leygardagur 9. oktober 2004síða 12
‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Serverkstaður fyri hjól
og dekk...
DEKKFAMILJA
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Í hesum mánaðinum kunnu
feðgarnir Fríðrikur og Sámal
Bláhamar hátíðarhalda 30 ára
dagin hjá fyritøku teirra,
SuperDekk, sum í tríati ár
hevur havt dekk sum skjaldr-
armerki.
Søgan um Sámal Bláhamar
og dekkini er tó eitt sindur
eldri, tí hann byrjaði longu í
januarmánaði í 1974 at selja,
montera og avbalansera dekk
á neystaloftinum hjá pápan-
um í Vestmanna, Fríðriki Blá-
hamar.
Sámal hevði ymisk sløg av
dekkum, sum eisini vóru ym-
isk í góðsku. Alt frá kvalitets-
dekkum til bílig slitbanadekk.
Skorin fyri tungubandið hev-
ur Sámal ongantíð verið – og
til tess at granska í góðskuni
nýtti hann hýruvognsførarar-
nar, sum fluttu fólk millum
Havnina og Vestmanna –
hetta var áðrenn bussar vórðu
settir inn í flogrutuna.
Hýruvognsførararnir vóru
állir á einum máli um, at
kvalitetsdekkini vóru tey
bestu – og harvið fekk Sámal
sín varhuga staðfestan – og
legði hann seg eftir einans at
selja bestu dekkini – og tað
hevur hann gjørt síðani.
Eftir fáar mánaðir í Vest-
manna, flutti Sámal virksem-
ið til Havnar – har hann á
Velbastaðvegnum saman við
Svenningi Olesen læt upp væl
útgjørt dekkverkstað.
Árið eftir fóru teir kortini
hvør til sítt, og Sámal byrjaði
við Super Dekk Service í
Jekaragøtu yvir við Strond í
Havn. Hetta var – uttan at
taka munnin ov fullan – best
útgjørda dekkverkstað í Før-
oyum tá.
Tey fyrstu fimtan árini um-
boðaði Super Dekk Service
fronsku Michellin dekkini –
og tað var júst um hetta
mundið – seinna partin í sjey-
tiárunum, at kjakið um píka-
dekkini tók seg upp. Ikki
minst var tað uppskotið hjá
Dánjal
Paula
Danielsen,
landsstýrismanni um at banna
píkarnar, sum vakti miklan
ans. Men eisini tað, at Sámal
Bláhamar blandaði seg í kjak-
ið og vísti á lamelldekkini,
sum hann hevði at selja – at
tey væl og virðiliga kundu
brúkast í staðin fyri píkar. Tá
var tað, at fólk í Føroyum
fóru at tosa um »píkaleys
píkadekk«, »heilársdekk« og
seinni »lamelldekk«. Dekkini
royndust sera væl, og fólkið
varð tvíbýtt í trúnni upp á
ávikavist píkar og ikki píkar.
Í 1979 flutti Super Dekk
Service niðan á Hoyvíksvegin
í bygningin, har Stoypivirkið
hjá Persson hevði verið. Sám-
al keypti bygningin og inn-
rættaði hann til eitt uppaftur
meira tíðarhóskandi dekk- og
hjólverkstað, sum framvegis
legði dentin á at veita alla
tænastu innan hjól og dekk –
uttan at blanda alt annað bil-
umvælingavirksemi
uppí.
Umframt at veita tæanstu vil
vanligar persónbilar, so var
eisini koyrt út at gera aðrar
dekk- og hjólumvælingar á
størri vinnutólum, og hevur
hetta verið týðandi partur av
virkseminum hjá felagnum.
Seinast í áttatiárunum fekk
felagið umboðið upp á Good
Year dekkini, sum felagið
hevur umboðað síðani. Í níti-
árunum – tá kreppan tók
kvørkratak um alt samfelagið
– var eisini tungt hjá Super
Dekk Service. Men teir
knógvu
gjøngum
fyrstu
kreppuárini, men máttu dvína
í 1995. Tað gingu tó bert
fjúrtan dagar, til teir høvdu
skavað sær so mikið av kapi-
tali saman, at virki kundi lata
uppaftur, hesaferð undir heit-
inum Super Dekk. Hóast tal-
an er um annað felag – tekn-
iskt, so er talan framvegis um
somu fyritøku, sum Fríðrikur
Bláhamar nú stjórnaði.
