leygardagur 9. oktober 2004síða 12
‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 193 - 9. oktober 2004
Nr. 193 - 9. oktober 2004
23
SAMRØÐA
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík: – Eg royki, og eg ætli
mær eisin at dríva á, tí eg havi
lisið, at royking fyribyrgir Alz-
heimer, er eitt tað fyrsta Ninni
Simonsen, kona Eyðun, sigur, tá
hon sessast í hugnaligu stovuni
hjá teimum á Bumshamri.
Flennandi koyrir hon undir
Eyðun, og hann nikkar samtykkj-
andi og sigur brosandi, at hann
legði sigarettirnar á hillina ov
tíðliga.
Fyri framman liggur ein
áhugaverd og til tíðir dapur
samrøða um ein mann, sum fyrr
altíð var í gongdi við okkurt,
hevði ábyrgdarstarv og livdi eitt
púra vanligt lív. Men um ein
heldur, at sjúkan Alzheimer
hevur kastað ein stóran skugga
yvir lívið hjá Eyðuni og Ninni,
so fer ein skeivur.
Positivi andin, opinleiki og
góðtakilsi av sjúkuni, sum Eyðun
fekk staðfest fyri tveimum árum
síðani, lýsir av hjúnunum.
Ongantíð er nakað tekin um
beiskleika, meðan tey skiftast um
at greiða frá.
Tosa opið um tað
Líka síðani sjúkan hjá Eyðuni
varð staðfest, hava bæði tvey
tosað opið og erligt um hana við
øll, sum tey kenna. Hon leggur
dent á, at bæði familja, vinir og
grannar hava verið ótrúliga
hjálpsom og teimum ein hollur
stuðul.
– Tað er tann besti heilivág-
urin. Tí um ein skuldi gingið við
øllum innan í sær, so hevði tað
endað galið, sigur Ninni. Hetta
er eisini orsøkin til, at tey játtaðu
at traðka fram og siga teirra
søgu.
– Eg veit, um fleiri fólk, sum
eru minnisveik, har umhvørvið
hjá teimum ger, hvat tey kunnu
fyri at krógva tað, men tað halda
vit ikki tænir nøkrum endamáli,
sigur Ninni.
Øll, sum kenna Eyðun og
Ninni vita, at hann hevur Alz-
heimer. Tey tosa um tað, sum er
tað nakað heilt náttúrligt. Hetta
hevur eisini havt við sær, at fólk
skilja væl teirra støðu, og tá
Eyðun sigur ella ger eitthvørt
undrunarvert, so skilja øll.
– Tað ger alt so nógv lættari,
sigur Ninni, meðan Eyðun
hyggur upp á hana.
Eyðun sigur, at hann langt
síðani hevur góðtikið, at hann er
sjúkur, og tískil hevur hann
samstundis eisini viðurkent, at
hann ikki longur kann gera
nakað serligt.
Alzheimer er ein sjúka, sum
spakuliga køvir minnið á einum
persóni. Ninni og Eyðun vita,
hvønn veg tað ber, men bæði
siga tey, at framtíðina hugsa tey
ikki um.
– Vit taka ein dag í senn. Hvat
kunnu vit brúka tað til at hugsa
um eina framtíð, sum vit ikki
kenna. Tað er tað reina tíðarspill,
sigur Eyðun.
– Og við Guds hjálp hevur tað
gingið væl higartil, leggur Ninni
afturat.
Stutt-tíðar minnið
er burtur
Alzheimer hevur køvt stórar
partar av minninum hjá Eyðuni.
Eisini hevur sjúkan við sær, at
hann ikki hevur so nógva orku
longur. Hann orkar til dømis ikki
at ganga ov langar túrar. Men til
tíðir so hevur hann gloymt tað, tá
hann er farin ein gongutúr.
Eyðun og Ninni eiga ein hund,
sum eitur Kahn. Eyðun plagar at
fara túr við honum.
– Ella rættari er tað hundurin,
sum fer túr við mær, tekur
Eyðun skemtandi til.
Ninni tekur yvir og sigur, at
viðhvørt tá Eyðun fer túr, hevur
hon sagt við hann, áðrenn hann
fer, at hann ikki má fara ov
langt, tí hann orkar ikki at ganga
heimaftur.
– Men tað hevur hann ofta
gloymt, áðrenn hann er komin
langt frá húsum, og tí kann hann
til tíðir vera sera troyttur, tá hann
og Kahn koma til hús aftur,
greiðir hon frá.
Nøkur ting, sum Eyðun kann
gera, eru púra burturvið. Hann
leitar í øllum skápunum í
køkinum eftir mjólk, um hann
fer út, tekur hann tann fyrsta og
besta jakkan, sum hongur fyri.
