Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-09, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. oktober 2004síða 13

‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 193 - 9. oktober 2004 Nr. 193 - 9. oktober 2004 25 BJARGASEYÐUR Orð og myndir Edvard Joensen Slættanesbjørgini: Fýra komu færri aftur, enn teir vórðu sleptir í Vestaru Skor norðanvert Slættanes í vár. Slíkar eru treytirnar, tá menn sleppa seyði í feitilendi í bjørgunum. Harmiligt er at koma inn í skor- ina og staðfesta, at seyðurin, ein er farin eftir, manglar. Men tann sorgin plagar skjótt at hvørva. – Vit fara í Skorina í morgin. Veðurkortið sigur, at tað verður dagurin, um vit skulu fáa hendur á teir, áðrenn illveður verður aftur. Soleiðis ljóða boðini, tá lagt verður til at fara eftir bjargaseyð- unum, sum sleptir vórðu í Vest- aru Skor norðanvert Slættanes í vár. Jú, soleiðis broytast siðirnir. Nú eru tað veðurkortini á inter- netinum, sum verða kannað og granskað, áðrenn støða verður tikin til, um farandi er til hetta ella hatta. Men góð eru tey, og at tey passa upp á tíman, er staðfest meira enn einaferð. Soleiðis eisini hendan dagin, sandavágs- menn vóru eftir bjargaseyði. Fyrstu sporini, tá ein vaknar, er at fara yvir til vindeygað at hyggja út. Jú, tað sær væl út eftir gomlum merki. Luftin er reyð, øll sum hon er, vestanfyri. – Er roðin farin vesturum, so fer dagurin at halda sær, søgdu gomlumenninir altíð, tá farið varð á fjall, áðrenn veðurkortini á internetinum vóru uppfunnin. Men nú hevur kortið sagt, at dagurin verður góður, og so skal roðin bara gera, sum hann verður biðin. Vit møtast á vanligum stað, og tosað verður um líkindini at sigla av Oyrargjógv norður á Slætta- nes. Høgætt hevur verið, og brim hevur ivaleyst verið norðanfyri, so ikki er vist, at tað hevur lagt seg so knappliga, tí í gjár var nógvur vindur høgt. Fara kortini eftir einum leysa- motori at hava við, um funnið verður upp á at sigla. Komnir norður, eru longu teir fyrstu farnir til gongu. Fara togandi niðan brekkuna og nærkast skjótt sýnuni norðanvert Oyrargjógv. Summir hava hug at halda aftaná, men onkur, júst aftur- komin av skipi og heldur bein- dovnari enn aðrir, sigur kortanei. Hann skal føra manningina norður og so fara heim aftur við bátunum, um ikki er lendandi. Tveir eru bátarnir. Annar verður sleipaður. So verður farið, og lagið bara batnar, sum komið verður norður við landinum. Tað er deyðakyrt við landið allan vegin, og øll útlit eru fyri, at lendandi er á Slættanesi. Komnir næstan norður hitta vit eitt streymkrak, sum vanligt er, og av tí, at ikki nóg skjótt varð tikið frá, gjørdist onkur eitt sind- ur vátur millum herðarnar og niður eftir lærinum. Men einki bilar kortini. Ein kópur sæst beint sunnan- vert lendingina á Slættanesi, men hann kavar. Og so við eitt er róp í. Aftari báturin breyt róðrið. Tað bara sprakk uppav og var brotið. Teir hildu fyri vist, at ein kópur hevði rakt tað, søgdu teir, sum við vóru. Men her er sum á tjørnini og púra kyrt við landið, so tað er sum einki at skipa upp og draga bátarnar, sum verða liggjandi á lendingini, meðan farið verður í bakkan. Rættin, sum slættanesmenn brúka, stendur beint omanfyri, og hon skal riggast so mikið til, at ikki er opið, tá vit koma aftur. Vit ætla at rætta teir her niðri í dag. Tað er ikki roynt áður, tí vanliga verða veðrarnir tiknir inni í berginum og leiddir oman. Eftir at hava styrkt seg við einum bita, verður farið til gongu. Ikki allir skulu inn í sjálva skorina í dag, tí avgjørt er at reka, og so má onkur sita fyri, tá teir koma upp. So summir, teir ið spentastir eru og vilja sleppa heilt í bakkan, halda undan og ganga skjótt. Hinir, ið meira sinniligir eru, taka tað róligari. Tosað er í fartelefon við teir, ið fóru til gongu, og teir vóru ikki komnir meira enn um Rákarmarkið, tá vit lendu á Slættanesi. Men smátt í teir, so drúgvir teir eru. Tá teir fyrstu siglararnir koma á Skoradal, sita teir longu og bíða. Annar 79 ára gamal, og hin eini 30 ár yngri, men júst skorin í knænum. Menn eru ovfarnir og hava hug at taka í hondina á teimum báðum. Men her er ikki at dvølja ov Bjargaveðrar Farið er um mikkjalsmessu, og eftir gamlari meting er nú tíð at taka veðrarnar. Teir, sum hava havt seyð gangandi í feitilendi, hava ligið fyri at taka teir aftur. Nakað seinkaði illveðrið í seinastu viku, men hjá summum eydnaðist at sleppa í bjørgini seinast í vikuni, ið fór leingi. Vit eru farnir einar tríggjar-fýra tímar seinni enn vanligt frá húsum, og skulu helst kvika okkum, um vit skulu vera aftur á rættini í ljósum. Men