leygardagur 9. oktober 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 193 - 9. oktober 2004
Nr. 193 - 9. oktober 2004
21
Kvinnuligur profetur
fylti Vesturkirkjuna
Høgni Djurhuus
Fyrsti týsdagur í oktober er ikki
ein vanligur, gráur
oktobertýsdagur í Danmark.
Fyrsta týsdag í oktober verður
fólkatingið sett. Illa útbornu
koloniirnar í Útnorðri eru við hesa
stillu hátíðarløtuna hjá danska
fólkaræðinum, sum verður send beinleiðis.
Okkara egna høga ting við lágu gáttini verður sett
og sent beinleiðis, meðan næturnar enn eru so toluliga
ljósar, 29.juli í einum øgiligum veitslurómi hvørja
ferð. Vit eru langt framman fyri danskarar. Okkara
fólkaræði er ein fest, og tað rennur seint av.
Til alla lukku er danski forsætisráðharrin ikki so
øgiliga væl lýddur innangarðs beint nú, so føroyski
bólkurin í Norðuratlantsbólkinum, sum nú gongur í
fleiri bólkum, slapp undan einum vali í ótíð.
Tað hevði komið sera illa við hjá øðrum, skuldu
veljararnir hjá Tjóðveldisflokkinum gera av, hvør er
fittari, Høgni ella Tobbi.
Veljarakanningar geva ikki Anders nóg nógv júst
nú, so væntaða fólkatingsvalið bleiv av ongum.
Veljarakanningar hava givið fólkaræðinum ta innihald
og ta meining, sum liggur í orðinum fólkaræði.
Fimmhundrað, viðhvørt fleiri, fólk verða spurd, og so
verður landið stýrt eftir svarinum, sum hevur flest
prosent ella prosentstig.
Gravgangur er eftir at sleppa í fólkatingið. Tað er
lætt at skilja. Tí Christiansborg er av sonnum ein
borg. Tað er næstan sum at vera inni í einari
aldagamlari kirkju sunnanfyri at ganga í teimum
breiðu gongunum og trappunum á Christiansborg.
Ella at standa eina løtu í sjálvum salinum, blunda og
síggja søguna koma úr hvørjum króki. Har er so stórt,
vítt, høgt og breitt, atmosfera. Funksjonell byggilist.
Tað er ikki neyðugt at fara útum fyri at broyta hugsan
ella taka annað skinn um bak.
Løgtingið hevur onga borg, bara eitt hús. Tað hevur
íslendska altingið eisini, eitt hús. Har var keðiligur
stemningur, tá altingið varð sett hesaferð. Fólk í
andstøðuni rýmdu, tá altingsformaðurin fanst at
forsetanum, sum skeit á fólkaræðið, sum lætst ikki
síggja altingið, sum beindi fyri einari samtyktari lóg.
Áhugavert og ikki minst harmiligt, at í andstøðuni í
tinginum í einum Norðurlandi, sum reypar sær av at
vera elsta demokrati í verðini, eru vinstravend, sum
taka undir við og stuðla einaræði. Tað er ikki gott.
Koloniumboðini, trý av fýra, á Christiansborg løgdu
hart út í nýggja fólkatingsárinum, longu fyrsta
týsdagin í oktober. Danmark skal ikki hjálpa
sildrekanum. Ein avgerð, sum ongan týdning hevur
fyri Føroyar. Fiskimálaráðið torir ikki at taka avgerð
um hvalaveiðu. Og vit keypa longu sum er sildreka-
tvøst úr Norra. Tað smakkar illa, siga tey. Men alt
buldur og brak í frælsisstríðnum ger helst mun. Og
formaðurin í Tjóðveldisflokkinum fekk sessin í
Norðurlandaráðnum frá fólkatinginum, sum løgtingið
ikki vildi geva honum.
Vit sluppu undan einum fólkatingsvali beint eftir
kommunuvalið, Gallup og Vilstrup havi lov. Hvønn
skuldu vit valt? Tey klókastu? Tað ber illa til, tí tey
klókastu stilla ikki upp.
