Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-09, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. oktober 2004síða 13

‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Fyritøkan Sp/f A.H. Jensen í Havn selur alt innan reingerð líka frá vaskiklútum til stórar reingerðingsmaskinur. Eisini til bilar og bil- vinnuna hevur fyritøk- an nógv at bjóða REINGERÐ Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Tað er Åge H. Jensen í Havn, sum eigur og rekur Sp/f A.H. Jensen. Síðan 1991 hevur hann selt ymisk reingerðingsevni. Fyri góðum trimum árum síðan lat hann egnan handil upp í leig- aðum hølum í Stoffalág. Havn selur alt innan rein- gerð líka frá smáum vaski- klútum til stórar reingerð- ingsmaskinur. Til bilvinnuna og ídnaðin selur fyritøkan nógv ymisk reingerðingsevni sum t.d. »Ren Ultra Grovent«, ið er vatnbaserað og serliga væl egnað til grovreingerðing av gólvum og maskinum í ídn- aðinum. Evnið er eisini til at vaska bilar við og fer væl við lakkinum. Eitt annað evnið er »Lensi- til Top«, ið er serliga ætlað til reingerðing av lastvognum og bussum og til presendingar, chassisrammur og motorar. Evnið kann brúkast í hátrýst- reinsarum og í automatiskum vaskiskipanum. »Lensitil Autoshampoo« við voks er til allar lakkeraðar metallyvirflatur, evnið ger at yvirflatan verður blonk og tekur olju, skitt, insektir og trafikkfilm. »Turbo-Rens« er til dagligu reingerðingina innan flutn- ingsvinnuna og ídnaðin. Evn- ið er umhvørvisvinarligt, virkar skjótt og upploysir feitt og olju. Sp/f A.H. Jensen hevur eis- ini latið fleiri stórar Taski- reingerðingsmaskinur til ítróttarhallir og til stór virkir, har gólvvíddin er stór. Fyritøkan selur bæði til privatfólk og til ídnaðin, og vørur verða sendar um alt landið. Sp/f A.H. Jensen, Tórshavn: Alt frá vaskiklútum til stórar reingerðingsmaskinur Åge H. Jensen í Havn eigur og rekur Sp/f A.H, ið selur alt frá vaskiklútum til stórar reingerðingsmaskinur, eisini til bilar og bilvinnuna hevur fyritøkan nógv at bjóða Myndir: Jens Kr. Vang 25 Vil løgtingið sum landsstýrismaðurin í ferðslumálum vil, so verða munandi broyt- ingar gjørdar í ferðslu- lógini – ferðslutrygdini at frama. Eitt nú roynd- arkoyrikort til nýggjar bilførar og nýtt koyri- kort til øll onnur við stigaskipan, ið skrásetir framd ferðslulógarbrot FERÐSLUTRYGD Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Bjarni Djurholm, landsstýris- maður, hevur í umbúna fleiri broytingar í ferðslulógini. – Vit hava sett okkum spurningin, hvat eru størstu orsøkirnar til stóru skaðarnar í ferðsluni, og tað er so púra greitt, at tað eru ungu menn- inir millum 18 og 23 ár, sum eru størstu syndararnir. Tí fara vit at gera serliga skipan fyri hendan aldursbólkin, sig- ur landsstýrismaðurin. Hesaferð er veruliga ætlan- in at seta í verk serliga skipan við royndarkoyrikorti til ungu bilførarnar – ella kanska rætt- ari til nýggju bilførararnir, tí allir nýggir bilførararnir eru ikki ungir. Men samstundis verður eisini arbeitt við at seta í verk eina stigaskipan, sum verður galdandi fyri øll, sum hava koyrikort. – Har er ætlanin, at