eftir gomlum vana verður ikki farið inn í bergið, fyrr enn vit hava havt eina stilla løtu á eggini. Hvør sigur innantanna tað, hann heldur vera hóskandi, og so hvørt menn eru lidnir, reisast teir, og farið verður so smátt til gongu. At regn hevur verið, sæst beinanveg, farið verður inn í bergið. Ein skriða er farin tvørtur um rásina. Mjátt er og snipst í sjógv. Einar trýhundrað metrar ella so. Fremsti maðurin loysir bandið, hann hevur um herðarnar, og hinir fáa so endan. Hann ger á seg og fer um skriðuna. Síðan fara hinir ein og ein haldandi í endan, sum nú fólk heldur í báðumegin, til tann aftasti er einsamallur eftir. Hann ger kast um ytra armin og hevur tann innara leysan. Men tað gongur upp á stás, og hildið verður fram eftir rásini, sum síðan er púra heil. Vit koma um fyrsta ryggin og síggja inn í sjálva skorina. Nú er spendandi, og kikarin verður dúgliga nýttur. Onkur er at síggja, og so er spennandi, um vit kenna. Jú, mín sann liggur tann fóthvíti har uppi í berginum oman fyri Stíggin. Tað lætnar beinanveg fyri andanum. Nú eru líkindi at fáa hann aftur. Fleiri kenna, og lagið batnar. Tað gongur skjótt at fáa teir savnaðar, hóast summir liggja hægst undir berginum í erva og aðrir niðast í kjálkanum undir berginum heimantil og mugu fyrst rekast vestur um og síðan upp. Allir savnast vesturi ígjøgnum, og tástaðni fæst neyvt yvirlit yvir, hvussu nógvir eru til. Tað manglar ein. Tann gráflekkuti er burtur. Helst nýliga farin. Var at síggja, tá menn vóru og hugdu um ólav- søkumundið. Helst farin í ill- veðrinum, sum júst hevur verið, heldur eigarin, og er ikki so fróur, sum hann var, tá hann sá tann hvíta í áðni. Tveir fóru teir inn, og bara annar er eftir. Nú er tað hetta nýggja, at rek- ast skal allan vegin og ikki takast í gjónni, sum vanligt hevur verið. Og tað gongur upp á stás. Onkra- staðni kundi ein maður eyka havt staðið, men einki sum bilar. Ein lítil avstingari upp á einar tíggju minuttir, og so er alt aftur á rásini. Teir fara róligir, sum veðri líkt, tá hann verður rikin. Fara um nýkomnu skriðuna, og koma út á Stígar. Spennandi hvussu verður at fáa teir uppfyri, tí her er klettur, og ikki eru teir vanir at ganga her. Men annar seyður gongur regluliga, so tað eigur ikki at hindra. Klófast er, og tá ein fyrst er farin, fara allir hinir aftaná. Og tað er bert ein løta, so eru allir á sløttum. Nú er sloppið, og bert eftir at reka gjøgnum slætta hagan oman á lendingina á Slættanesi, har rættin er. Og so skjótur og lættur er hesin nýggi hátturin, at vit eru í rætt um somu tíð, ella fyrr, enn vanligt hevur verið, tá farið er einar tríggjar-fýra tímar fyrr frá húsum. Nú er lagið gott. Menn hava gjørt seg út til liggingarferð, men tað verður ikki hugsað um nú. Ringja til Vestmanna eftir báti at føra okkum aftur á Oyrargjógv, tí hesi bæði fýramannaførini, vit hava við, taka ikki allan farmin. Handlað verður. Og reypað. Nógvir vilja vera við, at teir eiga tann størsta og tyngsta. Ein biti úr trivaliga matpakkanum, sum skuldi røkka til í morgin, er góður nú. So sæst Barbara koma skúm- andi út av Vestmanna og seta kós móti Slættanesi. Her er ikki at dvølja. Smáu bátarnir verða drignir á sjógv, og tveir mans fara beinanveg við teimum heim á Oyrargjógv. Hinir bíða eftir stóra bátinum og fara at skipa seyð, viðføri og menn inn. Og vit eru aftur á Oyrargjógv um somu tí, sum vanligt hevur verið. Veðrið er framvegis av tí besta. Siður er, at tá skoraseyðirnir eru afturkomnir, verða teir bundnir saman á einum stað í bygdini, so menn fáa høvið at handla og meta um. Teir halda ikki, at teir eru av tí besta í ár. Grundirnar kunnu vera so nógvar, men fleiri tykjast halla til, at summarið hevur verið so turt, at gróðrarlíkindini hava ikki verið tey bestu i bjørgunum. Skoramenninir fara at fáa sær ein góðan bita, nú afturkomið er í øllum góðum. Tað er hugnaligt og skemtiligt at sita soleiðis eina løtu, áðrenn summir fara at fletta. Ikki allir fletta beinanveg. Summir tíma rætt og slætt ikki í dag, aðrir ræðast flugu o.s.fr. Men tað var, sum metingar- menninir søgdu. Teir eru ikki av tí besta í ár, hóast teir eru javnt góðir. Men úrmælingarnir, sum plaga at stinga seg eini 10-12 pund fram um hinar, mangla í ár. Spennandi er løtan, tá teir kama aftur vestaneftir, og tal rættiliga fæst á, hvussu nógvir eru eftir Ikki er allastaðni so vítt at fara um, har teir ganga Hægstur undir berginum og ytstur á eggini Havsins andadráttur hoyrist so tungur einar hávttriðjahundrað metrar undir okkum Spennandi verður at vita, hvussu tað fer at ganga at reka teir upp úr skorini C M Y K 25 24