Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-09, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. oktober 2004síða 14

‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 193 - 9. oktober 2004 Nr. 193 - 9. oktober 2004 27 Er Turkaland partur av Evropa? ES-VÍÐKAN Árni Joensen: fartekst@mail.dk Tey flestu munnu halda, at tað er lætt at svara hesum spurning- unum. Í ES-sáttmálanum stend- ur, at "øll evropeisk lond kunnu søkja um limaskap í Samveld- inum". Úr landalærutímunum lærdu vit, at Turkaland er ikki eitt evropeiskt land. Bara trý prosent av landinum eru vestan fyri Bospurus-sundið og sostatt partur av Evropa. Hini 97 pro- sentini eru í Asia, og har búgva eisini 85 prosent av turkiska fólkinum. Út frá hesum er niðurstøðan, at landafrøðiliga sæð er Turkaland ikki partur av Evropa og kann sostatt heldur ikki koma upp í Evropasam- veldið. Men hvar er tað evropeiska markið? Tað er tann avgerandi spurningurin, nú ES-nevndin hevur almannakunngjørt eina frágreiðing, sum sigur, at ES eigur at fara undir samráðingar við Turkaland um limaskap. Nevndin sigur, at Turkaland lýkur so mikið av teimum treytunum, sum ES setir nýggjum limalondum, at tað ber til at fara undir samráð- ingar. Seinni í ár skulu ríkis- og stjórnarleiðararnir so taka av- gerð um, nær samráðngarnar kunnu byrja. Fyrimunir og vansar Tey, sum eru fyri turkiskum limaskapi í Evropasamveld- inum, siga, at sleppur eitt muslimskt land upp í tað evro- peiska samstarvið, fer tað at vísa tí muslimska heiminum, at tað ber til at sleppa undan stríði og bardaga ímillum kristin og muslimar. Tey, sum eru ímóti, at Turka- land sleppur inn í Evropa, siga seg stúra fyri, at tað fer at oyði- leggja tað evropeiska sam- starvið, at eitt so stórt og fátækt land við einari so nógv øðrvísi mentan sleppur uppí. Samstundis er greitt, at sigur ES blankt nei, fer tað at steðga teimum nýskipanunum, sum verða framdar í Turkalandi í hesum tíðum, og so er vandi fyri, at víðgongdir islamistar fáa fótafesti í landinum. Haraftur- at siga serfrøðing- arnir, at turkiskur limaskapur verður ein búskaparligur fyrimunur fyri ES, tí haðani kunnu ES- londini fáa ta ar- beiðsmegi, sum fer at resta í vestanfyri um ikki so mong ár. Tað avger- andi eru kortini tað uttanríkis- politiska og tað mentanarliga. Sum limur í ES kann Turkaland byggja brúgv ímillum Evropa og tann muslimska heimin, men samstundis fær ES mark við óstøðug lond sum Sýrialand, Irak og ikki minst tey gomlu sovjetlýðveldini í Kaukasus- fjøllunum. Triðja undurið Kemur Turkaland upp í Evro- pasamveldið, fær landið stóra ávirkan á sam- starvið í felags- skapinum. Við sínum 90 milliónum íbúgvum verður landið tað fólka- ríkasta í samveldinum, og tí slepst ikki uttan um Turkaland, tá týðandi avgerðir skulu takast. Tey eru mong, sum ivast í, um Turkaland er búgvið til at átaka sær hesa ábyrgdina, og um turkar fara at góðtaka, at teir enda í minniluta, tá okkurt av teirra áhugamálum ikki fær undirtøku ímillum limalondini. Gamlir evropeiskir leiðarar sum Valery Giscard d'Estaing, Helmut Schmidt og Helmut Kohl eru ikki talsmenn fyri turkiskum limaskapi í ES. Eftir teirra tykki kann tað fara at gera enda á tí góða politiska og búskaparliga samstarvinum í Evropa, sleppur Turkaland uppí. Aðrir politikarar halda har- afturímóti, at ES-londini eiga at taka tað sum eina avbjóðing, at Turkaland kemur upp í tað evropeiska samstarvið. Teir vísa á, at undur eru hend í Evropa fyrr. -Aftan á seinna heimsbardaga vóru tað fá, sum væntaðu, at týskarar og fransmenn kundu einast aftur. Tað hendi, og tað var tað fyrsta undurið. Tað næsta undurið var, at Berlinmúrurin fall, og at tey mið- og eystur- evropeisku londini komu upp í ES. Tað triðja verður kanska, at turkiskur limaskapur fer at skapa frið og semju við tan muslimska heimin, sigur