Eina ferð, eg var í einum selskapi, endaði eitt, sum
vant, ósakligt prát við spurninginum, hvat er klókasta
fólk í Føroyum? Onkur boð komu, leggi ikki á at
nevna tey. Eg svaraði, at tað visti eg ikki, tí eg kenni
ikki øll fólk í Føroyum. Fyrr í ár doyði ein maður í
bestu árum. Eg kendi hann ikki, haldi ikki, at eg
nakrantíð sá hann. Men tey, sum kendu hann, eru á
einum máli um, at maðurin var klókur. Hann var, sum
tey so frálíka væl siga í Vágum, logandi gløggur. Men
tað vita bara tey fáu. Tí maðurin skrivaði ikki lesara-
brøv, hann stillaði ikki upp, hann var ikki við í al-
menna kjakinum, tað eg veit. Men hann var klókari og
gløggari enn tey flestu, sum har bjóða seg fram. Og
hann er ikki nakað eindømi. Tey gløggu eru ov gløgg
til at fara upp í harkaliðið, sum brúkar kjaft úti og
inni, so tað hoyrist um allar geilar, eg sjálvur taldur
uppí.
Hvat nyttar tað at hava rætt, tá tey, sum rópa harð-
ast, fáa rætt?
So við virðing fyri teimum klóku og gløggu gevist
eg her…!
Demokratiskur
týsdagur í oktober
VITJAN
Maud Næs
Týskvøldið 5. Oktober
var profeturin,Vassula
Rydén í Vesturkirkjuni í
Tórshavn. Eitt heilt van-
ligt týskvøld í Havn, har
øll altíð hava nóg mikið
at fara til. Tó - høvuðs-
taðurin hevði eina heldur
óvanliga vitjan - pro-
fetavitjan...Undarligt
ljóðar tað og undarligt...
at so nógv fólk, frá nær
og fjar, ung og gomul,
menn og kvinnur, ja,
fólk frá øllum møgulig-
um ymiskum trúarsam-
komum í Føroyum,
høvdu leitað sær í
Vesturkirkjuna. Samlað
vóru eini 800 fólk.
Mannagongdin
- tá profetur vitjar
Fitt áðrenn byrjan, fyltist
kirkjan, meðan urguleik-
arin fylti rúmið við føgr-
um tónum. Manna-
gongdin, til hesa heldur
óvanligu samkomu, fór
so nøkulunda soleiðis
fram:
Hálvgum átta legði
Heri Joensen, prestur í
Vesturkirkjuni fyri, við
at bjóða øllum vælkomnum - okkum
á móðurmálinum og profetinum á
enskum. Heri Joensen, endurgav
síðani úr Fyrra Korintbr. 3,10-17,
m.a. at ...."annan grundvøll kann
ongin leggja, enn tann sum lagdur
er". Skiljast møguliga soleiðis, at um
onki er í tí, ið boðað verður, fellir tað
burtur av sær sjálvum, ella kemur tað
at bera frukt. Erla Maria Simonsen,
umboð fyri "True life in God" í
Føroyum, lýsti síðani stutt ævisøg-
una hjá Vassulu Rýden
(www.Vassula.dk)
Tríggir sálmar vóru: Í byrjani,
"Nærri mín Gud til tín". Eftir at
profeturin hevði røtt um Heilaga
Andan, "Hægstur Heilagi Andi". At
enda, "Nú takki Gudi øll, við hjarta,
munni, hendi...".Kirkjan var skrýdd
frammi við altarið við einari Kristus
andlitsmynd í miðjuni, hvørju menna
við, stóðu myndir av "Mariu og
Jesusbarninum" og heildarmynd av
Jesusi.
Opinberingar um, Guds kærleika,
nærleika, skapan, offur, frið, læru og
lív.
Vassula Rýden, profetur bar fram
boðskap sín frá prædikustólinum.