Óansæð um tað er Ninni ella eini
sonurin, sum eigur.
Ninni kann biðja hann fara í
kjallaran. Tá hann er komin
hálva leið niður gjøgnum trapp-
urnar, hevur hann gloymt, hvat
hann skuldi. Um hon biður hann
fara at keypa rundstykkir, so vil
Eyðun hava, at hon ringir til
bakaríið og sigur, hvat hann skal
keypa. Bara fyri at vissa, at hann
kemur aftur við tí rætta.
– Eisini ber illa til at føra eina
vanliga samrøðu við Eyðun,
sigur Ninni.
Hann minnist so at siga bara
heilt aftur í sín egna barndóm.
Alt hitt antin er horvið ella við at
hvørva úr minninum hjá honum.
– Eg sigldi nógv á ungum
árum, og eg havi upplivað nógv í
mínum lívi, men nú minnist eg
bara ein lítlan part av tí. Tað er
tungt at missa sítt egna lív burtur
á henda hátt, viðgongur Eyðun,
meðan hann yppir øksl. So
leggur hann tó afturat, at hann
hevur góðtikið sjúkuna og sær
hana sum sína lagnu.
Í ansing
Tá sjúkan varð staðfest, gekk tað
ikki long tíð, inntil Eyðun
byrjaði at kenna seg ótryggan, tá
hann var einsamallur heima.
Ninni arbeiðir fulla tíð í Norðoya
Sparikassa, og hon sigur, at um
hon ikki hevði arbeiðið og bara
gekk heima, so hevði hon sjálv
blivið ør í høvdinum.
– Eg eri so brá og ótolin og eitt
útimenniskja, at tað hevði als
68 ára gamli Eyðun Simonsen úr Klaksvík minnist ikki sín brúdleypsdag.
Ei heldur barnadagarnar hjá teimum trimum synunum, ella nógvar av
sínum egnu upplivingum. Hann hevur gloymt, at mjólk eigur at standa í
køliskápinum, og tá hann fer út, kann tað verða, at hann ikki finnur
heim. Eyðun hevur Alzheimer og missir spakuliga sítt lív burtur
ikki borið til, sigur hon, og tí
tekur Eyðun undir við.
Ninni gongur javnan til fundir
í einum felag í Klaksvík fyri av-
varðandi til minnisveik. For-
maðurin í hesum felagnum eitt
skifti var eisini fyribilsleiðari í
eldrasambýlinum undir Heyg-
num. Tá Ninni segði henni, at
Eyðuni ikki dámdi at vera einsa-
mallur heima, bað hon Ninni
nevna møguleikan fyri at koma á
sambýlið um dagarnar fyri
honum.
Ninni so gjørdi. Nakað skept-
iskur var Eyðun í fyrstuni, men
gjørdi síðani av at geva tí ein
kjans. Ein avgerð, sum hann
ongantíð hevur angrað.
– Har er so gott at vera.
Starvsfólkini eru so fyrimyndar-
lig og fitt. Eg kenni eisini fleiri
av teimum, sum búgva har, so eg
stórtrívist, greiðir Eyðun smíl-
andi frá.
Ninni endurtekur fleiri ferðir,
hvussu fantastiskt tað er, at Eyð-
un kann vera har um dagarnar.
– Annars hevði eg ikki klárað
at slappa av, meðan eg var til
arbeiðis, tí hvør veit, hvat hann
kundi funnið uppá ein heilan
dag, meðan hann gekk her einsa-
mallur, sigur hon.
So hvønn morgun, tá Ninni
skal til arbeiðis, koyrir hon
Eyðun á sambýlið áðrenn og av-
heintar hann aftur eftir arbeiðs-
tíð.
Flennandi greiðir hon frá enn
einum dømi um, hvussu væl
Eyðun hevur góðtikið sína sjúku.
Ein morgunin, tey vóru á veg
til sambýlið í bilinum, segði
Eyðun brádliga, at tey høvdu
gloymt spakan.
Ninni bleiv so kløkk, at hon
steðgaði bilinum og ivaðist ikki
í, at hann hevði fingið eitt black-
out. Hon spurdi hann varisliga,
hvønn spaka.
" Spakan og spannina – eg skal
jú í barnagarð, svaraði Eyðun við
einum skeivum eygnabrái.
Ongin Nónhamar
Tað eru nú eini 14 ár síðani, at
Ninni og Eyðun varnaðust, at
okkurt var galið við honum.
Hann leið øgiligt av høvuðpínu,
var svimbul og hevði tað ikki so
gott. Hetta komst av, at hann
hevði virus á javnvágini og
manglaði b12 vitamin. Men tey
vóru eisini bangin fyri, at honum
møguliga bagdi okkurt meiri
álvarsligt, so hann fór til kann-
ingar.