22
Stjórin á Super Dekk
heldur, at føroyingar
ikki enn hava nóg gott
forstáilsi fyri, hvussu
stóran týdning dekkini
hava í sambandi við
ferðslutrygdina
DEKKFAMILJA
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hóast kjakið um píkadekk nú
hevur vart í fjórðingsøld, so
heldur Fríðrikur Bláhamar als
ikki, at vit eru komin á mál í
hesum spurningi.
– Tað er heilt órímuligt, at
vit framvegis ikki hava fingið
størri forstáilsi yvir fyri dekk-
nýtslu og fatan fyri, hvussu
ótrúliga stóran týdning dekk-
ini hava í ferðslutrygdini.
Tað heldur Fríðrikur Blá-
hamar, stjóri á Super Dekk í
Havn. Hann heldur, at vit í
veruleikanum ikki eru komin
serliga nógv longur, enn tá
kjakið um píkarnar spíraði
miðskeiðis í sjeytiárunum.
– Tá vit hugsa um, hvussu
ótrúliga nógv trygdin í bil-
unum og á vegunum er økt
hesini árini, og hvussu ótrú-
liga nógv meira forstáilsi vit
øll hava fingið fyri ferðslu-
trygd, tá tað snýr seg um at
koyra skjótt, sita í trygdar-
belti, rúsdrekkakoyring o. s.
fr., so er tað sera løgið, at vit
ikki eisini duga at skilja,
hvussu nógv dekkini hava at
siga, heldur Fríðrikur Blá-
hamar, sum vísir á, at vit
kunnu koyra við summar-
dekkum – niðurslitin til
markið upp á 1,6 mm – í
nógvum kava og hálku – og
framvegis koyra lógliga!
– Hetta átti ikki at borið til
– og hetta ber ikki til í okkara
grannalondum, tí har krevja
myndugleikarnir, at bilarnir
verða skøddir eftir umstøð-
unum. Tað gera vit ikki í Før-
oyum, sigur Fríðrikur Blá-
hamar.
Hann heldur, at hera vantar
í sera stóran mun forstáilsi, tí
tað er so upplagt, at tað átti at
verið krav um størri mynstur-
dýpd á dekkum um veturin
enn um summarið – og at ser-
liga reglar verða gjørdar fyri
nýtslu av dekkum um veturin
og í hálku – ikki minst nú tos-
að verður um nullhugsjón!
Ikki nóg tilvitað um dekknýtslu
Havt dekkini sum
høvuðsmál í tríati ár
Ken Danielsen, Fríðrikur Bláhamar og Daniel Ólavur (Dani) Dahl-Olsen framman fyri SuperDekk við Hoyvíksvegin í Havn
Mynd: Jens Kr. Vang
23
Bilverkstaðið v/Hans J.
Kollsker býður seg
fram at umvæla
steinstøkk á forrútum
GLASUMVÆLING
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Bilverkstaðið hjá Hans J.
Kollsker býður seg nú sum
tað fyrsta í Føroyum fram at
umvæla steinstøkk á rútum.
So ótrúligt tað enn ljóðar,
so ber tað til at umvæla støkk
í rútum, um rætt og nóg skjótt
verður atborið.
– Tað snýr seg um at gera
skjótt av, tí um ov nógv rusk
og væta savnast í støkkinum,
verður umvælingin truplari,
sigur Hans J. Kollsker.
Í Danmark eru hesar um-
vælingar vanligar, og har lata
tryggingarfeløgini
klistri-
merki, sum fólk kunnu klistra
á støkkið, so skjótt tey varn-
ast tað.
– Hetta hjálpir munandi
upp á umvælingina, sigur
Hans J. Kollsker.
Tá støkkið verður umvælt,
verður
ein
serlig
veska
sproytað inn í sprekkuna –
ella støkkið, og so verður
luftin sogin úr. Rúturin verður
heilur aftur og styrkin tann
sama.
Á henda hátt ber til at fáa
burtur sprekkur í forrútum
upp til 25 cm.
Hans J. Kollsker sigur, at
tey hava tosað við tryggingar-
feløgini um hetta.
