Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-09, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. oktober 2004síða 15

‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Italienarar eru kendir eru heimskendir sum designarar innan alt frá pasta til flogfør. Innan bildesign eru fleiri kend nøvn sum t.d. Bertone, Pinin Farina og Giorgetto Giugiaro, sum er ein av heimsins leiðandi ídnaðardesign- arum DESIGN Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Hvat hava donsku metrotok- ini uttan tokførara, Marille- pasta og F3 myndatólið hjá Nikon, við hvørt annað at gera? Jú, felags fyri hesi trý produktini er, at tey hava sama designara, italska super- designaran Giorgetto Giugiaro. Seinastu 50 árini hevur 66 ára gamli norðuritalski design- arin Giorgetto Giugiaro sett sín serliga dám á italskt de- sign. Í dag er hann ein av heimsins leiðandi ídnaðar- designarum. Hóast han hevur designað alt millum himmal og jørð – alt frá urum, brillum, pasta, fototólum, innbúgvi, motor- bátum og flogførum, er bilde- sign tað, sum hevur hansara størsta áhuga. Giorgetto Giugiaro varð føddur 7. august 1938 í lítla býnum Garessio í Norður- italiu. Bæði abbin og pápin fingust við at mála, so hann vaks upp í einum kreativum umhvørvi. Seinni flutti familj- an til Torino, har hann gekk á kunstskúla og lærdi seg tekn- iskt design. Sum 17 ára gamal fekk hann starv hjá Fiat og sum 21 ára gamal varð hann settur í leiðandi starv hjá Bertone Styling Centre, eini av leið- andi italsku fyritøkunum inn- an bilframleiðslu og design. Í 1965 fekk hann leiðandi starv hjá Ghia, sum hava nógv samstarv við Ford. Í 1967 stovnaði hann sína egnu fyritøku, Ital Styling, har hann eisini samstarvaði við Ghia, og í 1968 stovnaði hann eisini designfyritøkuna Italdesign-Giugiaro SpA. Alt ið hann designar, verð- ur gjørt út frá tí einfaldu filo- sofi at tað skal vera funktion- elt, áðrenn tað kann blíva snøgt. Har við meinar hann, at tað eru ikki designarar sum uppfinna lutirnar, men tað gera t.d. uppfinnarar og hand- verkarar, síðan kunnu design- ararnir geva lutunum smart design. Kelda: Fiat Magasinet "avanti" 66 ára gamli norðuritalski designarin Giorgetto Giugiaro hevur seinast 50 árini sett sín serliga dám á italskt design. Í dag er hann ein av heimsins leiðandi ídnaðaðardesignarum Dømi um bilar sum Giorgetto Giugiaro hevur designað 1971-76: Maserati Bora, Merek og Quattroporte 1971: Alfa Romeo Alfasud 1974: Alfa Romeo Alfetta GT/GTV 1978: Audi 80 1984: Saab 9000 Turbo 16 2002: Alfra Romeo Brera 2003: Alfa Romeo 156 Giorgetto Giugiaro, Italdesign: Designar alt frá pasta til flogfør Alfa Romeo 156 er ein bilur sum Giorgetto Giugiaro er vorðin rættuliga kendur fyri Giugiaro hevur hevur verið við til at designa metro- tokini í Keypmannahavn, sum koyra uttan tokførara Giugiaro designar eisini pasta Nikon brúkti Giugiaro til at designa myndatólið Nikon F3 Á statoilstøðini í Koll- fjarðadali heldur fyri- tøkan Sp/f RAG -VAG Bil- og Dekkverkstaðið til. Verkstaðurin hevur spesialiserað seg í at geva góða tænastu BILVERKSTAðUR Maguns Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Síðan 1995 hava Ragnar P. Joensen og Vagnur Johanne- sen í Kollafirði rikið sína egnu fyritøku, Sp/f RAG- VAG Bil- og Dekkverkstaður- in, í Kollfjarðadali. RAG-VAG er ein stytting av nøvunum Ragnar og Vagn- ur. Teir hava báðir drúgvar royndir í bilbranchuni. Ragn- ar er útbúgvin bilmekanikari, og Vagnur er útbúgvin innan handil. Verkstaðurin hevur spesiali- serað seg í at geva góða tæn- astu, og hava teir nógvar fast- ar kundar sum t.d. buss- og lastbilaeigarar og fleiri fyri- tøkur. Teir gera bert smærri um- vælingar, skifta olju, dekk og útstoyt, eisini umvæla teir róðurgreiðir og bremsur. Umframt verkstaðin er Sp/f RAG-VAG ein stór dekksøla. Teir umboða Hankook dekk- ini og selja eisini onnur dekk bæði í smá- og heilsølu. Verkstaðurin liggur væl fyri, tí nógv ferðsla er á veg- num gjøgnum Kollfjarðadal. Kundarnir hava eisini møgu- leika at vitja á Statoilstøðini, meðan tey bíða eftir bilinum. 29 Sp/f RAG-VAG Bil- & Dekkverkstaðið: Góð tænasta er okkara vørumerki Starvsfólkið hjá RAG-VAG Bil- og Dekkverkstaðnum í Kollfjarðadali, f.v.: Ragnar P. Joensen, Niklas Súni Debes og Vagnur Johannesen Mynd: Jens Kristian Vang