fólk fáa eitt ávíst tal av stigum. Gera tey so eitt ávíst lógarbrot, so missa tey tað talið av stigum, sum svarar til álvarsemið í lógarbrotinum, sigur Bjarni Djurholm. Endamálið er, at tú í síðsta enda kanst missa koyrikortið, um brotini eru nóg nógv ella nóg álvarsom, sigur Bjarni Djurholm. Men missir tú eitt stig, so fært tú tað aftur, tá ein tíð er fráliðin, um ikki fleiri brot eru framd. Bjarni Djurholm sigur, at tey eisini arbeiða við at broyta frádømingarreglurnar, eitt nú tá fólk koyra ov skjótt. – Tá skalt tú kunna missa koyrikortið upp á standandi fót, um brotið er so álvar- samt, sigur Bjarni Djurholm. Landsstýrismaðurin sigur, at tey í øllum hesum arbeið- inum hava noterað sær 0-hug- sjónina, sum Ferðslutrygd hevur arbeitt so nógv fyri at fáa samtykta sum grundarlag undir øllum, sum hevur við ferðslu at gera. – Vit seta sera stóran prís upp á arbeiðið hjá Ferðslu- trygd, og vit leggja okkum í øllum hesum upp at megin- reglunum í 0-hugsjónini. Tað arbeiðið, ið nú verður gjørt, er bara byrjanin, og tað skal takast í fullum álvara, sigur Bjarni Djurholm, landsstýris- maður. Stórar broytingar í ferðslulógini Bjarni Djurholm, landsstýrismaður á Salingahellu framman fyri Vinnumálastýrið. Hann ætlar at gera broytingar í ferðslulógini, sum muna. Størsta broytingin verður helst fyribilskoyrikortið til nýggjar bilførarar og stigaskipanin, har tú missir ávíst stigatal alt eftir, hvussu álvarsamt ferðslulógarbrot tú fremur. Missir tú øll stigini – ja, so missir tú eisini koyrikortið… Á 700 km av ríkisvegi í Noreg er ferðin sett niður frá 80 km/t til 70 km/t. Hetta hevur spart teimum 19 mannalív FERÐSLUTRYGD Fyri tveimum árum síðani setti Statens Vegvesen í Nor- egi ferðmarkið niður frá 80 km/t til 70 km/t á vega- strekkjum, har nógvar ferð- sluvanlukkur høvdu verið. Úrslitið er, at talið á fólki, sum eru deyð í ferðsluni, er lækkað við 40% á teimum 700 km av ríkisvegi, har sum ferðin er sett niður. – Vit vita, at tá ið ferðin verður sett niður, eru tað serliga tær álvarsligu van- lukkurnar, sum minka. Hag- tølini sýna, at talið á deyð- um er næstan farið niður í helvt, meðan talið á van- lukkum, sum føra við sær skaða á fólk, er minkað 20%. Á hesum vegastrekkj- um er miðalferðin minkað millum 2 og 4 km/t. Hetta upplýsir seniorverkfrøðing- urin hjá Statens Vegvesen í Noregi Richard Muskaug fyri fakblaðnum »Vegen og Vi«. Samstundis upplýsir hann, at á restini á 80 km/t vega- netinum vaks talið á deyða- vanlukkunum eitt vet. Tí kann verða gingið út frá, at um ferðin ikki hevði verið sett niður á teimum nevndu økjunum, hevði sama gongd verið her. Á hesum grundar- lag ber til at siga, at 19 mannalív eru spard, og 26 fólk eru sloppin undan at vera álvarsliga skadd, førir Muskaug fram. Vegastrekkini, sum hava fingið lægri ferðmark eru slík, har tað frammanundan vóru skrásettir fleiri serliga nógvir álvarsligir ferðslu- skaðar í mun til onnur støð. Viðmerkt verður, at úrslitini ikki uttan víðari kunnu før- ast víðari til aðrar partar av veganetinum í Noregi. Kelda: Samferdsel nr. 4 – 2004 Ferðslutrygd Lægri ferðmark bjargar 19 mannalívum