Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-09, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. oktober 2004síða 14

‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Koyrið við fullum oljutanga Hetta er bert galdandi fyri dieselbilar. Um tangin er fullur slepst undan kondensvatni í tanganum, sum gevur trupuleikar við motorgongdini. Eisini er umráðandi at tappa vatnið av dieseloljufiltrinum. Filtrini hava ein stuss til at tappa vatnið av við. Smyrjið hurðalásini Tað er umráðandi at hurðlásini eru væl smurd um veturin, bæði lásini inni í hurðunum og sjálvur lásasynindarin. Smyrjið gummilistarnar Í frosti er vandi fyri at gummilistarnir inn- an fyri hurðarnar frysta fastir, tá hurð- in verður latin upp við tí úrsliti, at teir kunnu skrædna. 26 Veturin fer ofta illa við bilunum. Vegirnir eru mangan so skitnir, at um man koyrir ein túr við einum nývaskaðum bili, verður hann mangan so køstaskitin eftir eini løtu. Eisini kavin og frostið teka hart upp á mekanisku lutirnar. Við umhugsni ber tó til at verja seg, soleiðis at sleppast kann undan óvæntaðum trupulleikum og dýrum umvæling- um. Her nøkur góð ráð fyri at umgangast nógvar av hesum trupulleikum. Góð ráð til vetrarkoyring Minnist til at taka viskararnar út frá rútinum tá tað frystur um næturnar. Tað hendir seg ofta, at bilar verða settir í gongd, meðan viskarnir eru frystir fastir í rútin við tí úrs- liti, at viskaramotorarnir brenna yvir, ella viskaramekanismurnar taka skaða. Loysið viskararnar í kulda og frosti Neyðugt er at syrgja fyri frostvesku og sprinklaravesku, at hava tey røttu dekkini, røttu ljósføringina, kanna um akkumulatorin er góður nokk og at polera og bona bilin til veturin. 27 166 mió í yvirskoti av ferðslu FERÐSLA Í 2001 kostaði tað al- mennu Føroyum 243 milliónir krónur at dríva ferðsluna í land- inum. Men samstundis hevði tað almenna 166 mió. kr í yvirskoti av ferðsluni, tí hon gevur so nógvar inntøkur í A-skatti, MVG og øðr- um avgjøldum. Í 2001 vóru hesar inntøkur 409 milliónir kr. Verður hugt at ferðsluvanlukkunum fyri seg, kostaðu tær føroyska samfelag- num í 2001 slakar 200 milliónir kr. Til sammetingar kann nevnast, at sama ár vóru 40 millónir kr. nýttar beinleiðis at gera ferðslutrygdará- bøtur á vegirnar, ella minni enn 10% av inn- tøkunum, sum sam- felagið hevur av ferðsluni. Kelda: »Ávegis til Nullhugsjónina« Ferðslutrygd FAKTA um teknisku menningina á trygdarøkinum 50 árini: Tilvitanin vaknar, um at ferðslu- vanlukkur kosta sam- felagnum nógv. Byrjað verður at ar- beiða við at gera bilar tryggari. (Bilbeltið verður uppfunnið, byrjað verður við at broyta skapið á bil- inum, soleiðis at sum minst skaði hendir) 60 árini: Lóg um bil- belti í nøkrum londum 70 árini: lóg um bil- belti í flestu londum 80 árini: lóg um bil- belti í Føroyum 80-90 árini: ABS bremsur og Airbag koma í bilarnar. Bilar- nir verða sterkari gjørdir rundan um ka- binuna, har fólk situr, og »bleytari« har hann skal taka av fyri stoyti. Nú: Mekaniskar og serliga elektroniskar trygdarskipanir verða alsamt mentar. Framtíðin: Bilurin verður meira og meira skynsamur »intelli- gentur«. Kelda: Ferðslutrygd Talið á deyðum í ferðsl- uni er nógv minkað seinastu árini. Føroyar eru nú komna ájavnt við Danmark og í hølu- num á Noreg og Svøríki sum saman við Bret- landi hava frægastu ferðsluviðurskifti í heiminum FERÐSLUTRYGD Tað eru 82 ár liðin síðan fyrsti bilurin kom til Føroya. Fyrsta ferðsluvanlukkan, ið kravdi mannalív, hendi í 1928, og higartil hava 248 fólk látið lív í ferðsluni her á landi. Hildið verður álítandi, at fyri hvønn tann, sum doyr í ferðsluni, verða 25 fólk skadd, og av teimum fáa 10% varandi mein. Samsvarandi hesum hava tí o.u. 6200 fólk fingið skaða í ferðsluni, og av teimum hava 620 fingið var- andi mein. Í 1950 - 1960-árunum doyðu 4-5 fólk í miðal um ár- ið í Føroyum fyri hvørji 100.000 fólk. Í árunum 1970 - 1979 veks- ur hetta talið til 13, frá 1980 - 1989 til 20, og í árunum 1990 - 2001 minkar tað so niður í 10 deyð fyri hvørji 100.000 fólk. Seinnapartin í 80-árunum, tá ið ringast stóð til, doyðu 23 fólk fyri hvørji 100.000 fólk í ferðsluni í Føroyum. Sammett við onnur lond, vóru Føroyar tá millum tey ringast staddu lond í Evropa á hesum øki, tí bara Portugal og Grikkaland høvdu hægri tøl, enn vit tá høvdu. Í 90-árunum lækkaði talið niður um helvtina, og tey seinastu fýra árini er miðal- talið farið niður um 4 deyð um árið ella 6,9 fyri hvørji 100.000. Henda positiva gongd hev- ur borið við sær, at nú eru Føroyar komnar ájavnt við Danmark, og eru annars í høl- unum á Noregi og Svøríki, sum, saman við Bretlandi, hava frægastu ferðsluviður- skifti í heiminum, nevnliga 6- 7 deyð fyri hvørji 100.000 fólk. Kelda: »Ávegis til Nullhugsjónina« Ferðslutrygd FERÐSLUTRYGD Í vár var, við Fríðriki Blá- hamar á odda, skipað fyri á- taki, sum hevði til endamáls at fáa myndugleikarnar at á- seta reglur um, at minsta- markið á slitbananum fyri vetrardekk eigur at vera 3 mm, eins og tað er í londu- num á okkara breiddarstigi. Av Ferðslutrygd siga tey, at hetta er væl í tráð við áskoð- aninar, sum koma fram í álit- inum um Nullhugsjónina í kap 30.3: 30.3 Bremsur og dekk ...Mynstrini í dekkunum eiga í minsta lagi at vera 3 mm djúp til tess at minka um vandan at glíða, tá ið nógv væta er á vegnum. Nýt píka- ella heilársdekk í hálku. Eitt summardekk verð- ur bæði hart og hált í frosti; men heilársdekkini verða verandi mjúk í frostveðri. Í Svøríki er ásett við lóg, at vetrardekk skulu verða nýtt frá 1. desember til 31. mars, og at píkadekk kunnu verða nýtt til 30. apríl. Kelda: Ferðslutrygd www.ferdslutrygd.fo 248 fólk deyð í 76 ár Ferðslutrygd mælir til djúpari slitbana á vetrardekkum Positiva gongdin viðvíkjandi ferðsluvanlukkum í Føroyum seinastu árini hevur borið við sær, at nú eru Føroyar komnar ájavnt við Danmark, og eru annars í hølunum á Noregi og Svøríki, sum, saman við Bretlandi, hava frægastu ferðsluviðurskifti í heiminum, nevnliga 6-7 deyð fyri hvørji 100.000 fólk