Svarini upp á kanningarnar
fekk hann frá kommunulæknan-
um. Hesin segði teimum, at
Eyðuni bagdi onki álvarsligt.
Hetta var í 1992. Men bæði tvey
vóru tey tó byrjað at gruna ilt, tí
eitthvørt undrunarvert kundi til
tíðir koma fyri.
Ninni sigur, at fyrstu ferð hon
fangaði seg í at hugsa, at har
ruggaði ikki alt rætt við Eyðuni
var eina náttina, telefonin ringdi.
Eyðun var havnafúti, so hann
hevði ábyrgd fyri øllum skipum,
sum komu inn ella skuldu út úr
Klaksvík.
Hesa náttina var tað onkur,
sum ringdi fyri at vita, nær Nón-
hamar skuldi avstað. Aftursvarið
frá Eyðuni var, at í Klaksvík var
ongin Nónhamar.
– Tá hugsaði eg við mær sjálv-
ari, at okkurt er ravruskandi
galið, tí skipið lá við kai í Klaks-
vík og skuldi sigla dagin eftir.
Men so hugsaði eg aftur, at hatta
kanska bara var ørvitiskapur, tí
hann hevði sovið, greiðir Ninni
frá, meðan Eyðun situr og smá-
flennir at øllum søgunum, sum
nú koma fram.
Hugsaðu ikki Alzheimer
Í 2002 tá sjúkan varð staðfest,
hevði tann læknin, sum staðfesti
sjúkuna, sæð journalin hjá Eyð-
uni langt aftur í tíðina. Eisini
aftur til 1992, tá hann var til
kanningar.
Læknin segði teimum, at longu
tá varð byrjanin til demens stað-
fest. Men kommunulæknin hevði
jú sagt, at Eyðuni bagdi onki.
Hetta eru Ninni og Eyðun ikki
beisk um. Tvørturímóti.
– Eg haldi, at kommunulæknin
spardi okkum fyri eina rúgvu. Tí
hvat skuldu vit brúka hasa
vitanina til í 1992. Eg haldi, at
hann hevur hugsað sum so, at
hatta er ólekiligt, og tí vildi hann
spara okkum. Tað gjørdi hann
eisini, tí vit fingu 10 góð ár
afturat, sigur Ninni.
Alzheimer kom teimum
ongantíð beinleiðis til hugs, tá
tey tosaðu um, hvat mundi vera
galið.
– Ella eg veit ikki. Tá eg sá
navnið á Sofus Joensen, lækna,
tá setti eg meg í samband við
hann, so ótilvitað havi eg helst
hugsað um tað kortini, greiðir
Ninni frá og festir sær í eina
sigarett.
Hjálparleys
Hóast tey sita og flenna, meðan
tey greiða frá, so fjala Ninni og
Eyðun ikki út yvir, at tað ikki
altíð bara er stuttligt. Men
ongantíð hava tey sets aftur og
hugsað hví vit ella hví Eyðun.
– Vit hava góðtikið tað, men
sjálvandi eru tað løtur, har ein
bert hevur hug at seta seg niður
og fara at gráta. Men tá ræður
tað um at broyta tankagongdina.
Vit taka ein dag í senn, og tað
týdningarmesta er at hugsa um,
at tað kundi verið so nógv verri,
og at vit hava fingið 34 fantast-
iska góð ár saman sigur Ninni.
Hon heldur fram, at til tíðir
kann hon gott blíva óð við
Eyðun, tá hann ger ymiskt, sum
hon ikki skilir, ella hvat tað skal
vera. Tað kemst av, at hon
hjálparleys stendur og hyggur at,
meðan sjúkan breiðir seg.
– Eg fái onki gjørt, og tað er
ræðuliga frustrerandi. Tí blívi eg
óð, sigur hon og leggur enn
einaferð dent á, hvussu gott tað
er, at hon hevur eitt arbeiði at
fara til.
– Ella hevði tú blivið í óordan,
sigur Eyðun brosandi og spyr so
argandi Ninni, hví hon hevur
fingið sær ein so gamlan mann.
Ninni greiðir eisini frá, at
Eyðun plagdi at vera stak
húsligur. Havan passaði hann
eisini væl, men onki av tí ber til
longur. Eyðun er ikki førur fyri
tí. Hann klárar heldur ikki at lesa
og verður rættiliga skjótt troyttur.
– Jú, lívið er broytt, men vit
stúra ikki.Vit hava eina vón um,
at alt verður betur ein dag, tí í
himli er ongin sjúka og pína,
bara gleði, sigur Ninni, sum at
enda vil ráða øllum til, sum liva
tætt upp at slíkum sjúkum, at
tosa opið um tað.
Tá lívið hvørvur í bitum
C
M
Y
K
23
22