Har stóð vakra kvinnan við ljósum,
longum hári og tosaði á ein stillføran
hátt, uttan hóvasták, hvørki við rødd
ella rørslum. Ein vanlig kvinna,
"átrúnaðarliga óroynd og trúarsam-
felagsliga nakin", tá opinberingarnar
byrjaðu í 1985, og øðrvísi sá hon
heldur ikki út hesa løtu. Hon spurdi
fyrst, hvør skilti og ikki skilti enskt.
Nøkur fá tilkomin fólk vóru tey ein-
astu, ið ikki skilti enskt. Tey fóru so í
annað rúm, niðurundir, við einum
tulki. Hon endurtók ævisøgu sína,
áðrenn opinberingarnar byrjaðu, fyri
síðani at greiða frá, hvussu opinber-
ingarnar komu. Hon bar boðskapin
úr opinberingunum fram beinleiðis,
og gjøgnum upplestur fest á blað.
"Skiftið" millum at uppliva persónin
Vassulu og opinberaða boðskap
hennara var sjálvsamt og spennandi.
Vassula fekk fólkið at reisast,
meðan hon á aramæiskum, Jesus´ar
móðurmáli, bað bønina "Faðir vár".
Vassula talaði í umleið hálvanannan
tíma og mannagongdin var m.a.:
Ævisøgan, opinberingar, Gudfrøðin/
trúarlæran útfrá opinberingum, bøn,
leking og vælsignilsi við krossins
tekin.
Fólkið hugtikið
Áhugavert var at uppliva "stemning-
in" í Vesturkirkjuni. Fólk vóru opin,
spent og alt gekk so stillført og virð-
iliga fyri seg. "Ekta", var orðingin
fleiri fólk nýttu, tá ið tey málbóru
seg um upplivilsi í Vesturkirkjuni.
"Týðuligt var, at fólk lurtaðu væl.
Tað var øgiliga friðaligt. Fólk vildu
fegin hoyra tað hon segði", heldur
H.J.Joensen bispur, ið
var staddur í Vestur-
kirkjuni týskvøldið.
"Eg dugdi ikki at
hoyra nakað í stríddi
ímóti vanligum kristin-
dómi. Tað hon tók fram,
alt er ikki so nógv
frammi í dag, men er
gamal kristin arvur.
Kristindómur er ikki
bara trúgv, men eisini
lív", helt bispur fram.
Til viðmerkingina og á
ein hátt, undrannina á,
at Vassula Rydén fekk
loyvið og høvið til, at
bera boðskapinum fram
í Vesturkirkjuni, svaraði
bispur, "At nú mugu vit
ikki enda har, at um
Jesus kom, at hann ikki
slapp inn. Vit mugu
hava eitt opið vindeyga
fyri, hvat Gud vil
geva".
Heri Joensen, prestur,
ið hevði upplivað
Vassulu Rydén í bispa-
garðinum, umrøddi
hana sum "gemyt-
liga".....og humoristisk
var hon eisini, tá hon
umrøddi sítt tætta vina-
lag við Jesus.
Eftir at hava upplivað
føroysku áhoyrarafjøld-
ina, undraðist Vassula
yvir, at føroyingar vóru so stillir og
álvasamir undir orðinum. Einastu
ferð, at hon hevði upplivað líknandi
áhoyrarafjøld var í Íslandi. Vassula
hevur ferðast nógv kring allan heim,
men ongastaðir, segði hon, vóru so
vakrar áir sum í Føroyum.
Erla Maria Simonsen og Árni
Brekku skipaðu fyri tí praktiska í
sambandi við vitjanina hjá Vassulu
Rydén. Opinberingarnar eru týddar
til føroyskt, "Satt lív í kristi", eftir
Erla Maria Simonsen og vóru út-
flýggjaðar ókeypis við útgongdina
Tey, ið vildu kundu lata eitt oyra til
barnaheimini, ið Vassula Rydén
hevur stovnað. Tey telja 30 heim í
dag.
