá hann millum annað segði: – Um tú kallar hatta fyri primitivan fótbólt, sum vit spæla í dag, so spælir KÍ eis­ ini primitivan fótbólt. Eisini Víkingur. Tað eru bara tvey lið, sum spæla fótbólt í hesi deildini. Tey eru NSÍ og B36, sigur Maurice Ross og leggur afturat: – Í dag broyta vit spæl­ skipan frá 3-5-2 til 4-2-3-1. Eg havi hálvan annan tíma saman við øllum spæl­ar­ un­um, tí fleiri av teimum venja í Havn. Alíkavæl skilja teir hvat eg vil umgangandi. Hvussu er tað primitivt, spyr Maurice Ross. Hann fegnast eisini um, at hóast liðið tapur orsaka av eini verjuvillu, so hevur TB/FSC/Royn tamarhald á dystinum og KÍ eftir hansara meting. Sigfríður óður um døming – Rúni aftur í fokus Tað var stór ónøgd við døm­ ingin við Margáir, tá EB/ Streymur vann 1-0 á HB. Sjónbandamyndirnar vísa eisini, at HB av røttum kunnu kenna seg óhepnar í hesum dystinum. Fyrst fáa teir mál, har tað er torført at fáa eyga á hvar frísparkið verður gjørt, sum dómarin dømir. Løtu seinni er tað sunda­ lags­maður, sum verður rend­ ur um koll, og í hinum end­ anum Alexandar Stankov hjá HB, men floytan er kvirr. – Dómarin kemur ófatu­ liga illa frá uppgávuni í dag. Fyrst gongur dømingin ímóti okkum, og so byrjar hann at kompensera seinni í dystinum og tá ger bara døm­ingina enn verri, sigur Sig­fríður S. Clementsen, ið eisini heldur at HB verður snýtt fyri eitt mál. Í steypadystinum millum hesi liðini var eisini rok, tá HB fek brotsspark. Sum skilst, so bleiv dómarin í tí dyst­inum fluttur niður í eina viku, tí avrikið ikki var nóg gott. Nú fáa vit so at síggja, um tað verður sama revsing her? Profilar sita uttanfyri Millum annað HB, B36, 07 Vestur og ÍF hava styrkt seg við útlendskum profilum, men afturgangandi er, at fleiri av teimum sita uttan­ fyri. Hjá HB hevur Dani­el ”Elly” Pedersen sitið uttan fyri í eina tíð, meðan Martin Bergvold kom inn móti EB/Streymi. Eisini hevur Alexandar Stankov siti uttan fyri vegna manglandi loyvi. B36 stríðist við at fáa Pilip Lund kláran aftur. Tá Lukasz Cielsewicz bleiv skaddur skuldi hann traðka til, men bleiv skaddur stutt seinni. Í 07 Vestur var Petter Bjørlund ikki við, meðan Søren Nielsen sat á bokinum allan dystin. Umframt tað, so mátti Ken Fagerberg av vøllinum við skaða. Tríggir profilar, men ongin spælir. Fjórða dømi er ÍF, sum upprunaliga skuldi hava spæl­arar sum Clayton Soares, Adeol Runswew og Ndende Adama Guéye. Tveir hava ongantíð fingið loyvini upp á pláss, meðan Ndende Adama Guéye sat uttan fyri við sermerktum leikbanni. Nógvir profilar, fáir minuttir og einki mál! trondur@sosialurin.fo Fimm dystir í bestu deildini og allir eru í senn. Gott nokk byrjar tann í við Stórá 14.30, men hinir fýra dystirnir, sum allir eru í eysturoynni og ein í sundalagnum. Hetta er eitt gylt høvi hjá okkum at forskjóta dystirnar, so tann fótbóltsáhugaði hevur møguleika at síggja fleiri dystir. Føroyskur fótbóltur kemur altíð at renna aftaná og tí er týdningarmikið, at vit tora at gera tað skinsamt fyri tey, sum nú eina ferð fylgja við fótbóltinum. Fyri nøkrum árum síðani tosaðu feløgini í eysturoynni sína millum, men tað sær ikki út til at verða tilfeldið longur. Í farna kappingarárið tosaðu feløgini í Havn saman, so at tá tað vóru tveir dystir í høvðusstaðnum, so vóru teir ongantíð í senn. Tað sást eisini aftur á áskoðarunum, sum fleiri gingu aftur á báðum støðum. Fyri miðlarnar ger tað eisini at Rás2 kann siga frá fleiri dystum, at tað er lættari at geva dystunum rúmd við teksti, greiningum og myndum. Føroyskur fótbóltur hevur fleiri avbjóðingar fyri framman. Tær flestu á vøllinum, tí tað er har fótbólturin verður spældur, men eisini at tryggja áhugan hjá áskoðarunum og møguleikan hjá teimum at fylgja við. Óheppin time’ing - Revsingi hjá ÍF Fríggjakvøldið fekk ÍF at vita, at Ndende Adama Guéye hevur fingið leikbann í ein dyst, fyri at hava spælt móti TB/FSC/Royn í fyrsta umfari. Somuleiðis fekk venjarin, Jákup Mikkelsen, tveir dystir leikbann, umframt at liðleiðarin fekk leikbann. ÍF tók ein kjans við at brúka Ndende Adama Guéye, sum ikki hevði loyvini upp á pláss, men tað undrar meg, at revsingin fellur tveir dagar undan grannauppgerðini móti Víkingi – í 8. umfari. Hvat er tað fyri time’ing? Fótbóltssamabndið setur feløgunum stór krøv við vælsignilsi úr UEFA og FIFA, men hvør setur FSF krøv? ÍF hevur eisini grein í sínum máli, tá tað verður víst á, at Ndende Adama Guéye var tøkur á elektroniska dómaraseðlinum. Tað skuldu spælarar, sum ikki hava loyvini í ordan ella hava leikbann, ikki kunna. Tað er í ordan at seta krøv – og kanska skuldi FSF sett enn størri krøv í summum førum – men tað inniber eisini at seta sær sjálvum krøv. trondur@sosialurin.fo So hendi tað aftur DÓMARAR, VENJARAR OG PROFILAR Í FOKUS Tað merkist av álvara, at landkappingin er komin nakað áleiðis. Vit hyggja nærri at fleiri av fokuspunktunum frá 8. umfari, har dómarar, venjarar og profilar vóru í fokus Jákup Mikkelsen