– Hetta kann spara trygg-
ingini nógvar pengar, og har-
við eisini tryggingartakaran-
um, vísir Hans J. Kollsker á.
Ein slík um væling kostar 750
kr pr støkk, meðan tað sjáldan
kostar undir 4.000 kr at skifta
ein forrút. Vanliga glastrygg-
ingin fevnir um skaðar upp til
4.000 kr.
Hans J. Kollsker leggur
afturat, at tey sjálvandi skifta
rútin, um støkkið er so mikið
stórt, at tað ikki kann umvæl-
ast. Men hann vísir á, at inn-
trivið at umvæla steinstøkk er
munandi minni, enn at skifta
rútin.
Men slíkar steinstøkkum-
vælingar verða ikki gjørdar í
sýnsøkinum í rútinum, t.v.s. í
einum øki á stødd við eitt A4
ark beint framman fyri førar-
an.
Sjálvsagt kunnu slíkar um-
vælingar spara nógvar peng-
ar, og Hans J. Kollsker vísir á,
at serliga tá talan er um størri
bilar, so sum bussar, so hevur
hendan umvælingin sera stór-
an týdning.
– At skifta forrútin á einum
bussi kann lættliga kosta
30.000 kr, meðan ein slík um-
væling kann gerast fyri 1.000
kr, tá er sjálvsagt, at talan er
um sera stóra sparing, sigur
hann.
Umvæla steinstøkk á forrútum
Hans J. Kollsker í ferð við at
umvæla eitt steinstøkk. Tólið
verður fest á rútin við einum
súgvikoppi. Síðani verður
luftin sogin úr rivuni í
rútinum, veska sprænd í, og
rúturin verður heilur aftur og
styrkin tann sama
Mynd: Eirikur Lindenskov
Tryggingarfelagið Før-
oyar sýnir glasumvæl-
ingunum sera stóran
áhuga
GLASUMVÆLING
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
At tað nú ber til at umvæla
rútaskaðar er nakað, sum
tryggingarfeløgini fegin taka
ímóti. Hóast hetta ikki hevur
borið til í Føroyum, so er tað
nakað, sum tey á Tryggingar-
felagnum Føroyar hava vitað
um leingi.
– Vit fylgja sjálvsagt væl
við í øllum slíkum, og eg havi
sjálvur verið á skeiði, har vit
hava sæð, hvussu rútaskaðar
verða umvældir, sigur John
Ellefsen, leiðari á bilsýns-
deildini hjá Tryggingarfelag-
num Føroyar.
Hann sigur, at hetta er nak-
að, sum tey greiða kundunum
frá, tí her eru nógvir pengar at
spara. Glastryggingin dekkar
hægst 4.000 krónur, og tað
langt frá altíð, at ein forrútur
kann skiftast fyri hendan
prísin. Restina má kundin
sjálvur gjalda. Øðrvísi er, um
rútaskaðin er partur av einum
kaskoskaða, men tá kann tal-
an verða um bonusmiss og
sjálvsábyrgd.
John Ellefsen vísir á, at
Tryggingarfelagið Føroyar
fyrst má vissa sær, at tað er
onkur, ið kann umvæla hesar
skaðar. Higartil er tað so bara
verkstaðið hjá Hans J. Koll-
sker, ið býður seg fram, og
hann hevur sæð góð úrsliti
higani.
– Tað kemur so nógv nýtt
fram á hesum øki. Rútaum-
vælingar eru eitt dømi.
Annað dømi er umvælingar
av eitt nú plastikkúfangarum
og plastforlyktum. Meðan alt
fyrr varð skift út, so eru tað
tey, ið hava fingið sær
serkunnleika á økinum at
umvæla skaðar á slíkar lutir.
Tað krevur bara, at tað er
onkur, sum nemur sær ser-
kunnleikan, og fyrr enn onk-
ur hevur gjørt tað, kunnu
tryggingarfeløgini ikki vísa
til slíkar umvælingar. Men
tað er greitt, at her eru pengar
at spara, bæði hjá trygging-
unum og tryggingartakar-
unum – tað er ein hugburðs-
broyting sum skal til, sigur
John Ellefsen.
Glasumvælingin
hevur áhuga hjá
tryggingini