Út- og sjónvarp vóru tilstaðar í
Vesturkirkjuni. Sostatt verður meira
at frætta í fjølmiðlunum um profetin
í Vesturkirkjuni. Í næstu viku hevur
Sosialurin samrøðu við fólk frá
ymiskum trúarsamfeløgum í Føroy-
um, ið vóru í Vesturkirkjuni og
hoyrdu Vassulu Rydén.
Lýs teg sjálvan við
trimum orðum.
– Áááá, ja eg
roknaði við , at
hasin spurningurin
fór at koma...
Sjálvstøðugur,
matglaður og ...
positivur! Tað haldi
eg...
Hvat orð nýtir tú
oftast?
– Haha, ja tað má
vera: Eg eri
svangur.
Hvørjum hyggur tú at
hjá hinum kyninum?
– Eygunum.
Hvussu langa tíð nýtir
tú at gera teg kláran
um morgunin?
– Eg veit faktiskt
ikki, havi ongantíð
tikið tíð enn... Men
tað man vera
umleið eitt korter.
Tá fari eg í bað og
alt.
Hvat stressar teg?
– Eg verði stress-
aður, tá fólk ikki
møta til tíðina!
Hvat gleðir teg?
– Ja, hvat gleðir
meg? At hava nógv
at gera. Eg elski, tá
eg havi ordiliga
nógv at gera.
Nær feldi tú seinast
eitt tár?
– Tú ja, tað var á
Ólavsøku, tá eg var
til Amin Jensen
show. Tá græt eg
simpulten, tí eg
flenti so nógv. Tað
var so stuttligt...
Nær smakkaði tú tær
seinast á?
– Tað gjørdi eg
faktiskt fyri einum
tíma síðani, tá eg
smakkaði eitt nýtt
vín. Eg elski vín, og
vit fáa ofta nýggj-
ar prøvar sendandi,
sum eg so skal
smakka á. Deiligt
arbeiði, ha?
Um tú vart landsstýris-
fólk, hvat málsøkið vildi
tú so umsitið?
– Fíggjarmál, tí
økonomi hevur mín
áhuga. Tað er tað,
sum interesserar
meg mest.
Hvat er besta
uppfinning?
– Ja, hvat skal man
siga har? Tað man
vera... jú, eftirsum
eg havi so nógv við
mat at gera, so
haldi eg, at tað er
ovnurin. Ja, tað sigi
eg. Ovnurin, so man
kann gera mat!
Nær flutti tú
heimanífrá?
– Tá eg var 18 ár,
flutti eg til Keyp-
mannahavnar í út-
búgvingarørindum.
Hvat kostar ein pakki
við fimm sikringum á 10
ampere frá Eli?
–Ein pakki av
sikringum?? Og
hann skal vera frá
Eli, haha... Hann
kostar 16,50.
Nei Martin, dýrari enn
so, hann kostar 24.95
Nú fíggjarlógarupp-
skotið er lagt fram,
vísti úrslitið eitt hall
uppá fleiri milliónir.
Hvussu nógvar?
– Oy jøssus ikki, eg
hugsaði tað altíð,
at fíggjarlógin fór
at koma við... Hallið
á fíggjarlógini... Tað
var ein góð ein! Eg
má bara skjóta, eg
sigi 195 milliónir.
Væl var skotið, tú rakti
"bara" 2 milliónir við
síðuna av. Hallið er
roknað at verða 193
milliónir kr.
Títt besta praktiska
ráð...
– Ja, hvat skal tað
vera.. Eg haldi tað
er, at tú skalt vera
tú sjálvur, og gera
tað sum tú hevur
hug til og ert best
til.
Hvør skal næstu ferð
setast í bláa stólin?
– Tú ja, eg havi
tonkt uppá ein
mann til næstu
ferð. Hann eitur
Bogi Andreasen og
arbeiðir á Marga-
rinfabrikkini. Hann
hevur gjørt eitt
ótrúliga stórt ung-
dómsarbeiði, og eg
hevði gott kunnað
tonkt mær at sæð
hann í stólinum.
Martin W. Restorff · Stjóri á Hafnia · 28 ár
C
M
Y
K
21
20