týsk- franski ES-politikarin Daniel Cohn-Bendit. Ikki verið við Men aftur til spurningin, um Turkaland er partur av Evropa. Bretski søgufrøðingurin Norman Davies hevur skrivað, at hugtakið Evropa bleiv til í miðøldini við kristindóminum sum grundvølli, og at tað var tað evropeiska hugtakið, sum var drívmegin aftan fyri bardagan ímóti fyrst maurarunum og seinni osmannarunum. Í 1751 lýsti Voltaire Evropa sum eitt slag av einum stórum lýðveldi, nøkrum kongsveldum og nøkrum øðrum, sum høvdu annað stýrislag. Øll høvdu tey tað sama átrúnaðarliga grundar- lagið, sjálvt um tað ikki var tann sama kirkjan. Øll høvdu tær somu grundhugsjónirnar um eina almenna lóggávu og eina politiska skipan, sum sambært Voltaire vóru ókendar aðrastaðni í heiminum. Norman Davies heldur, at er hetta ímyndin av Evropa, hevur Turkaland ikki verið partur av teirri søguligu gongdini, og tí er tað als ikki sjálvsagt, at landið eigur pláss í tí evropeiska sam- starvinum. Kelda: Berlingske Tidende ES-nevndin heldur, at Turkaland kann spæla í evropeiska orkestrinum. Men spurningurin er, um Turkaland er politiskt og mentanarliga búgvið til at gerast partur av einum altsamt tættari knýttum politiskum og búskaparligum felagsskapi sum Evropasamveldinum. Og hvar gongur markið fyri evropeiskum samstarvi? Skal Ukraina upp í ES? Og hvat við Russlandi? Niðri í fjøruni eystaru megin Bospurus-sundið stendur hendan standmyndin av turkiska lands- faðirinum Mustafa Kemal Atatúrk eins og ein marknavarði. Spurning- urin er nú, um markið skal flytast. tá John Lennon varð skotin? Birgar Johannessen, Beatles og Lennonfjeppari: – Eg minnist so akkurát, hvar eg var, tá Ívar klokkan hálvgum átta las tíðindini upp um, at John Lennon varð skotin dagin fyri. Eg stóð við Fult Stop skeltið í Tróndargøtu beint framman fyri Køkubúðini. Sat í einum orange- littum bussi ella rugbreyði, har tað við bláum bókstavum stóð Emil Thomsen Electrolux tænastuvagnur á síðuni. Eg hugsaði, at tað var ótrúligt, at mítt stóra idol var burtur. Eg hevði jú verið fjeppari av the Beatles síðani 1963 og burtur úr teimum John Lennon. Tað var ikki lætt at frætta nakað frá tilburðinum, tí tey føroysku bløðini høvdu ikki somu møguleikarnar tá sum nú. So vit bíðaðu tolin eftir teimum útlendsku bløðunum. Eg keypti týska blaðið, Stern, har øll søgan, frá tí hann varð skotin, til hann bleiv brendur, stóð í. Hevði ivaleyst brúkt mína seinastu krónu upp á tað blaðið, um tað skuldi verðið. Og eg goymi tað enn onkrastaðni í bunkanum við øllum tilfarinum um John Lennon. Ongin visti sum sagt meira um hetta enn tað, sum Útvarpið hevði sagt, men tað er heilt vist, at hetta var tað heilt stóra samtaluevnið ta fyrstu tíðina. Rani Nolsøe, Beatles og Lennonfjeppari: – Eg var heima hjá okkum, og eg frætti tað sum útvarpstíðindi fyrst. Seinni hevði Sigmund Poulsen eina fína sending um John Lennon, sum eg lurtaði eftir. Eg var fullkomuliga skelkaður, tí Beatles og John Lennon spældu ein sera stóran leiklut í mínum lívi hasa tíðina. Samstundis var eg eisini øgiliga keddur, tí hatta merkti jú endaligt, at the Beatles ikki fóru at spæla saman aftur. Tað bleiv ikki tosað um annað enn hesa skelkandi hendingina. Vinmenninir og eg tosaðu nógv um tað. Lennon hevði júst givið Double Fantasy út tá, so vit lurtaðu nógv eftir tí plátuni ta tíðina. Tað hevur fylt nógv allan vegin upp til dagin í dag, faktiskt. Eg steðgi á við ársdagin fyri tilburðinum og hugsi um tað. Eisini skipaði eg fyri tiltøkum bæði á 10 og 20 ára degnum. Tiltøkum, har bara tónleikur hjá Lennon varð spældur. Til dømis høvdu vit eitt super kvøld í Føroyingahúsinum í 1990, har eg og nakrir undir heitinum X-mas rættiliga hugnaðu okkum, meðan vit spældu løg hjá honum. Og ongin veit, um man ikki fer at gera okkurt líknandi á 30 ára degnum. C M Y K 27 26